mikudagur 23. apríl 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014
6
VIKUSKIFTI
Hvat er starv títt?
– Eg eri lærari í Tórshavnar Kommunuskúla.
Hvørja uppliving í starvinum
minnist tú best og hví?
– Tað er ringt at taka dagar ímillum upplivingarnar
í starvinum sum lærari. Hóast til tíðir strævið, so
er tað eitt sera gevandi starv við nógvum góðum
avbjóðingum. Og mínir næmingar og ikki minst
starvsfelagar geva mær nógvar góðar upplivingar.
Hvat er gott við starvinum?
– Fyri meg er tað so lívsjáttandi at vera saman við
okkara deiliga ungdómi. Eg undirvísi nærum burturav
í framhaldsdeild, og eg eri so errin av at eiga ein lut í
menningini av føroyska ungdóminum. Tey eru so fitt
og skilagóð, og eg kann eisini læra nógv av teimum.
Hvønn tónleik dámar tær best?
– Mær dámar nærum allan tónleik. Eg lurti eisini
nógv eftir føroyskum tónleiki, og vit eiga nógv sera
gávurík fólk, ið skapa fantastiskan tónleik. Í løtuni er
tað serliga countrytónleikinum, ið eg lurti nógv eftir.
Hetta er í sambandi við eina heldur øðrvísi, men tó
sera spennandi og avbjóðandi uppgávu, ið vit í Flammu
hava fingið. Vit skulu spæla á Country Festivalinum,
ið verður í juni. Og eg havi veruliga fingið eyguni,
ella rættari oyruni upp fyri countrytónleikinum. Fyrr
helt eg hann vera dekan ov »bygdasligan«, men tað
er veruliga nógvur góður countrytónleikur til.
Hvat ger teg í góðum lag?
– Gott veður og positiv fólk.
Hvat ger tú í frítíðini?
– Ein stórur partur av míni frítíð fer til tónleikin, og
tað er nakað, ið eg elski og gangi uppí við lív og sál.
Ferðast tú í egnum landi?
– Eg kundi hugsað mær at ferðast nógv meira í
Føroyum. Tað besta, eg veit, er at vera í Froðba, har
pápi mín er uppvaksin. Har er so deiliga friðsælt at vera,
og børnunum dámar tað eisini sera væl. Suðuroyggin
er fantastiska vøkur, og suðuroyingar eru eitt deiligt
og sjarmerandi fólkaslag. Vit plaga eisini onkuntíð
at tjalda við vinfólki og børnunum, og í summar hava
vit ætlanir um at tjalda í Dølum á Viðareiði. Har er
gott at tjalda, og vit mugu skunda okkum, áðrenn
tunnilin kemur, tí tá verður tað ikki tað sama.
Hevur tú húsdjór?
– Ja, vit eiga eina fitta kettu, sum eitur Misha.
Vit fingu hana gjøgnum Djóraverndarfelagið fyri
gott og væl einum ári síðani, og tá var hon bert
ein lítil kettlingur. Nú hevur Misha lagt 4 sera
fittar kettlingar, so her fult hús av kettum.
Er tú til aktiva feriu, ella vil tú
sleikja sól á strondini?
– Eg ELSKI sól og strond, so eg má viðganga, at
eg nokk eri mest til at sleikja sól á strondini. Um
tað at svimja við delfinum á Kuba telur við sum
aktiv feria, so eri eg so avgjørt eisini til tað.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
– Mær dámar sera væl dokumentarsendingar. Men
eg eri eisini ein filmselskari og havi sæð nærum allar
filmar. Tó eru tað serliga Zombie-filmar, ið hava
mín áhuga. Eg elski súsið og spenningin. Tað nýggja
rákið í løtuni er sjónvarpsrøðir á eitt nú Netflix, og
tær havi eg eisini sæð nokk so fitt av. Tó er The
Walking Dead so avgjørt mín yndis sjónvarpsrøð.
Hvønn ítrótt dámar tær best?
– Sum áskoðari er tað sjálvandi fótbólturin, sum
mær dámar best. Einaferð B36 altíð B36! Eg havi
íðka nógvan ítrótt sum yngri, og har var tað ser
liga hondbólturin, sum mær dámdi best.
Hvat er tín lívrættur?
– Føroyskur matur sum heild. Serliga ræst
kjøt og turkað tvøst og saltað spik.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
– Blind Gudinde hjá norska krimi
høvundanum Anne Holt.
Í hálvfjerðsunum, serliga tá,
gjørdust nervatablettir størsta
marran hjá nógvum fólkum.
Fólk fingu nervatablettir
í tonsum, næstan sama, hvat
teimum bagdi.
Bar ikki til at finna aðra frá
greiðing í stundini, vóru nervar
nar orsøkin til ússaligu støðuna
hjá fólki, sum leitaðu sær hjálp
hjá lækna.
Og móti ringum nervum
hjálptu nervatablettir, sjálvandi.
Tær hjálptu so væl, at fólk
sluppu ikki av við tær aftur.
Og fólk fingu ikki at vita, at
nervatablettirnar bundu tey.
Nógvar ræðuligar søgur vóru
so um fólk, sum nervatablettirnar
tóku av ræði og fjøtraðu alt í
senn.
Sjálvur hevði eg kós út í
slíkt óføri. Tað var í 1973 og eg
búði í Danmark. Var hjá lækna,
tí eg var so troyttur altíð. Jú,
nervatablettir, ger so væl.
Eg á apotekið og so at eta
nervatablettir.
Eg búði tá í einum kollektivi,
einum sambýli, saman við
øðrum fólkum, sum ætlaðu sær
til Fjareysturs at ferðast í einum
gomlum bussi.
Vit svóvu øll á madrassum
á gólvinum á loftinum í einum
stórum, spildurnýggjum, set
húsum í Albertslund, hitarúm í
kjallaranum, sum vit leigaðu.
Eitt kvøldið, songartíð var,
segði eg við eina av kvinnunum,
Helle, haldi eg, navn hennara var
og vónandi er enn, at eg var farin
at taka nervatablettir.
Hald uppat við tí, segði hon
avgjørd. Tí, sum hon segði, og
tað havi eg ongantíð gloymt: »De
smider dig ud i den kolde sne.«
Tey geva tær nervatablettir,
men hjálpa tær ikki at sleppa av
við tær aftur. Tey tveita tey út á
berajól. Í eitt svart hol.
Eg gavst við tablettunum
dagin eftir. Og heilsan versnaði
ikki fyri tað. Batnaði kanska.
Takk fyri Helle.
Hetta var tá. Nervatablettirnar
gjørdust evni í skaldskapi,
sjónleiki, sangum, filmum, tí
tær gjørdu so nógvum fortreð.
Syrgiligu lagnurnar vóru
gloypibiti hjá samfelagsrevsarum
eisini.
Nú frættist einki um fólk, sum
gera eftir læknaráðum og dópa
seg við nervatablettum.
Okkurt annað má bera komið i
staðin fyri tær, tí fólk hava fram
vegis ringar nervar og alt annað,
sum kann minna um ella bara
líkist ringum nervum.
Nú eita ringar nervar stress,
strongd ella sálarligar avbjóð
ingar, ella bara avbjóðingar
yvirhøvur.
Frøðingar og prestar og
dómadagsprædikantar kappast
um sálirnar, tí eingin hevur meira
enn eina og summi hava onga.
Eingin hevur tvær.
Glataðu sálirnar fara beina
leið, onga staðni inn á vegnum,
til Helvitis, hinar fara uppeftir,
sigst. Har er betri, sigst eisini,
men keðiligari, frættist.
Og í dag flagga vit so fyri,
at løgtingið kortini ikki skerdi
mannarættindini hjá barnaporno
grafum og narkobarónum og
innandura urtagarðsfólkum.
Vit eru í ES og noyðast tí at
geva okkum undir harraboð frá
ES-dómstólinum.
Ikki ber til at appellera
til danska landsrættin, hóast
Danmark eisini er í ES, ella kæra
til alheims mannarættin.
Jú, men hvørjum líktist tað,
at fútin skuldi vita alt um tey,
sum práta í telefon um slíkt, sum
sambært orðabókini er brotsligt
og revsivert. Tað hava tey fullan
mannarætt til.
Og fútin og hansara fólk
kunnu bara fara á Feysbukkuna.
Har er alt, sum vert er at vita, um
øll, sum vert er at vita nakað um.
Telefonterror uttan nummara
vísara.
Og valið millum skræpuna og
spýggjuilsku: antin leypa á sjógv
ella fara í biograf, álvaratos í
biograf – í Føroyum
Nervatablettirnar á sinni vóru
eisini, eins og bukkan, turr
velvandi rúsevni. Men tær vóru
legalar, lógligar og ávístar.
Tí vóru tær ikki í nøkrum
avlurtingarpakka, men bara í
vanligum heilivágspakkum.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Malan Eyðunsdóttir
lagt til rættis: Leo Poulsen
Einaferð B36
altíð B36!
Tað sigur Malan Eyðunsdóttir. Henni dámar
nærum allan tónleik, og gott veður og positiv
fólk gera hana í góðum lag. Hon elskar sól
og strond, og so sigur hon ikki nei takk til
ræst kjøt og turkað tvøst og saltað spik
Terror uttan vísara