Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014 5 VIKUSKIFTI at hon kann gera videobrot, har hon vísir, hvussu smyrsl skal leggjast. – Fólk skriva ofta inn á bólkin um til dømis, hvussu rund eygu eiga at verða sminkað, ella hvussu smalir varrar kunnu síggja størri út við at brúka ávísar teknikkir. Eg plagdi bara at skriva eina frágreiðing til teir ymsu spurn­ingar­nar, men tað er altso lættari, um tú kanst síggja alt stig fyri stig í einum video, sigur Harda Hansen, sum longu hevur lagt fleiri videobrot út á bólkin. Sjálv heldur hon, at kvinnurnar í bólkinum hava víst hennara ráðum og hug­skotum stóran áhuga, og henni dámar serstakliga væl, at tað ikki bert er ein ávísur aldursbólkur, ið fær gagn av teimum ymsu ráðunum og við­mæl­ unum. – Eg havi ongantíð hugsað um ein ávísan málbólk, men eg haldi at tað er stuttligt, at tað eru kvinnur í øllum aldri, sum eru við í bólkinum. Á tann hátt verður innihaldið eisini rættiliga fjøl­broytt, sigur Harda Hansen. Hóast talan er um ein bólk, ið snýr seg um smyrsl, vakurleikavørur og húð­røkt, heldur Harda Hansen, at bólkurin er meir enn bara grun­skygd ráð um smyrsl. – Javnan skriva kvinnur inn á bólkin, tí tær í nógv ár hava drigist við til dømis akne og hava tørv á ráðum um húðrøkt og kanska eisini hvørjar vakurleikavørur aðrar kvinnur við sama trupulleika hava góðar royndir við. Hinir limirnir í bólkinum koma síðani við góðum ráðum og siga »sína søgu« og hvat hevur hjálpt teimum, greiðir Harda Hansen frá. Stórar dreymar Seinasta hálvtannað árið hevur Harda Hansen brúkt nógvar tímar framman fyri telduskíggjanum, har hon hevur ráðgivið og hjálpt teimum meir enn 2000 kvinnunum, sum eru við í bólkinum. – Eg brúki nógva tíð upp á Harda´s makeup tips and tricks. Onkrar dagar kann eg lættliga sita upp í tríggjar tímar um kvøldið, og skal eg eisini gera eitt videobrot og leggja tað út á bólkin, ja so fara enn fleiri tímar, sigur Harda Hansen sum tó eisini hevur onkrar dagar í vikuni, har hon ikki fæst við bólkin á Facebook. – Fólk hava vant seg við at brúka bólkin og vilja eisini hava rættiliga skjótt svar, tá tey hava einhvønn spurning, men tíbetur eru aðrir bæði før­oyskir og danskir kosmetologar limir í bólk­inum, og tær eru óførar at hjálpa við at svara, greiðir Harda Hansen frá. Tá hon tosar um, hvussu nógv tíð og orka fer til bólkin á Facebook, er hon skjót at leggja aftrat: – Og ikki minst pengar! Eg havi keypt nógv óneyðug ting bara fyri at kunna brúka tað til bólkin. Okkurt av tí havi eg í roynd og veru ongantíð brúkt, men bara víst fram á eini mynd. Eg rokni við, at eg havi brúkt nógvar túsund krónur samanlagt upp á tær ymsu vørurnar, ið eg havi brúkt í sam­ bandi við Harda´s makeup tips and tricks, greiðir Harda Hansen frá, sum eis­ini betalir úr egnum lumma, tá hon burturlutar vakurleikavørur til onkran hepnan lim í bólkinum. – Tvær ferðir havi eg fingið fyri­ tøk­una sjálva til at sponsorera, men annars havi eg hvørjaferð sjálv verið úti í býnum og keypt vørurnar, sigur Harda Hansen, sum tó hevur ætlanir um at fáa ymsar stuðlar at hjálpa sær. – Áhugin fyri síðuni veksur, og og eg ivist ikki í, at bólkurin kann gerast enn størri. Tí arbeiði eg í løtuni við at fáa fatur á ymsum sponsorum, so­ leiðis at tað verður enn stuttligari og festi­ligari – bæði fyri meg og limirnar í bólk­inum, sigur Harda Hansen, sum fegin vil brúka ein stóran part av tíðini upp á at ráðgeva online um smyrsl og húð­røkt. – Hevði eg kunnað livað av hesum, so hevði eg gjørt tað. Kanska tað eina­ ferð fer at lata seg gera, sigur Harda Hansen. myndir: Sunnleif A. Andreasen Frá lítlu íbúðini á Oyrasundskollegiinum ráðgevur Harda fleiri túsund kvinnum á internetinum um smyrsl og húðrøkt Harda gevur ráð um húðrøkt: »Din hud er hvad du spiser«. Líka umráðandi sum tað, tú smyrjur á húðina, eins týdningar­ mikið er tað, tú etur. Tí er av alstórum týdningi, at fáa nóg mikið av vætu, frukt og grønnmeti, soleiðis at húðin er sunn innanífrá. Nyt sólverju hvønn dag fyri at verja húðina ímóti UV-strálum, ið eru størsta orsøkin til óneyðugar rukkur og eisini húðkrabba. Skrubba húðina 2-3 ferðir um vikuna fyri at taka burtur alla ta deyðu húðina, id liggur og blokerar fyri nýggju húðini. Húðin fær eitt lekkurt, sunt dæmi av hesum. Harda gevur ráð um smyrsl: Týdningarmiklast er, at húðin er fyrireika til at smyrsl verður lagt á. Smyr tí altíð nóg mikið av vætukremi á bæði andlit og háls sum tað fyrsta, tá tú skal sminkast. Vel litirnar rætt. Tá tú velur lit til foundation, skal liturin roynast á húðini tætt vid kjálka­ beinið og helst í dagsljósi. Varrarnar skulu skrubbast. Serliga er hetta eitt must, um tú nýtir nógva varrastift. Varrastiftin verður vakrari og heldur longri, um varrarnar eru lekrar og bleytar. Keyp tær góðum penslar. Við røttu amboðunum er tað lættari og skjótari at leggja smyrsl – og úrlitið verður betri. Vaska penslarnar regluliga fyri at sleppa undan bacterium og restum av smyrsli. Reinir penslar tryggja tær eina feilfría makeup og somuleiðis slepst undan, at fleiri litir blandast saman.