Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014 4 VIKUSKIFTI Standa í kø fyri at fáa – Hetta skuldi bara verða eitt lítið ítriv, sum eg hugsaði var stuttligt fyri meg og kanska nakrar fáar gentur afturat. Nú er gerandisdagurin í stóran mun merktur av ítrivinum. Soleiðis sigur 30 ára gamla Harda Hansen, sum fyri hálvumøðrum ári síðani gjørdi ein bólk á Facebook um smyrsl, húðrøkt og vælveru. Hvønn dag vitja fleiri túsund kvinnur bólkin, sum fyri Toftadamuna er blivin meir enn bara eitt ítriv Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Mascara, extensions, neglalakk, mineralputur, andlitsmaskur og concealarar. Hetta eru nøkur av evnunum, ið verða umrødd og kjakast um á einum av størstu, føroysku bólkunum á Face­ book. Harda´s makeup tips and tricks er heitið á bólkinum, sum sá dagsins ljós í virtuella heiminum fyri hálvumøðrum ári síðani. Hóast enska heitið er hetta ein bólkur, ið fyrst og fremst er ætlaður føroyskum kvinnum við áhuga fyri smyrsli, húðrøkt og mótaráki. Tað er 30 ára gamla toftakvinnan Harda Hansen, sum býr í Danmark, ið varðar av Facebookbólkinum, sum við sínum meir enn 2000 limum er ein av størstu føroysku bólkum á sosiala net­ verkinum. Sjálv hevði hon ongantíð trúð, at tað, ið fyri hana byrjaði sum eitt ítriv á Face­book, skuldi vaksa til nakað so stórt, sum tað er í dag. – Eg visti, at eg ikki var tann einasta, ið hevði tørv á ráðum og viðmælum viðvíkjandi smyrsli og húðrøkt, men at tað vóru so nógvar kvinnur, ið fóru at brúka henda bólkin, tað hevði eg ongan­tíð droymt um, sigur Harda Hansen, sum er útlærd makeup-artistur og kosmetologur, men dagliga starv­ ast sum klinikkassistentur á eini tann­ lækna­stovu. Eitt gamalt hugskot Tá Harda Hansen í 2012 setti sær fyri at gera ein bólk á Facebook, har hon og aðrar kvinnur kundu skriva um ymiskt innan smyrsl og húðrøkt, var tað ikki nakað nýtt hugskot, hon fór í holt við. – Eg hevði spælt mær við tankan leingi, men eg helt, at tað kanska var eitt sindur kiksað, at nú skuldi eg koma her og fortelja øðrum, hvat tey skulu, og hvat tey ikki skulu. Hinvegin saknaði eg eitt stað fyri føroyskar kvinnur, har tær kundu geva hvørjumøðrum ráð, spyrja um ávísar vakurleikavørur, og annars bara deila sína royndir, hvat smyrsli og húðrøkt viðvíkur, greiðir Harda Hansen frá. – So hugsaði eg bara, at nú royni eg at gera ein bólk, og so síggja vit, um nakar fer at brúka hann, fortelur Harda Hansen og heldur fram: – Bólkurin bleiv stovnaður seint um kvøldið, og eg bjóðaði bara teimum nærmastu vinkonunum við í bólkin. Morgunin eftir vóru einar 100 kvinnur, sum ynsktu at gerast limur í bólkinum, og tá visti eg, at hetta kundi blíva nokkso stórt, sigur Harda Hansen. Sjálv hevur hon í fleiri ár fingist við smyrsl og húðrøkt. Fyri sjey árum síðani fór hon á make-up skúlan KK, sum eitt skifti var í Føroyum, har hon gjørdist make-up artistur. Hereftir fór hon á kenda, danska skúlan Cidesco fyri at blíva kosmetolog. Tann útbúgvingin tekur tilsamans hálvtannað ár, harav seks mánaðir eru í starvsvenjing. – Eg var í starvsvenjing í handlinum hjá vakurleikaguruini Ole Henriksen í Magasin í Keypmannahavn. Har vóru ymisk krøv sett til okkum, sum ar­beiddu har, og javnan skuldu vit á skeið og til ymsar fyrilestrar hjá Ole Henriksen, so har lærdi eg eina rúgvu, fortelur Harda Hansen, sum fekk fast starv í handlinum, tá starvsvenjingin var av, og hon arbeiddi har næstu tvey árini. Ókeypis ráð og hugskot Líka síðani Harda Hansen stovnaði bólkin á Facebook, eru alsamt fleiri limir lagstir afturat bólkinum. Nakrar ferðir um vikuna skrivar hon um nýggj­asta mótan innan húð og smyrsl, gevur góð ráð um húðrøkt og vísir á myndum, hvussu eitt nú smyrsl í ger­ andis­degnum kann síggja út. – At byrja við skrivaði eg mest, men so so fór eg rættiliga skjótt undir at leggja myndir inn á bólkin, har eg vísti, hvussu tú kanst leggja alt frá eini lætt­ari dag-make-up til okkurt meira dramatiskt og festiligt, sum hóskar til veitslur, sigur Harda Hansen, sum her­ fyri keypti sær eitt upptøkutól, soleiðis ráð frá Hardu