mikudagur 23. apríl 2014síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014
12
VIKUSKIFTI
fyri alla
familjuna
Triðja summarið við beinleiðis sambandi til Barcelona stendur fyri
framman, og tað eru nógvar barnafamiljur, ið seta kós til katalanska
høvuðsstaðin. Nýggj ferðamál skulu ofta hava nøkur ár á baki,
áðrenn familjurnar taka tey til sín. Barcelona er ein fantastiskur
býur – ikki bara fyri pør og vinkonur, men eisini familjuna
Ferðing
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Barcelona verður ofta nevndur býurin,
sum hevur alt. Býarlív, mentan, baði
strond og so fótbóltur.
Seinast, undirritaða var í Barcelona,
vitjaði eg inni á Turisme de Barcelona.
Har sat ein bólkur av eldri harrum, ið
ikki sóu serligani upptiknir út. Og tað
er skilligt. Teimum nýtast ikki at gera
tað stóra fyri at fáa ferðafólk at koma
til Barcelona.
Í fjør vóru tað 7,4 miljónir ferðafólk
í Barcelona, og størsti spurningurin, ið
teir stýrandi í Barcelona stríðast við,
er, hvussu stóra talið á ferðafólki skal
sameinast við teir 1,6 miljónir innbúgv
arnar. Sum nú er, flyta innbúgvarnir
út úr miðbýnum, tí ferðafólkini gera,
at prísirnir á mati og bústaðum gerast
alt ov høgir.
Síðani OL í 1992 eru ferðafólkini
streymað til býin. OL broytti Barcelona
frá einum ídnaðarbýi til ein ferða
mannabý.
Josep Rojas, ið er marknaðarleiðari
á Turisme de Barcelona sigur, at Barce
lona var ein gimsteinur, ið bíðaði eftir
at verða funnin.
Tey 6500 nýggju hotellkømrini, ið
vóru bygd til OL, eru nú vorðin 65 000,
og til tíðir kann tað hóast alt verða
trupult at finna eitt stað at búgva.
Sum familja er tað gott at vitja
Barcelona, tí býurin er so lítil. 1,6
miljónir innbúgvar ljóðar kanska ikki
so lítið, men samanborið við aðrar stór
býir er Barcelona lættur at spáka í . Ein
astu ferð, undirritaða angraði at verða
farin til gongu, var á veg niðan á fjallið
Montjuc. Har er best at taka línubanan
ella ein hýruvogn.
Strondin Barceloneta er lang, og
sandurin er fínur og góður. Um summ
arið er havið heitt, og tað er bara at
blaka seg á bláman fyri at fáa svala.
Høvuðsgøtan La Rambla er stutt
ligt hjá børnum. Har eru nógv fólk, so
tað má haldast í teimum, men gøtu
kunstnarar og torg gera, at gøtan er eitt
satt upplivilsi at spáka á.
Men tá strondin og miðbýurin eru
avklárað, eru nógvar perlur eftir at
finna.
barcelona
6 útferðir fyri familjuna:
Font Màgica
Ein tann størsta upplivingin, undirritaða hevur úr Barcelona, er spring
vatnið Font Màgica. At hoyra Freddy Mercury syngja »Barcelona« og
springvatnið dansar við er ein sonn frøi fyri bæði eygu og oyru.
Frá mai til septembur er springvatnið at síggja millum 20.00-23-30
Adressa: Avinguda Maria Christina
Barcelona Aquarium
Akvariið í Barcelona er eitt tað størsta í øllum Evropa. Har hitta tit hajar,
pingvinir og eina rúgvu av fiskum. Serlig workshops eru fyri børn.
Adressa: Moll d’Espanya del Port Vell
Opið er frá 9.30-21.00 mánadag til fríggjadag.
Um vikuskifti er opið til 21.30
Font Màgica
er meir enn
bara eitt
springvatn.
Tónleikur
og ljós gera
at tad er
ein sonn
uppliving
at síggja
Delfinframsýningar
eru á akvariinum
í Barcelona