Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Hósdagur 24. apríl 2014 · Nr. 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tað er undirhald og spenningur fyri allar pengarnar. Fyrri hálvleikur var taktiskur, men deiligt at síggja tvey lið, sum góvu alt tey høvdu. Tað eru hóast alt áskoðararnir, sum halda lív í fótbóltinum. Eg má biðja orsaka til tann, sum hevur sett saman máljingluna hjá HB, men hon treingist also til at blíva útskift longu nú. í áttanda umfari, og aftur í 12. umfari. Tað var øgiliga tungt, men so skoraði eg í hvørjum dysti frá tá av. Í ár havi eg ikki skorað í fimm teimum fyrstu umførunum. Tað hevur verið eisini verið tungt, tí eg havi havt møguleikarnar, sigur Finnur. Fyri framherjan hevur tað verið hart, at hann hevur brent teir møguleikarnar hann hevur fingið. Tað er trýst á at vinna dystir, og tað kanst tú ikki uttan at skjóta mál. – Tað er eitt stórt trýst á at skjóta mál, tí tú kanst ikki vinna fótbóltsdystir uttan at skjóta mál. Tá so hinir skorað, so er tað eyka hart, viður­kennur málskjúttin hjá Víkingi. Sigfríður Clementsen vísir eisini á týdningin av mál­skjótingini hjá Finni. – Tað var deiligt at síggja Finn skjóta mál. Hann er kanka týdningarmiklasti spæl­arin á liðnum, tí han stend­ur fyri meginpartin av mál­unum hjá liðnum. Tað hevur hann gjørt í fleiri ár. Í fjør høvdu vit Kaj Leo í Bartals­stovu, sum liggur um eini tíggju mál fyri hvørt kapp­ingar­ár. Hann er ikki við í ár og tað hevur ikki eydnast hinum at traðka til, so týdningurin av mál­skjót­ ingini hjá Finni er kanska størri í ár, greiðir Sigfríður Clementsen frá, og leggur afturat: – Finnur kemur til møgu­leikar. Tað var líka Skála dysturin, har alt liðið dumpar, at hann ikki kemur til møgu­leikar. Tað hevur bara manglað, at hann hevur fingið bóltin í málið. Finnur dugur ikki at seta orð akkurát hvat hendir, tá ein framherji ikki skorar, men fyrstu umførini snýr tað seg um at blíva eitt við bóltin. – Sum áleypari, so tað altíð time’ingin, sum tú skalt arbeiða við fyrstu umførini. Tað er komið í rætt lag, men so eru tað marginalarnir. Tað hevur eydnast væl til venj­ ing, men tað er í dysti at tað skal rigga, staðfestur Finnur Justinussen. Málið er 15 mál Finnur Justinussen er ein av fleiri sonnum framherjum, sum eru í føroyskum fótbólti fyri tíðina. Hann hevur skot­ið nógv mál fyri Víking gjøgn­um tíðina, og tað er eisini ætlanin fyri hetta kapp­ingar­árið. – Tað er altíð stutligt at skjóta nógv mál, og eg havi skotið nógv mál í miðal fyri hvørt kappingarár. Eg havi ligið um eini 15 mál í miðal og tað er har eg skal upp. Men at blíva toppskjútti hevur ikki hægstu raðfesting, tað hevur avrikið hjá liðnum, sigur Finnur Justinussen, sum metir at trýsti at gera seg gald­andi í FM stríðnum hev­ur merkt hópin nakað. – Tað hava vit merkt í sein­astuni. Millum annað móti Skála skuldu vit vinna. Dysturin í dag var avgerandi fyri um HB fór langt frá okk­ um. Ein javnleikur móti HB, har vit kundu havt tapt stórt er ongin skandala. Vit skulu bara halda fram at spæla okk­ara góða spæl, so skal tað nokk ganga, sigur 25 ára gamli Finnur, ið er pápi at tví­burðum. – Tvíburðarnir eru góðir í sær og eg havi tað gott heima. Spælarar og venjarar eru lagaligir, so tað er ongin trupulleiki, sigur Finnur og smílist. Hann hevur fingið gongd á málskjótingina. Nú er spurn­ingurin um gongd eis­ ini kemur á Víking? trondur@sosialurin.fo Geza Turi 4 Hevði nakrar framúr bjargingar á strikuni, men megnaði ikki at koma út til nøkur av hornaspørkunum, sum kundu havt kostað. Hjartvard Hansen 3 (Út 69.min) Var á høgra bakki fyri Bárð Hansen, og megnaði ikki at lyfta arvin eftir honum. Kom ikki til innlegg og fylti lítið í tí framrættaða, men heldur sterkari í verjustøðu. Atli Gregersen 3 Var ikki so sjónligur, sum hann onkuntíð hevur verið. Greiddi tey einfaldu tingini, men so heldur ikki meir enn tað. Súni Olsen 3 Somuleiðis, so greitt hann tey einfaldu tingini. Var stórur partur av uppspælinum og avleveringinum bilar einki, men deyðboltarnir vóru ikki á vanliga høga stignum. Erling Jacobsen 3 Tapti rennikappingina við Heina Vatnsdal í 1-0 málinum. Tykist feilplaseraður á vonstra bakki í mun til leiklutin sum miðverji. Miðal avrik. Hans Jørgen Djurhuus 3 Átók sær leiðandi leiklutin saman við Atla, tá nógv stóð á í seinna hálvleiki. Stríddist fyri seg á miðvøllinum. Hanus Jacobsen 3 Spældi á miðvøllinum. Stendur ikki fyri skapandi spælinum, men leggur nógv fyri í verjustøðu og dekkar nógvar kliometrar, tá samanum kemur. Hallur Hansson 4 Vil ótrúliga nógv á einum vølli, men onkuntíð tykist høvdið liggja eftir. Er ágrýtin bæði í tvídystunum og á bóltinum. Er heilt klárt týdningarmikil fyri Víking, men enn mangla Víkingur og Hallur at klikka. Sølvi Vatnhamar 3 (Út 80.min) Spældi á vonginum og var íblandur, tá Víkingur javnaði til 2-2. Tað eru sikkurt ymiskar meiningar um hvar hann spælir best, men helst er tá á miðvøllinum. Filip Djordjevic 4 Er um nakar spælarin, ið skapar órógv í verjuni hjá mótstøðuliðnum. Sterkur á bóltinum og bjóðar av í heilum. Ikki hansara besti dystur, men á góðari leið. Finnur Justinussen 5 Byrjaði á vonginum, men bleiv fluttur í álopið. Hóast avrikið ikki var yvir tað vanliga, so telja málini ótrúliga nógv. Við tveimum málum var hann dagsins hetjan fyri Víking. Sámal Jákup Joensen 2 (Inn 69.min) Var um kosta dýrt, tá hann var ov seinur í takling við Fróða Benjaminsen, men stríddist annars væl á høgra bakkinum uttan at gera ov nógv av í álopsspælinum. Heðin Hansen (Inn 80.min) Hevði onkra góða avlevering løtuna hann var ikki, men annars ov stutt inni til at gera eina meting Avrik: tøl 1 til 6 HB Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen ■, Tróndur Jensen (Símun Samuelsen, 82.), Heini Vatnsdal – René S. Joensen (Levi Hanssen, 86.), Andrew av Fløtum (Poul Ingason, 89.), Kristin R. Mouritsen Víkingur Geza Turi – Hjartvard Hansen (Sámal Jákup Joensen, 69. ■), Atli Gregersen, Súni Olsen, Erling Jacobsen - Hanus Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus – Sølvi Vatnhamar (Heðin Hansen, 80.), Hallur Hansson ■, Filip Djordjevic – Finnur Justinussen Fjórðingsfinalur í steypakappingini Sunnu­dagin verða fýra fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmans­ steypið. Tað eru bara lið úr Effo-deildini, sum eru við millum átta tey seinastu. Í seinnapartssendingini á Rás2 fríggja­dagin fer Fótbóltspanelið at viðgera dystirnar. Myndir: Álvur Haraldsen Knút er ikki blíður, tí Johann Troest glíður Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Rúni Klein Joensen: Víkinga fjeppari Vit fingu eina sanna uppreisn í dag og áttu at vunni dystin, men 1 stig er betur enn onki. Við nýggjari skipan og broytingum á plássunum eru vit komnir í gongd og verða nú ikki at steðga. 1 stig nærri FM heitinum og onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Finnur finnur málið. WLYV. víkingur