mikudagur 23. apríl 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Siti her seinasta dag í páskafrítíðini. Vaknaði í morgun
og kundi staðfesta, at veðrið fór at gera sítt til, at hetta
fór at verða ein deiligur dagur. Tað luktaði væl av dunnu
og knappliga kom eg í tankar um, at eg hevði gloymt at
kókað egg. Tað er 2. páskadagur og tá rulla vit egg. Nakað
framman undan høvdu vit verið túr við hundinum,
og tá høvdu vit sæð onkran leypa á sjógv. Tað hava
serliga verið kvinnurnar, sum hava svomið í sjónum tey
seinastu fáu árini, men teir seinastu dagarnar eru nógv
lopin á bláman.
Eg rokni við, at hetta byrjaði við teimum avbjóðingum,
sum hava verið á teimum sosialu miðlunum seinastu
tíðina, har ein avbjóðing hevur verið serliga nógv
umtalað. Hendan innihelt alkohol og nógv foreldur
hava uttan iva havt kjakið við tannáringar sínar um,
at tey nýtist ikki at gera tað sama sum hini. Tosið
um týdningin at læra seg at hugsa sjálvur, og hvussu
bólkatrýst kann hava keðiliga ávirkan.
Mær dámdi altíð so væl sangin, sum byrjar “elt ikki alt,
sum fyri er slóðað – sjálvbjargin far yvir land yvir hav”.
Eg minnist enn, tá vit greinaðu hann í framhaldsdeildini,
og eg havi havt hasi orðini við mær líka síðan. Ja, nú í
skjótt 20 ár.
Eg minnist eisini enn kjakið, sum eg sum tannáringur
hevði við foreldur míni, tá vit tosaðu um, at okkurt ikki
nýtist at vera rætt bara tí at hini gera tað. Eitt dømi, sum
eg sjálv havi brúkt við mínum børnum er: “um onkur
hevði lopið á sjógv, hevði tú gjørt tað sama?”
Eg hugsi akkurát um hasi orðini nú seinasta dag í hesi
páskafrítíðini. Tað eru ótrúliga nógv fólk, sum hava gjørt
akkurát tað í dag. Lopið á sjógv, tí at onkur annar hevur
bjóðað teimum av. Tí at onkur annar er lopin á sjógv.
Harmleyst og stuttligt heldur onkur. Onkur annar
heldur hetta vera fjas og uppaftur onnur halda, at tað
eru ríkiligt av føroyingum, sum renna aftan á tí, sum
onnur gera, uttan at hugsa um hvat tey gera.
Tað, sum kann undra meg eitt sindur er, at fólk hava
tikið onnur líknandi spøl í ramasta álvara, ávara í móti
teimum, tí at tey í ringasta føri kunnu føra til deyða.
Men tað, sum kann verða vandamikið við slíkum
avbjóðingum er, at tað sum oftast ikki verður hugsað.
Tað standa fleiri fólk og geila onnur upp og hjá mann
fólki plagar tað at vera nógmikið at siga “chicken”, so
plagar at rigga.
Gaman í er tað stuttligt at nógv fólk leypa á bláman
í páskahøgtíðini, men tað, sum eg kann gerast eitt
sindur bangin um, eru tey, sum ikki ætla at taka við hesi
avbjóðing. Tað er eitt sera stórt trýst á fólki, og hvat læra
vit tey ungu og børnini hjá okkum, tá vit lata okkum
ávirka av rákinum og bara gera, sum hini, tí at tað hava
hini sagt, at vit skulu?
Hetta hevur onkur eisini víst á hesar seinastu dagarnar,
og tá verður ypt øksl, flent og sagt: “ikki vera so
óinteressant ella ikki vera so alvorlig”.
Hetta er eitt týdningarmikið sjónarhorn av hava við. Tí
at bólkatrýst hevur havt nógvar keðiligar avleiðingar
fyri menniskju fyrr.
Eyðgerð Mørkøre
Kruse
málsviðgeri
EYGA
MÁLIÐ
Sjórok og
bólkatrýst
eblaðið
sos.fo