Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til minnis um Arnhold og Paulu Jespersen 23. apríl 2014, vóru 100 ár liðin síðan Arnhold Jespersen varð føddur. Arnhold var gift­ur Paulu, fødd 24. juni 1919 og sum sostatt hevði verðið 95 ár á jóansøku. Hesi bæði væla fólk eri eg stolt av at siga, vóru omma og abbi mín. Arnhold Jespersen var sonur Eliesar og Janu Jesper­ sen. Eliesar og Jana fingu fýra børn. Jana doyði, tá ið abbin bert var 6 ára gamal og minnist eg abban fortelja, at hann mintist, at mamman varð borin í kistuni út ígjøg­ num vindeygað. Hetta var trau­matisk uppliving hjá einum 6 ára gomlum barni og eyð­merkti tað abban. Hann var ser­liga upp­tikin av týdninginum at eiga góð foreldur og systkin og tosaði ofta um tað. Eliesar giftist upp­aftur við Hansinu og fingu tey tvey børn saman og eitt til fosturs. Paula Jespersen, fødd Olsen, var dóttir Óla í Grund­ ini og Tominu av Eiði. Tey búðu í grannahúsunum vest­an fyri hjá Eliesari og Janu og omman var trið­ yngst av tíggju systkjum. Mamm­an, Tomina, gjørdist sjúk, tá ið omman var pinku­ barn og mátti til Havnar eina tíð. Omman fór tí til hjúnini Martin og Paulinu Thor­ steinson, sum ongi børn áttu, at vera, bert 9 mnð. gomul, og bleiv har uppfostrað sum teirra egna barn. Arnhold og Paula vuksu bæði upp í Trongisvági, nærri sagt á Bedingini. Hetta var so at siga óbygt øki, men bedingin, ið varð bygd í 1894, dróg fólkið við sær. Eliesar, pápi abban, var bedings­meist­ari eftir krígg­ ið og Martin Thor­steinson, fosturpápi ommuna, var kav­ari og arbeiddi nógv á bed­ingini og aðrastaðni í land­inum, har arbeitt var við havna­bygging og við at gera lend­ingar. Abbin byrjaði sum ung­ ur maður at læra til skips­ timbrara hjá Niels Petur Smið, ættaður úr Sandvík, á bedingini í Vági. Síðan var hann umborð á Ananu, ið sigldi sum móðurskip undir Grønlandi eitt 2-ára skeið í seinnu helvt av 30´unum. Annars arbeiddi hann sum skipstimbrari á bedingini í Trongisvági saman við pápa sínum. Omman lærdi sum ung at seyma hjá Anettu Myllá. Hon bleiv trúlovað abbanum í 1934 og giftist tey jóladag í 1940. Tey fingu 5 børn – Mart­ in, Jan (1943-2011), Poul (1947- 80) og tvíburðarnir Rutt og Noomi. Omman var heima­ arbeiðandi, með­an børnini vóru smá; seym­aði klæði um náttina og ar­beiddi heima um dagin. Hon seymaði fyri fólk og hon seymaði uppá børnini. Umskapaði mangan frakka til kjólar og annað. Serliga stolt vóru tey av døtrunum í heimaseymaðum kjólum, tá ið Ingrid Drotning á vitjan á Tvøroyri í 1959, steðgaði øllum fylginum á veg niðan á sjúkrahúsið frammanfyri abbanum og segði: “Er de tvill­inger? Nej, hvor er de søde og fine!” Omman fór at læra til heima­hjálp seinnu helvt av sjeyt­i­árunum. Hetta tíðar­ skeiðið tók hon sær eis­ini koyri­kort. Eg hugsi mang­ an aftur á løtur saman við ommuni á vitjan hjá bæði Bogguni og Hann­omm­ uni, har eg slapp at sita á køksborðinum og fáa eitt sindur burturav sagovell­ing­ inum við kanelsukri á. Bæði abbin og omman vóru sera køn í hondunum; omman at seyma og abbin at evna alskyns lutir burtur úr træi, og hesi góðu, fín­ motor­isku evni síggjast aftur í børnum teirra, ið øll duga/dugdu avbera væl til hendurnar í størvum og frítíðarítrivum teirra. Hvørji jól, tá ið eg var smágenta, fóru vit inn til ommuna at taka mát til jólakjólan. Sniðgivin klæði, ið døtur mínar enn brúka til høgtíðirnar. Eg elsk­ aði at fara inn í hobbyrúmið hjá ommuni við síðuna av køk­inum, har Bernina seymi­maskinan stóð og hillar fullar av litríkum toyi og plastíløt við hundraðtals vøkr­um knapp­um talaðu til eina unga gentu, ið royndi at herma eftir omm­uni og seyma klæði til Barbie­dukk­ una. Abbin rokaðist í kjallar­ an­um og sæðuspønir vóru allastaðni. Har vóru alskyns amboð at skera, telgja, slípa og líma við. Abbin elskaði at telgja og dugdi hann tað sum fáur. Serliga vøkur vóru listahandverkini; varðin, bát­urin og gomlu føroysku velt­ingar­amboðini, ið hann seldi til Heima­virkið. Nøkur teirra prýða heim okkara í dag og serliga glað eri eg fyri risastóru skeiðina, ið abbin telgdi úr einum stórum træ­ petti og gav okkum í brúðar­ gávu. Skeiðin var súmbol uppá, at ongantíð skuldi mat­ur tróta í okkara húsi og hetta at verða mettur, hevði stóran týdning fyri abb­an. Ofta stóð hann við steiki­ pann­uni uppiyvir okkum og bað okkum fáa okkum meira! Omman og abbin gingu trú­føst á møti í Salem og átrúnaðurin var ein týð­ andi partur av teirra lívi. Abbin var sjálvur, saman við verpápanum, við til at byggja Salem í 1949 og mang­ an hevur vakra sang­rødd hansara ljómað í salinum. Sjálv var eg ofta við ommuni og abbanum á møti og minn­ ist væl hvítu møti-dropsini hjá ommuni, sum hon hevði í taskuni hjá sær til tær, hjá eini lítlari gentu, ofta longu løturnar. Omman gjørdist lamin í høgru síðu í 1985 og hetta var ein øgiligur smeitur fyri hana, ið von var at gera fimleik, koyra bil og ferðast. Hóast mótgongd, gav omman ikki upp. Skaffaði sær sjálv ein lítlan, elektroniskan bil úr norska blaðnum Familien – hetta var áðrenn tíðina, har Hjálpitólamiðstøðin út­ vegaði tílíkar bilar. Omman bleiv ein býarmynd í lítla bilinum; koyrdi úti í øllum veðri og til alt slag. Og tá ið elsta dóttirin var lítil, slapp hon túr við langommuni í inn­keypskurvini, ið hekk framman á bilinum. Hon var enntá so viljasterk, at hon seym­aði á seymimaskinu; hálaði toyið ígjøgnum maskin­una við vinstru hond og helt fast á hinum toy­ end­an­um við tonnunum. Hongdi gardinur upp, elti breyð, bakaði og skrivaði við vinstru hond. Men hon var kedd av ikki longur at kunna eta við knívi og gafli; segði at allur mat­urin smakk­aði líka, tá ið ein ikki slapp at skera sjálvur. Tá ið omman gjørdist lam­ in, yvirtók abbin mest­sum alla matgerð og eisini tað var væl úr hondum greitt. Besti steikti fiskur nakrantíð og nógvar eru løturnar við góð­ um mati at hugsa aftur á; ný­bakaðar pannukøkur, tá ið vit høvdu verið og fiskað í bátahylinum, feska súpan við abbasa heimagjørdu betong­ bollum, hósdagar til Dollars og nátturða inni í stovuni ella morgunmat og te á songina, tá ið systir mín og eg lógu á bóli inni hjá ommuni. Abbin brúkti eisini nógva tíð uppá urtagarðsarbeiði og stoltur bant hann blómutyssi av vak­urt littum morgunfrúum og gav mær heimvið. Omman og abbin náddu at vera gift í 67 ár. Eg kann næstan ikki ímynda mær, hvussu nógv ein hevur at siga fyri hvønnannan eftir so nógv ár. Orð vóru kanska heldur ikki altíð neyðug. Tann kókaði havragreyturin, ið omman kókaði hvønn morg­un, og sum stóð og bíð­ aði til abbin kom upp. Tá ið tey sótu friðarliga í køk­in­um og lurtaðu eftir onkr­um í útvarpinum; omman á bonk­ in­um við heita radia­torin og abbin í brúna ruggu­stól­inum við onkrum saman­rullaðu­m pappírs­petti ímillum fingrar­ nar. Omm­an og abbin hava haft so stóran týdning fyri meg, at tað fer næstan ikki ein dagur framvið, har eg ikki hugsi um tey. Tey ansaðu mær, tá ið eg var pinkubarn og mamma lærdi í Havn, og tá ið eg varð eldri og var heima og vitjaði, fór eg inn til tey hvønn dag. Eg kundi tosa við tey um alt, frá ung­ dómshøvuðbrýggi, mati, poli­tikki til útferðarlongsul, børn, átrúnað og dreymar. Altíð høvdu tey eina góða frágreiðing og onkra góða søgu ella bara eitt gott oyra at lurta við. Tey vóru tolin, hjálpsom, gávumild og nøgd. Alt hetta og meira takki eg fyri! Paula-omman og Arnhold- abbin fingu 17 ommu- og abbabørn og 22 langommu- og langabbabørn. Ærað verið minnið um ommuna og abb­an, Paulu og Arnhold Jesper­sen. Súsanna Føðing 3. apríl fingu Barbara Debes og Eyðstein Sørensen eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3160 gr. 70 ára føðingardagur Ingibjørg Midjord, Tórshavn, verður 70 ár 29. apríl. Dagurin verður hildin 3. mai frá kl. 12 Undir Gráasteini 28. Gullbrúdleyp Leygardagin 26. apríl hava hjúnini Esther og Jógvan Ryggshamar Fuglafjørður gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin i Lonini i Fuglafirði frá kl 17.00 til 22.00.Hjartaliga vælkomin. 85 ára føðingardagur Hin 29. apríl fyllir Sigga Dam, Heygsvegur 19, Tórshavn - 85 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. 75 ára føðingardagur Týsdagin 6. mai fyllir Hanus Peter­sen við Norðskála 75 ár. Dagurin verður hildin á Rættagarðar 10 við Norð­ skála, Leygardagin 10. mai, frá kl. 18:00. Øll eru vælkomin. 70 ára føðingardagur Tann 26. apríl verður Kaj Olsen, Skála, 70 ár. Dagurin verður hildin í Bygdahúsinun í Leirvík kl. 18.00. Tey íð ynskja at halda dagin saman við Kaj verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 14. apríl á tlf. 211612/441365 ella T.post olsen.skala@gmail.com