Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur kvinnur Grønt & greipað Kyndilskvinnurnar hava verið tær bestu í vetur. Og tá tað ikki bar til at spæla seg fram til FM-gullið, var stríðsviljin nóg stórur til at toga seg seinasta pettið móti gullinum Jákup Mørk Fagnaðurin var øgiligur, tá floytan í høllini á Hálsi ljóð­aði fyri seinastu ferð. Kyndils­kvinnurnar vóru á gáttini til at missa FM-gullið á gólvið, tá VÍF við fimm málum á rað hevði vent næstu FM-finaluni á høvd­ ið. Men tær grønu reist­ust aftur, og við rimmar enda­ spurti fingu tær gullið undir land. Breiddin avgerandi Í fyrru finaluni, sum varð spæld í Vestmanna skírisdag, hevði Kyndil eina løtu sópað allan iva til viks, men brád­ liga gjørdist talana um ein serstakliga spennandi hond­ bóltsdyst. Við eini stórskjótandi Simonu Petersen á odda buldr­aði Kyndil avstað, og longu í steðginum tóktist tað mesta vera avgjørt. Fyrstu 20 min­uttirnar av seinna hálv­ leiki eydnaðist tó bara at skjóta tvey mál, og VÍF mink­ aði munin niður í eitt, tá tær gulu brádliga mistu takið. Innan hálvan minutt hevði Kyndil revsað tvey óneyðug bólttap hjá teimum gulu, og so kom sigurin ongan tíð av álvara í vanda. Seinna finalan í Havn gjørd­ist ein veruligur klass­ ikari. Ikki endiliga, tí hond­ bóltsspælið var somikið gott. Men í 60 minuttir sóu áskoðar­arnir tvey lið, har hvør tann einasti spælarin strídd­ist av øllum alvi fyri stóra málinum. Verjurnar stóu stinnar sum kletturin, og tað var mest sum ógjørligt hjá skjútt­unum á liðunum báðum at koma framat. Kyndil helt seg eitt lítið vet framman­fyri, tá tær høvdu vengur, ið dugdu at skora, meðan tað hjá VÍF einans var Liljan Djurhuus, sum tað glógvaði í eina løtu. Tað var sermerkt, at VÍF næstan ikki skifti út, og eftir steðgin tóktist tað verða munurin, at Kyndil í størri mun kundi spara upp á kreftirnar hjá einstøku spælarunum. Og tá tær høvdu vunnið seg upp á 8-5, var trupult at síggja nakran veg aftur hjá VÍF. Í Sóley Hórará áttu tær gulu tó ein trumf eftir. Tað eru kanska meira enn 10 ár síðani, at Sóley varð kosin besti spælarin í landinum, men hóast orkan ikki longur er til 60 minuttir, so eru hond­bóltsevnini eyðsýnd. Hon bæði skoraði og spældi upp, og bara 10 minuttir fyri leiklok var tað nú VÍF, sum hevði dystin í seinum hondum. Seinastu 10 minuttirnir prógvaðu tó aftur, at orkan ikki rakk hjá VÍF. Tvær út­ vís­ingar trektu seinastu tenn­inar úr liðnum. Simona Petersen, sum annars hevði skotið alt ov nógv til fánýtis, fekk brádliga pláss til at knalla tveir bóltar inn, og tá Bjarta Johansen og Ásleyg Súna­dóttir settu punktum, kókaði grøni parturin av høllini. VÍF fekk seinasta málið, men tað var ov lítið og ov seint, og so var hond­ bólts­veitslan fullkomin hjá teim­um grønu. Drúgt hál Hetta er fyrsta ferðin, at Kyndils­kvinnur hava vunn­ ið bæði lands- og steypa­ kapp­ing í sama kappingar­ ári, og talan hevur verið um langt hál hjá grøna havnar­ felagnum. Síðani tær seinast í 90’unum sótu á FM-trúnuni, hava tær verið á botni og vent, men seinnu árini hava strikur­nar til eitt nýtt stórlið verið alt meira sjónligar. Sjálvandi eru spælarar sum Simona Petersen og Kristina Griksaite muna­ góður styrkur, sum er komin uttaní­frá. Men bulurin á Hevur bíðað í 15 ár Jórun Ludvig er einasti spælarin á Kyndils-liðnum, sum eisini var við, tá Kyndil seinast vann FM-heitið. Saman við liðfeløgunum kundi Jórun fegnast um FM-gullið, sum Kyndil ogn­ aði sær leygardagin. Hetta er fyrsta FM- heitið hjá Kyndils kvinnum í 15 ár, og tað er ein løta at bíða. – Ja, tað er leingi at bíða. Fyri Kyndil er hetta lang tíð, og at tað nú eisini gjørdist greipan, er bara heilt fan­ tastiskt. Tit hava ongan tíð vunn­ ið greipuna fyrr. Hevur tann spurningurin fylt nakað, síðani tit í februar vunnu steypafinaluna? – Slettis ikki. Tað var faktiskt ikki fyrr enn í morgun, at eg fann útav, at Kyndil ongan tíð hevði vunnið greipuna hjá kvinn­ um fyrr. Eg havi vunn­ið bæði lands- og steypa­ kapping fyrr, men tað hevur so ikki verið í sama ári, sigur Jórun. Dysturin leygardag var fyrst og fremst merktur av tveimum framúr sterkum verjum, og Jórun viðgekk, at talan var um harðan og strævnan dyst. – Verjurnar stóðu øgiliga væl. Hjá okkum riggaði slettis ikki at fáa gongd á álops­ spælið, men tíbetur var tað sama eisini galdandi fyri VÍF. Og hetta er fyrst og fremst verjunum fyri at takka. Sjálv er Jórun ikki mill­ um tær yngstu á liðnum, og hon fekk at enda eisini spurn­ingin, sum verður settur flestu veteranum: Ert tú til reiðar at vinna meira gull næsta ár? – Beint nú eri for troytt til yvir høvur at hugsa um nakran hondbóltsdyst. Men man tað nú ikki fara at verða kortini, sigur hon. jakup@sosialurin.fo