mikudagur 23. apríl 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hondbóltur kvinnur
liðnum er lokalur, og fyri
tað heilt nógva er talan
um
blaðungar
spælarar,
sum væl kunnu hava heilt
nógv ár eftir í sær. Jórun S.
Ludvig og Anja Heinadóttir
eru
sjálvandi
veteranar,
men eitt nú hava spælarar
sum Bára K. Hansen, Ásleyg
Súnadóttir,
Anna
Sofía
Mohr, Anna Brimnes og
Bjarta O. Johansen veruliga
spíla seg út í vetur. Serliga
imponeraðu Bára og Anna
Sofía í finaluni leygardagin,
og tað gjørdi tað ikki verri,
at Turið Arge eisini kom úr
barnsburðarfarloyvi
móti
kappingarenda.
Geir Wardum hevur í fleiri
ár verið høvuðsvenjari hjá
liðnum, og við Sophus Dal-
Christiansen og Andreas F.
Hansen á beinkinum í vetur
tykist liðið hava fingið sein
asta skumpið upp á tindin.
Enn er ikki víst, at allar
tær somu eisini eru við til
komandi hondbóltsveturin.
Men bulurin á Kyndils-lið
num tykist í dag somikið
sterkur, at talan væl kann
verða um eitt lið, sum eisini í
komandi árum verður við til
at mynda toppin í føroyskum
kvinnuhondbólti.
jakup@sosialurin.fo
Ógjørligt
at stýra
spælarunum
Jákup Mørk
Andreas F. Hansen helt
eftir
dystin,
at
talan
kanska ikki hevði verið
um tann vakrasta hond
bóltsdystin, men at hann
hevði sæð sínar spælarar
strítt seg fram til meist
araheitið.
– Tað var sera trupult
at sita á beinkinum, tí tað
er so avmarkað, hvat tú
fært gjørt, tá dysturin er
farin ígongd.
– Vit royndu tað, sum
vit kundu, men tað var
sera trupult at fáa gongd
á spælið hjá okkum. At
rópa nyttaði als einki, tí
spælararnir hoyrdu einki
kortini. Vit royndu tí at
geva ymsar instruksir
við, tá spælarar vórðu út
skiftar, men tað eydnaðist
ongan tíð at flyta verjuna,
so pláss varð fyri álops
spælinum. Men vit stríð
ast væl alla tíðina, og at
enda var tað nóg mikið,
segði Andreas F. Hansen
eftir dystin.
Venjarin
varð skaddur
Andreas F. Hansen, sum
er annar av høvuðsvenj
arunum
hjá
Kyndils-
kvinnum, mátti leygar
dagin ásanna, at tað onkra
tíð kann vera meira enn
bara vanliga hart at sita á
beinkinum. Í seinna hálv
leiki fekk hann nevnliga
vøddaskaða, tá hann ta
einu ferðina leyp upp frá
úr sessinum á útskiftara
beinkinum.
– Eg leyp uppfrá ta
einu ferðina, og tá føldi
eg ein ordans brest í legg
inum. So tað er eingin
ivi um, at eg havi fingið
eina kraftiga fipur, sigur
Andreas, sum í síni tíð
var ein av stuðulsspælar
unum hjá Kyndli. Aldurin
er tó farin frá hesum, og
sjálvur tók hann nú til, at
hann kanska eisini var ov
gamal til at vera venjari.
Andreas F. Hansen sat við ísi á legginum
seinasta partin av FM-finaluni leygardagin
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Útvísingarnar kostaðu
Við
fimm
málum
á
rað
hevði
VÍF togað
seg
fram
um Kyndil,
tá bara fáir
minuttir vóru eftir av finalu
dystinum leygadagin.
Seinastu
løtuna
fekk
heimaliðið tó aftur takið, og
so máttu Liljan Djurhuus
og liðfelagarnir ásanna, at
gullið ikki verður teirra í ár.
– Vit klára ikki at halda
fast, tá vit fáa útvísingar
móti dystarenda, sum kosta
okkum øgiliga dýrt. Og so
fær Simona hasa bæði mál
ini, sum avgera dystin, helt
Liljan, tá vit fingu orð á hana
eftir dystin.
Hon helt ikki, at tað var so
nógv, sum tær hjá VÍF kundu
gjørt øðrvísi.
– Tað eru serliga útvís
ingar, sum kosta. Tá verða
vit ein færri, og vit hava
brúkt øgiligar kreftir til at
koma aftur í dystin.
Og sæð yvir tveir dystir.
Er tað so í lagi, at tað nú er
Kyndil, sum stendur við FM-
gullinum?
- Tú fert væl ongan tíð at
siga, at tað er í lagi at tapa.
Men tær hava so vunnið
báðar finalurnar, og eg skal
sjálvandi ynskja teimum til
lukku við FM-heitinum, segði
Liljan Djurhuus.
jakup@sosialurin.fo
VÍF - Kyndil 16-19 (7-12)
10 min: 2-5
20 min: 5-8
40 min: 10-13
50 min: 12-14
VÍF: Liljan Djurhuus 6(2), Durita Christophersen 4,
Durita Ljósstein 3, Tóra Seloy 1, Soley Hórará 1,
Eilin Hansen 1
Kyndil: Simona Petersen 10(5), Bára K. Hansen 3,
Jórun S. Ludvig 2, Anna Sofía H. Mohr 1,
Bjarta O. Johansen 1, Anna Brimnes 1, Turið Arge 1
Brotskøst: VÍF 2/2, Kyndil 6/5
Útvísingar: VÍF 4, Kyndil 2
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Heri Petersen
Kyndil - VÍF 14-12 (5-4)
10 min: 2-1
20 min: 4-4
40 min: 7-5
50 min: 8-10
Kyndil: Simona Petersen 5(2), Anna Sofía H. Mohr 4,
Turið Arge 2, Jórun S. Ludvig 1, Ásleyg Súnadóttir 1,
Bjarta O. Johansen 1
VÍF: Liljan Djurhuus 4, Agnas Olsen 4,
Durita Ljósstein 1, Rakul Joensen 1,
Durita Christophersen 1, Sóley Hórará 1
Brotskøst: Kyndil 3/2, VÍF 0
Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 4
Dómarar: Uni Wardum & Dánjal Samuelsen
Myndir: Álvur Haraldsen