mikudagur 23. apríl 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Í landskappingini vóru tey
stavn um stavn um mál
strikuna við 33 stigum í part,
og hóast liðini eru ógvuliga
ymisk, so varð roknað við
einum tøttum og spennandi
dysti ímillum KÍF og VÍF.
Fjepparar høvdu eisini
gjørt nógv burturúr við at
hittast undan finalunum
og koma í rætta hýrin. Í
Kollafirði hittust tey í góðari
tíð at skunda undir sínar ver
andi meistarahetjur í bygd
ini, meðan tey í Vestmanna
royndu at fáa tað at hanga
saman við kvinnufinaluni,
har VÍF jú eisini var um
boðað.
VÍF byrjaði betur
Fyrsta finalan var í Vest
manna skíriskvøld kl.20.00,
har høllin longu ein hálvan
tíma undan dystarbyrjan
var stúvað við áskoðarum.
Høllin var at kalla tvíbýtt
ímillum VÍF- og KÍF-fjepp
arar, men helst vóru tað
heimaáskoðararnir,
sum
høvdu munin.
Tað var VÍF, sum av
álvara tóktist at vera betur
fyrireikað til hesa fyrstu
finaluna á heimavølli, og tá
ið átta minuttir vóru leiktir
var longu 5-2 til heimaliðið.
Serliga var tað Filip Jojic,
sum átti lut í góðu byrjanini
við trimum málum.
KÍF slepti tó ongantíð tak
inum og serliga var tað Hans
Eli Sigurbjørnsson, sum tók
sakina í egnar hendur fleiri
ferðir. Hann skeyt átta mál
í fyrra hálvleiki, har VÍF
stundum var ávegis at renna
avstað, men KÍF allatíðina
helt seg í hølunum við tveim
um ella trimum málum.
Hálvleiksstøðan var 15-13
til VÍF.
KÍF svaraði aftur
Í seinna hálvleiki var tað KÍF,
sum fekk bestu byrjanina
og við málum frá Andrias
Nielsen og Rúna Joensen
javnaðu til 15-15. Hetta fekk
av álvara veruligt lív í dystin
aftur.
KÍF hevði lagt nógva
orku í at sleppa á odda fyri
fyrstu ferð í dystinum, og
hetta eydnaðist tá ið níggju
minuttir vóru spældir av
seinna hálvleiki. Tað var
Magnus Müller, sum legði
kollfirðingar á odda 18-17.
Gongdin var tó framvegis
púra jøvn og tveir minuttir
ítróttur
KÍF er
føroya
meistari
FM-finalan hjá monnum ímillum KÍF og VÍF kundi valla gerast meiri
spennandi, enn hon gjørdist. Eftir 26-26 í fyrstu finaluni var alt víðopið í
næstu finaluni, sum var eitt sekund frá at eisini enda 26-26 – men so fekk
KÍF brotskast og vestmenningurin Magnus Müller sendi gullið til kollafirðar
Høvdu takið á teimum
Eddie Joensen, venjari hjá
KÍF, er lutvíst samdur við
Henrik Gerster í at tað vóru
smálutir,
sum
avgjørdu
finaluna.
– Serliga í fyrra dystinum
vóru tað smálutir, sum av
gjørdu, men í seinna dyst
inum kendi eg á mær, at
vit høvdu takið á teimum.
Úrslitið vísir, at tað gjørdist
tætt at enda, men tað vísir
eisini, at vit hildu høvdið
kalt, sigur Eddie og heldur
fram:
– Vit hugdu at sjónbandi
av fyrru finaluni og vóru
ógvuliga væl fyrireikaðir
til ta seinnu. Vit hugsaðu
allar taktiskar møguleikar
hvat VÍF fór at finna uppá,
sigur Eddie og peikar á at
hann metir, at tað kom
óvart á VÍF, at kollfirðingar
byrjaðu við tveimum striku
spælarum.
Eddie
Joensen
hevur
einans staðið á odda fyri
KÍF sjey dystir tilsamans
ímóti kappingarenda, men
hann hevur verið trúgvur
áskoðari hjá liðnum, sum
hann áður hevur spælt fyri.
Vit spurdu Eddie, um hann
sum áskoðari hevur hugsað
hvat hann hevði broytt, um
hann sjálvur bleiv venjari.
– Ja, tað geri eg altíð og
tað havi eg altíð gjørt. Tað
gera fólk ofta, sum hava
spælt hondbólt áður, sigur
Eddie og vísir á, at tað ikki
var bara bara at taka við
sum venjari so seint í kapp
ingini.
– Eg vil siga tað einasta
trupla er, at ein kennir ikki
leikararnar sum so – hvussu
eg skuldi seta teir saman.
Nú høvdu vit spælt fimm
dystir áðrenn finaluna og
teir síðstu dystirnar fall tað
upp á pláss. Tað var trupult
at byrja við, men til finaluna
vóru vit klárir. Ordiliga
klárir, sigur Eddie og vísir
at enda á, at hann fegnast
um at Jóan Pauli Olsen var
hjálparvenjari í finalunum.
– Hann hevur verið ein
stór stór hjálp. Hann dugir
at práta leikararnar upp í lag
og seta teir upp, sigur Eddie
at enda.
albinus@sosialurin.fo
Eddie Joensen:
ítróttur hondbóltur menn