mikudagur 23. apríl 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
H E S A V I K U N A
Teitur M. Gestsson 4
Tók tað kann skuldi og átti ikki lut
í málunum hjá Víkingi. Hevði onkra
bjarging, men annars var ikki so nógv
at gera av beinleiðis royndum.
Jógvan Rói Davidsen 3
Tað ert altíð sprell í manninum og
hann einki verri fyri enn hann var
áðrenn hann bleiv skaddur. Slapp
tó sjáldan at útfolda seg í hesum
dystinum.
Jóhan Troest Davidsen 2
Átti báðar gávurnar, tá Víkingur
minkaði um munin til 2-1. Hann hevði
eisini onkra minni hepna avlevering
í uppspælinum. Undir standard fyri
landsliðsmiðverjan.
Rógvi S. Holm 4
Var nógv meiri sjónligur í verjuni
og stemplaði væl upp í fleiri førum.
Tók eisini fleiri rættar avgerðir, tá
Víkingur fór í mótálop.
Pál M. Joensen 3
Hevur lagt upp til nøkur góð mál í
ár, men hesa ferð mundi álopssinni
hjá vinstra bakkinum kostað í hinum
endanum. Hevur sett á vinstra bakk
plássið við fleiri jøvnum avrikum
Tróndur Jensen 3
(Út 82.min)
Hevði ikki ein av sínum bestu dystum
í framrættaði spælinum. Tað gekk í
løtum ov seint fyri seg. Vann onkrar
gløggar bóltar á miðvøllinum.
Heini Vatnsdal 4
Hevur eitt ótrúligt drive, tá hann
fyrst fær ferð á. Hann átti stóran lut í
fyrsta málinum, tá hann rann Víkinga
verjuna um koll. Mennist á tekniska
økinum og ein arvatakari til Fróða
Benjaminsen í álandsliðnum við tíðini
Fróði Benjaminsen 4
Var í fleiri tvídystum í leypi av
dystinum og var heppin ikki at fáa
gul fyri onkra takling. Var um reppið
at skora flott mál í fyrra hálvleiki,
men annars eitt javnt gott avrik frá
liðskiparanum.
René Shaki Joensen 3
(Út 86.min)
Hevur havt trupult við at finna seg
til rættis í HB. Spældi á høgra vongi
og fekk eitt mál, har ferðin kom
honum til góðar. Ikki avgerandi
fyri dystarútfall og stendur enn í
menning.
Kristin R. Mouritsen 4
Aftur eitt javnt og gott avrik frá
Kristini, sum arbeiður hart og er
góður á bóltinum, men onkuntíð
manglar at síggja skjótu og avgerandi
loysnina. Skoraði fyrsta málið.
Andre av Fløtum 4
(Út 89.min)
Ótrúliga gevandi at sita og hyggja
eftir bólttrygga framherjanum,
sum ferð aftaná ferð pilkar bóltar
niður og fordeilur teir víðari. Hevði
møguleikan at avgera, men skotið
fór langt uppum. Málini mangla til
eitt vist.
Símun Samuelsen
(Inn 82.min)
Kom inn seinastu átta minuttirnar,
men ov stutt til at gera eina meting.
Kom í eina góða støðu, men gleið í
avgerandi løtuni.
Levi Hanssen
(Inn 86.min)
Ov stutt inni til at gera ein meting
Poul Ingason
(Inn 89.min)
Kundi bæði havt skorað og fingið
reytt kort stutt løtuna hann var inni.
Fyrst bjargaði Geza Turi stútarinum
og løtu seinni sparkaði hann út eftir
Atla Gregersen í tvídysti
Avrik: tøl 1 til 6
Tróndur Arge – Gundadalur
Tað eru tjúgu minuttir eftir
av dystinum í Gundadali.
HB er á odda 2-0 og hevur
fult tamarhald á dystinum.
Innanhýsis er víkingarnir
farnir at skeldast og rógva
ikki í takt. Máttloysið er til at
fáa eyga á, og ringa gongdin
stendur til at halda fram.
Víkingur sparkar burtur
og støðan tykist vandaleys.
Landsliðsmiðverjin,
Jóhan
Troest Davidsen, er fystur
á bóltin, meðan málleysi
Finnur Justinussen eltir.
Brádliga byrtist ein vón,
tá Jóhan ikki rakar bóltin.
Finnur setur ferð á móti
málinum,
men
landsliðs
miðverjin rennur hann upp
– men glíður aftur.
Eftir
fimm
málleysar
dystir er Finnur Justinussen
kaldur frammanfyri mál
inum og skorar. 2-1 og Víking
ur gert klárt at bjóða HB av.
Í høvdinum hjá Finni
Justinussen er ikki nógv
hent, hóast hann hevur fing
ið hol á fyri kappingarárið
2014.
– Eg síggi tað, sum eg fái
tvær gávur frá Jóhan. Fyrst
glíður hann og so fari eg
avstað. Eg síggi so, at hann
kemur aftur í aftur, og eg
royni at prika bóltin afturum
hann. Bólturin liggur væl og
eg fái skotið hann í málið,
sigur
Finnur
og
leggur
afturat.
– Tað var deiligt at síggja
bóltin fara í málið, men tað
var bara til 1-2, so tað var at
fáa arbeiðshandskarnar upp
á aftur og arbeiða víðari, sig
ur Finnur Justinussen.
Tað er ein eginleiki, sum
Finnur hevur. Hann arbeiður
hart líka mikið hvat.
– Finnur er eyðmjúkur og
hann er sinnaður at arbeiða
fyri liðið. Mangan hevur tú
áleyparar, sum eru bangir
fyri at arbeiða fyri liðið, men
tað er ikki tilfeldið við Finni.
Hann arbeiður altíð hart.
Í dag spælir hann á høgra
vongi í fyrra hálvleiki og
stríðist. Hann ger tað hann
verður biðin um. Ein klassa
spælari,
sigur
Sigfríður
Clementsen,
venjari
hjá
Víkingi.
Finnur javnar
Fyrri hálvleikur var javnur,
har hvørki av liðnum kemur
til teir heilt stóru málmøgu
leikarnar. Við seinasta spark
inum í fyrra hálvleiki leggur
HB seg á odda 1-0. Heini
Vatnsdal er lykilin, tá hann
vinnur tvídystin móti Erlingi
Jacobsen í høgru og leggur
innfyri. Kristin R. Mouritsen
er vakin og skorar til 1-0.
Seinni hálvleikur er ikki
tíggju minuttir gamal, tá HB
kemur upp á 2-0. René Shaki
Joensen kemur frá høgra
vongi og rennur inn um verj
una hjá Víkingi. Hann kemur
framvið verjuni og skorar til
2-0.
Fram til tjúgu minuttir
eru eftir bendir lítið á, at
Víkingur fær stig í Gundadali.
Men fyrst minkar Finnur við
fyrr umtalaða málinum. Seks
minuttir seinni ber aftur
til hjá Finni. Uppspælið er í
høgru og endar við, at Sølvi
Vatnhamar
leggur
bóltin
útfrá til framherjan, sum
skorar.
– Tað fyrra málið hjálpir
mær væl at trúgva upp á tað
næsta málið, sum er eitt væl
uppspælt mál. Tá lætnaði tað
av álvara. Tað er tað fyrsta
málið vit hava fingið ár, sum
er eitt væl spælt álop. Hini
hevur verið deyðbóltar og
sjálvmál, greiðir framherjin
frá og leggur afturat.
– Tú fær eitt ordiligt
»boost« av at skjóta mál. Av
at tað aftur riggar, so tá vit
skora til 2-2 fara vit eisini
eftir tí triðja. Nú vóni eg
bara at tað heldur fram, sigur
Finnur Justinussen.
Dysturin endar 2-2. Bæði
liðini høvdu royndir móti
endanum av dystinum.
Nógv trýst á
málskjúttanum
Tað hevur merkt unga fram
herjan, at hann ikki hevur
skotið mál fyrstu fimm um
førini. Hetta er ikki fyrstu
ferð, men tað ger tað ikki
lættari.
– Eg hevði eisini ein mál
turk í fjør. Eg skoraði tvey
mál í fyrsta umfari, men so
skoraði eg ikki aftur fyrr enn
Málturkurin hjá Finni Justinussen
er fyribils av. Við tveimum
málum móti HB í Gundadali
tryggjaði Finnur Justinussen
Víkingi eitt týdningarmikið
stig í Effo-deildini
hjá finni
Sigfríður um støðuna í Víkingi Vit hava for fá stig. Vit gera tað torført fyri okkum sjálvar
móti AB í fyrsta umfari, tá teir vinna fult uppiborið, men tað eru umstøður, sum gera at vit ikki
fáa tað at rigga. Vit skulu eisini vinna á Skála, men skapa ikki nokk. Dystin móti B36 kann eg
blíva við at tosa um. Tað er einki at ivast í, at Rúni Gaardbo hevur ein óhepnan dag. Vit hava
eisini møguleikarnar móti KÍ í Klaksvík. Spælararnir vísa moral og tað er eitt stig á leiðini.
(1-0) 2-2
1-0: Kristin R. Mouritsen 45.
2-0: René S. Joensen 53.
2-1: Finnur Justinussen 71.
2-2: Finnur Justinussen 77.
Dómari: Páll Augustinussen
Allan Enghamar: HB fjeppari
Hava enn einaferð stýr á dystinum, men klára at loyva
Víkingi inn í dystin. 2 mist stig. Tíbetur er kappingin lang
og vónandi klára vit at halda allar 94-95 min næstu ferð.
Koyr á HB
so glapp