mikudagur 23. apríl 2014síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014
13
VIKUSKIFTI
Tibidabo Tivoli
Ein uttanlandsferð er ikki fullkomin, fyrrenn tú vitjar í tivoli.
Í Barcelona eitur tivoliið Tibidabo, og her finnur tú sjórænarar,
nýmótans og eldri tivoliferðir, og eitt fantastiskt útsýni yvir býin.
Adressa: Plaza del Tibidabo 3-4
Bara opið um vikuskiftini í vár og heyst
Hygg inn á www.tibidabo.cat
FC Barcelona savnið
& Camp Nou Tour
Ein fótbóltsdystur við FC Barcelona stendur óivað høgt á
listanum hjá nógvum – um tað ikki ber til, er hetta heilt víst
eitt gott nummar tvey. Á Camp Nou Experience sleppur
ein afturum sjálvt stadion at vitja skiftirúmini, plássið hjá
forsetanum, og at ganga út á vøllin, har sum spælarirnir ganga.
Adressa: Aristides, Maillol 12-18
Savnið er opið frá 10.00-18.30
Parc Guell
Barcelonasonurin Antonio Gaudí hevur gjørt
nógv kend hús í býnum. Men køirnar eru oftani
langar at koma inn, og tí er Parc Guell eitt betri
hugskot fyri barnafamiljuna, ið vil síggja okkurt
av verkinum hjá Gaudi. Fyri børn verða túrar eisini
gjørdir, har spøl læra børnini um verkið hjá Gaudí.
Adressa: Casa del Guarda, Park Güell
Opið frá 11.00
Zoo Barcelona
Yvir 4000 djór, delfinframsýning og stórt
spælipláss er í djóragarðinum í Barcelona.
Serligir túrar eru fyri børn, har lívið hjá djórinum verður lýst.
Adressa: Parc de la Ciutadella
Djóragardurin er opin frá 10.00-19.00
At hugsa um tá tú
ferðast við børnum:
• Vel eitt hotell við rúmligum kømurum. Tað ger
ferðina betri fyri bæði børn og foreldur
• Tak ein lítlan vogn við til tey minnu børnini. Gott,
um tey skulu sova eina løtu, ella um tit eru úti
um kvøldið.
• Ger ting hvør sær – so at mamman sleppur at
royna klæði, meðan pápin er á spæliplássinum,
og umvent tá pápin vil til fótbólt – ella líknandi.
• Tak ein lítlan bólt við. So kunnu tit altíð spæla
eitt sindur, um tit koma til ein grasvøll.
• Et ein góðan døgverða um dagin, í staðin fyri um
kvøldið. Tá eru børnini betri fyri, og máltíðin gerst
hugnaligari fyri øll.
Á Camp Nou
er pláss fyri
100.000 áskoðarum
Hesin fílurin er ein av 4.000 ymiskum
djórum, ið eru at síggja í Barcelona Zoo
Parc Güell er eitt barnavinarligt høvið at
síggja verkini hjá Antonio Gaudi