mikudagur 23. apríl 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í 1929 var heimsframsýningin
EXPO1929 í Barcelona. 11 føroyskar
fyritøkur luttóku á framsýningini,
og føroyski básurin fekk heiðursløn
Føroyingar á heimsframsýning í
Í
sambandi við fiska
kvøld í Áarstovu, El
Bacalao de Feroé, hava
tey funnið fram tilfar
um
føroyska
klippfiska
framleiðslu og um heims
framsýningina, sum 11 før
oyskar fyritøkur vóru á í
Barcelona í 1929.
Í sambandi við framsýn
ingina hevði William Heine
sen teknað serligt búmerki:
– Myndin, sum Áarstova
hevur valt at nýta í lýsingini
fyri tiltakið í kvøld, er tikin í
Barcelona í 1929.
Hon er tikin inni í stás
iligu pavillionini, sum danir
høvdu
reist
í
sambandi
við
heimsframsýningina,
EXPO1929, ið varð í kata
lanska høvuðsstaðnum hetta
summarið.
Høvið er eitt kunningará
tak til frama fyri føroyskan
klippfisk, og gestirnir eru
umboð fyri spanska fjøl
miðlaheimin.
Vertur er Herluf B. Thom
sen, keypmaður á Tvøroyri
og samskipari av føroysku
luttøkuni á framsýningini.
Á matarseðilinum henda
dagin var “El Bacalao de
Feroé”- toskur úr Føroyum.
Gestirnir, ið framman
undan høvdu vitjað føroyska
básin, løgdu fyri við at skála
við sjampagnu. Síðan varð
borðreitt við trimum rættum
við klippfiski. Ein rættur var
norðurlendskur við smøri og
eggjum, og tveir vóru spansk
ir við olivinolju og ávikavist
tomat og reyðari piparfrukt.
Afturvið var spanskt hvítvín
og donsk bjór. Omaná fingu
gestirnir kaffi, konjakk og
Havanna-sigarir.
Átakið eydnaðist sera væl.
Gestirnir hugnaðu sær óført
og søgdu frá matarlistarlig
um upplivingum til langt út
á kvøldið. Í fleiri sponskum
bløðum var døgurðin og før
oyski klippfiskurin hálovað
ur. T.d. skrivaði La Publici
dad:
“Um
døgurðagestirnir
vóru avmarkaðir í tali, var
maturin so mikið meira fram
úrskarandi, at lut-takararnir
í langa tíð kunnu siga, at betri
máltíð hava teir ikki fingið í
lívinum”.
Føroyski básurin
11 føroyskar fyritøkur luttóku
við einum felagsbási í Barce
lona. Tær vóru S.P. Petersen,
I.P. Eversen, H. Johannes
Jacobsen, J. Dahl, P. H. Dahl,
Jesper Hjelm, AS Markøre,
AS Hvidenæs, AS J. Morten
sen, N.J. Mortensen og T. F.
Thomsen.
Føroysku
fyritøkurnar
luttóku saman við 67 øðr
um fyritøkum úr danska
ríkinum. Tá heiðurs-merki
vóru latin fyri úrdráttirnar á
framsýningini, var føroyski
klippfiskurin tann einasti
í ríkinum, ið vann hægstu
virðisløn, Grand Prix við
gullmedalju.
Føroyski básurin var ei
sini prýðiligur og væl um
tóktur millum tey vitjandi á
framsýningini. Mett varð tó,
at væleydnaði klippfiska-
døgurðin átti ein minst líka
stóran leiklut í tillutanini av
virðislønini.
Spanski marknaðurin
At føroyingar fóru undir eitt
so stórt tak, sum tað óivað
hevur verið at luttikið við
egnum bási á eini heims-
framsýning, komst av, at
Spania keypti meginpartin
av føroyska klippfiskinum.
Marknaðurin var undir trýsti,
so vónin var at styrkja um
støðuna í Spania, umframt at
fáa samband við keyparar úr
Suðuramerika. Tí samstund
is sum EXPO1929 var í Barc
elona, var stór iberisk-amer
ikansk framsýning í Seville.
Væntað varð, at gestir frá
suðuramerka fóru at vitja í
Barcelona eisini.
Í 1927 útfluttu føroyingar
7.990 tons av klippfiski og
3.979 tons av saltfiski. Um
leið 75% av klippfiskinum
fór til Spania, meðan so at
siga allur saltfiskurin fór til
Italia, Bretland og Danmark.
Meðan tonsatalið á klippfisk
inum var tvífalt so stórt sum
á saltfiskinum, var virðið á
honum nærum fýra ferðir
so stórt sum tað á saltfiski
num.
So spanski marknaðurin
hevði alstóran týdning, og tað
undrar tí ikki, at menn løgdu
nógv fyri til tess at varðveita
og vónandi útbyggja markn
aðarpartin.
Mið- og Suðuramerika
Í 20’unum vóru gjørdar
fleiri royndir at koma inn
marknaðir í Mið- og Suður
amerika. Kunningarrit um
føroyskan klippfisk vórðu
send øllum spansktalandi
londum. Royndir vóru eisini
gjørdar at senda klippfisk
yvir um hav. J. Dahl sendi
fisk til Argentina, meðan
Mortensen keypti norskan
klippfisk, ið var ætlaður til
Kuba, og royndi at eftirlíkna
pakkingini.
Royndin
hjá
Mortensen miseydnaðist tó,
tí fiskurin helt sær ikki. Or
sakað av veðurlagnum vóru
heilt serlig krøv til bæði við
gerð og pakking av fiski, ið
skuldi til hesi lond.
Klippfiskaframleiðsla
kravdi hegni
At spaniólar hámettu før
oyskan klippfisk og í nógv
ár keyptu nærum alla fram
leiðsluni, komst ikki av ong
um.
Eitt var, at føroyingar
høvdu atgongd til eina góða
rávøru, men minst líka stór
an týdning hevði tað at farið
var væl við rávøruni, og at
framleiðslan var stýrd og
undir strongum eftirliti.
Toskurin var veiddur við
snøri. Hann var hálaður inn
anborða og blóðgaður, so
skjótt sum hann beit á.
Síðan var hann flaktur,
vaskaður og saltaður tvær
ferðir í reinum salti. Tá
seinna saltingin var 14 dagar
gomul, var fiskurin mettur at
vera saltfiskur.
Sambært lóg mátti ongin
saltfiskur á land í Føroyum,
fyrr enn hann var kannaður
av góðkendum vrakarum, ið
frávaldu fisk, ið mettur var
at vera 2. og 3. klassi. Hes
in fiskur hevði minni virði.
Tískil eggjaði lóggávan før
oyskum
fiskimonnum
at
fara so væl við rávøruni sum
gjørligt.
Saltfiskurin,
ið
slapp
gjøgnum nálareygað var nú
latin í hendurnar á fiskagent
unum, ið høvdu ábyrgdina av
at lyfta hesa góðu vøru eitt
stig longur upp á góðsku-
stiganum.
Fiskurin varð nú vaskaður
í stórum kørum til kjøtið var
fannahvítt. So varð hann
stakkaður við einum fínum
lagi av salti ímillum hvønn
fisk. Hetta trýsti vatnið úr
fiskinum, sum síðan varð
Fiskaturking á Tvøroyr
William Heinisen teknaði
búmerkið - sum sæst
vinstrumegin – til føroysku
sendinevndina, sum fór til
Spania í 1929. Her sæst hann
saman við Christiani Matras
og Heðini Brú – eisini kallaðir
teir tríggir Varðarnir
Mynd: Roland Thomsen