Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur menn seinni var VÍF á odda 19-18. Eitt nú kostaði harða KÍF- verjuspælið nógv brotskøst til VÍF, har Sámal Joensen var ein brandur at fáa bóltar­ nar í mál. Áki fekk javnleik Bæði væl og leingi fylgdust liðini stavn um stavn sum dysturin leið, og tá ið tveir min­uttir vóru eftir stóð á jøvnum 25-25. Hans Eli Sigurbjørnsson, sum bæði var ein hóttan á vinstra bakki og á vinstra vongi, megn­aði at leggja KÍF á odda 26-25 tá ið lítið av tíð var eftir – tó ikki ov lítið til at VÍF fekk stáplað eitt álop á beinini afturat. Tað dróg nakað út, men við trimum sekundum eftir av tíðini setti VÍF upp til eitt skot, sum 17 ára gamli Áki Egilsnes tók sær av. Hann langaði bóltin í yvirleggjaran og inn, og í tí sama sum mál­ talvan broyttist til 26-26 broyttist tíðin til 60:00 og greitt var, at næsta final­an í Kollafirði fór at vera dyst­ urin, har alt kundi avgerast. Sjálvur segði hetjan, sum helt lív í VÍF-vónini, Áki Egilsnes, at tað ikki var ætlanin at skjóta í hesi av­ ger­andi støðuni. – Eg ætlaði mær ikki at skjóta, men tá ið eg sá, at viðleikararnir stillaðu seg í múr, so varð eg noyddur til tað. Eg ætlaði mær at skjóta ímóti longra horni, men eg varn­aðist, at har var væl vart fyri, so eg hamraði til í styttra horn, segði Áki við Sosialin eftir dystin. Til Kollafirðar Var høllin í Vestmanna stúv­ að skíriskvøld, so var høllin í Kollafirði tað so sanniliga eisini leygarkvøldið. Men hvør vildi nú ikki síggja hetta finalubrakið ímillum grannar­nar úr Vestmanna og Kollafirði, og tey, sum ikki sóu hana, mistu ein fram­úrskarandi spennandi dystarenda. Púrasta jøvn vóru liðini fyrstu longu løtuna, og tað var ikki fyrr enn 18 minuttir vóru spældir, at eina liðið megnaði at vinna sær ein tveymálsmun. Tá var tað Nicklas Selvig, sum legði KÍF á odda 11-9. Hetta lítla opið víðkaðist til bæði 15-11 og 16-12 til KÍF, men tað var VÍF, sum fekk pyntað um í evstu løtu so­ leið­is at hálvleiksstøðan var 16-13 til KÍF. Tíðliga í seinna hálvleiki rapaði spælið hjá VÍF full­ komiliga saman, og mið­ skeið­is í seinna hálvleiki gjørd­ist støðan 22-17 til KÍF. Tá sá púra vónleyst út hjá VÍF hesa løtuna, men júst sum tað sá mest vónleyst út vend­ist gongdin, og við fýra málum á rað minkaði VÍF heilt niður í 22-21. Hetta tók teim­um bara knappar fýra minuttir, so ríkiligt av tíð var til at javna og fara eftir sigr­ inum. Tað var tó KÍF, sum megn­ aði at halda einari teprari leiðslu – heilt til hálvur ann­ ar minuttur var eftir, tá ið ein væl spælandi Sámal Joensen javnaði til 25-25. Tony Weihe legði síðani KÍF á odda aftur 26-25 áðr­ enn Áki Egilsnes – júst sum í fyrru finaluni – javnaði til 26-26 í evstu løtu. Nøkur sekund vóru tó eftir og KÍF fekk tiltuskað sær eitt brotskast júst sum tíðin fór. Fleiri høvdu roynt seg framman­undan, men Niklas Simonsen í VÍF- málinum tók at kalla øll, og hesaferð var tað vest­menn­ ingurin Magnus Müller, sum varð settur at skjóta. Hann sendi bóltin í málið til mikla gleði fyri alla koll­ fjarðarbygd, sum í stórum tali savnaðist inni á vøllinum at fegnast FM-heitið um­ vegis 27-26-sigur á VÍF í einari serstakliga tættari og spenn­andi FM-finalu. albinus@sosialurin.fo Smálutir vóru avgerandi Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, var misjavnt nøgdur við at fáa silvurið tá ið saman um kom. – Eg eri nøgdur við at koma í finaluna, men eg haldi ikki at nakar, ið tapir eina finalu, er nøgdur. Vit eru vónbrotnir, men alt kappingarárið havt í huga, so meti eg tað vera flott, at vit komu í final­ una, sigur Henrik, sum undan finaluna segði við Sosialin, at teir í VÍF arbeiddu upp á at vera skarpir í báðum final­ unum. Vit spurdu, um hann metti teir vóru nóg skarpir. – Ja. Eg haldi vit vóru har, sum vit skuldu vera. Tað vóru smálutir, sum av­gjørdu finaluna. Vit spældu fýra ferðir 30 min­ uttir og tað var eitt mál í evstu løtu, sum avgjørdi alt. Hetta vóru tveir góðir dystir, sum settu før­oysk­ an hondbólt fram í ljósið, sigur Henrik. Vit spurdu Henrik, um hann nú – nakrar dagar eftir finaluna – er komin at hugsa um nakað, sum hann kundi gjørt øðrvísi taktiskt. – Nei, tað haldi eg ikki. Vit kundu ikki gjørt tað øðr­vísi, men vit kundu gjørt tað betri, og soleiðis er tað altíð. Tað, sum vit avtalaðu, helt, men tað vóru nakrar persónligar villur, sum avgera. Vit vísa tó góðan stríðsanda og koma aftur eftir at hava verið aftanfyri við fimm málum. Hetta var ein ógvuliga taktiskur dyst­ur, har liðini skiftu uppstilling fleiri ferðir fyri at stressa mót­ støðu­liðið, metir Henrik Gerster, sum ikki hevur gjørt sær egna meting um av­gerandi brotskastið, sum KÍF fekk í evstu løtu. – Eg havi valt at ikki síggja støðuna umaftur enn, men Mads Eriksen, sum dekkaði Rógva Weyhe í støðuni, sigur, at hann stóð uttanfyri feltið og at tað tí ikki var brots­kast. Men ein verju­ leikari følir kanska altíð tað, sigur Henrik Gerster at enda. Henrik Gerster skriv­ aði fyri tveimum vikum síðani undir sáttmála, sum bindur hann at VÍF kom­andi kappingarár. albinus@sosialurin Skírisdag 17. apríl 2014, høllin í Vestmanna VÍF - KÍF 26-26 (15-13) VÍF: Áki Egilsnes 8, Filip Jojic 5, Mads Eriksen 4, Sámal Joensen 3, Sámal Jákup Djurhuus 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 1, Zarko Pejovic 1 KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Magnus Muller 5, Andrias Nielsen 4, Nicklas Selvig 4, Tony Weyhe 2, Rúni Joensen 2, Teitur Joensen 1, Rógvi Weyhe 1 Dómarar: Uni Wardum og Dánjal Samuelsen Leygardag 19. apríl 2014, høllin í Kollafirði KÍF - VÍF 27-26 (16-13) KÍF: Andrias Nielsen 10, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rógvi Weyhe 4, Nicklas Selvig 3, Rúni Joensen 2, Magnus Muller 1, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen 1 VÍF: Sámal Joensen 9, Filip Jojic 4, Joen Pauli Høgnesen 3, Mads Eriksen 3, Áki Egilsnes 2, Julian Olsen 1, Agnar Joensen 1, Andrias Eriksen 1, Sjúrður Nielsen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1. Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen Henrik Gerster: Myndir: Álvur Haraldsen