mikudagur 23. apríl 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
breiddur út á fiskaplássini
at turka.
Turkingin var torførasta
liðið í framleiðslu-gongdini.
Fiskurin skuldi hava sól,
men ikki ov nógva sól, tí so
kom fyri at skræðan gjørd
ist klistrut. Regn, mjørki
og slavin luft mátti als ikki
koma fyri. Tískil var turk
ingin ein drúgv gongd. Ofta
mátti fiskurin breiðast út
og samlast saman í stakk
ar
fleiri
ferðir,
áðrenn
hann var somikið turrur,
at hann kundi metast sum
spansktsorteraður
klipp
fiskur. Passaliga harður, krit
ahvítur og við saltglasuri á
kjøtsíðuni.
Enn var hann tó ikki klárur
til sølu. Lógin kravdi, at ongin
klippfiskur mátti sendast
til Spania, fyrr enn hann
var klassaður av vrakarum
enn eina ferð. Vrakarin helt
fiskin upp móti sólini fyri
at tryggja sær, at ongin rest
av storknaðum blóði var at
hóma. Hann kíndi skræðuni
til tess at kanna um hon var
klistrut. Vrakaði hann fiskin,
so kundi hann ikki útflytast
til Spania.
Hinvegin var tann klipp
fiskurin, ið var góðtikin, ein
hágóðskuvøra, ið var um
rødd við stórari virðing í
Spania tá og í langa tíð eftir,
at føroyingar vóru givnir at
framleiða klippfisk.
Kelda: Føroyatíðindi, Statistisk
Aarbog og brøv.
Barcelona í 1929
Hendan myndin er tikin í Barcelona í 1929.
Hon er tikin inni í stásiligu pavillionini, sum danir høvdu
reist í sambandi við heimsframsýningina, EXPO1929, ið
varð í katalanska høvuðsstaðnum hetta summarið
Kunningarfundir um HD og MBA
á Føroya Handilsskúla
Kundi tú hugsa tær at hægri lestur innan búskap? Nú hevur tú
møguleika at kunna teg um HD útbúgvingina, sum verður boðin
út í samstarvi millum Århus Universitet og Føroya Handilsskúla.
KUNNINGARFUNDUR UM HD 1. MAI KL. 17.00
Greitt verður frá grundleggjandi búskaparligu útbúgvingini, HD 1.
PARTUR, sum er skipað sum parttíðarlestur á Føroya Handilsskúla í
samstarvi við Århus Universitet.
Somuleiðis verður greitt frá HD 2. PARTI, sergreinunum
´Roknskapi og búskaparstýring´ og ´Fíggjarligari ráðgeving´. Út-
búgvingarnar eru skipaðar við fjarlesturi á Århus Universitet, við
stuðulsvirksemi og møguleikanum at taka próvtøkur á Føroya
Handilsskúla.
Á kunningarfundinum eru umboð fyri Århus Universitet: Søren
Erik Nielsen, lestrarleiðari fyri HD og Rita K. Madsen,
skrivstovuleiðari og frá Føroya Handilsskúla: Aina L. Knudsen,
útbúgvingarleiðari. Somuleiðis luttaka lesandi á HD.
Ella hevur tú hægri útbúgving? Og kundi hugsa tær at
førleikament teg innan leiðslu og búskap á altjóða viðurkendari
MBA útbúgving á Århus Universitet?
KUNNINGARFUNDUR UM MBA 1. MAI KL. 19.00
Greitt verður frá um MBA skipa sum fulltíðarlestur í eitt ár. Hóast
útbúgvingin er skipa sum fulltíðarlestur, eru møguleikar at býta
lesturin upp, soleiðis at tú ert buruturi frá starvinum í styttri
tíðarskeið.
Somuleiðis verður greitt frá modul uppbygdu MBA, sum er skipa
sum parttíðarlestur.
Á kunningarfundinum eru umboð fyri Århus Universitet: John
Parm Ulhøi, lestrarleiðari fyri MBA og Lene Merete Pedersen,
fulltrúi. Somuleiðis luttaka lesandi á MBA. MBA verður boðin út av
Århus Universitet. Samstarva verður um MBA, m.a. ber til at taka
próvtøkur á Føroya Handilsskúla.
FØROYA HANDILSSKÚLI - Janusargøta 2 - Postsmoga 177 - 110 Tórshavn - Tlf 317177 - www.fh.fo