Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-23, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Tá jarðarmóður var í Fugloy Nú munnu vera mong ár síðani, nakað barn varð føtt í Fugloy. Men fyrst Símun minnist var jarðarmóður í oynni. Tá var lív í báðum bygdum S um skilst er Símun fróðarmaður. Hann hevur eisini luttikið í út­ varps­sendingum, har hann hevur greitt frá Fugloynni. Tað er so heppið, at hesar frásagnir hevur son­urin, Jóannes, skrivað niður. Hetta er eis­ ini virðismikið tilfar. Símun er framvegis so mikið birgur, at hann enn kemur til Hattarvíkar. Hann var har nú á páskum. Skaðadagur í 1892 Hattarvík er sloppið lutfalsliga væl frá báts­vanlukkur sammett við aðrar bygdir í Norðoyggjum. Men í 1892 hendi ein vanlukka, sum kost­ aði trimum monnum lívið. Tann 18. mai var bátur farin í Miðhavið við línu, hann kom ikki aftur. Longu tá vóru skipað viðurskifti at fáa kannað slíkar hendingar. Tað gekk eisini skjótt, og longu tann 23. mai var Norðoya sýslumaður, Klæmint Olsen, úti í Hattarvík at halda sjóforhoyr. Líggjas í Keldhúsinum, var ein teirra, sum gav frá­greiðing. Hann var sjálvur fjórði á útróðri hendan dagin. Veðrið var nakað ruskut við aldu, men tað var ikki vandaveður. Líggjas hevði sæð ein bát longur úti á, sum kundi verið tann burturgingni báturin. Hann segði eisini, at »de forulykkede var raske og dygtige Sømænd, saa Grunden til Ulykken kunde kun søges i den svære Søgang som rejste sig .. hen ad Dagen.« Líggjas helt, at teir kundu hava verið ov seinur á sjóvarfallinum og gingnir burtur í stronginum eystur úr Fugloynni. Tveir dagar eftir vanlukkuna fóru teir báðir brøðurnir Jógvan og Mikkjal Mikkelsen í Syðrugøtu, langabbabeiggjar tann, sum skrivar hetta, til útróðrar. Tá funnu teir vrakið av bátinum. Líkið av Ólavi, hekk uppi í vrakinum. Seglið var fest til skrásigling, og tí hildu menn, at teir vóru kollsigldir. Teir báðir tóku sum mest av vrakinum umframt deyða mannin inn í bátin, og róðu so heim aftur við førninginum. Teir, sum fórust, vóru Ólavur Simonsen, uppi í Smiðju, 28 ár, Poul Zachariassen, í Uttar­stovu, 32 ár, báðir ógiftir, og Johannes Fredriksen, ættaður úr Svínoy, 24 ár. Hann var giftur við Karmariu í Uppistovu í Hattarvík. Tey áttu eina dóttir, ársgomlu Amaliu. Pápi Johannes, Fríðrikur, gekk annars burtur saman við Símun úr Gullaksstovu í Svínoy, skyld­mann hjá Símuni, 25. september 1884 á ferð av Borðoyavík til Svínoyar. Sára og landnyrðingur norðan Ein frásøgn er um Sáru Jacobsdatter f. 1811, ættað úr Frammistovu í Norðragøtu. Hon giftist til Suðurstovu í Hattarvík við kong­ festar­anum Trónd Andersen. Tey áttu í hvussu er fimm børn. Tað var eina ferð tosað um, at landnyrð­ ingur norðan var sera harðfør ætt í Norðra­ gøtu. Tá skuldi Tróndur siga, at um land­ nyrðingur norðan »er líka harðførur sum Sára mín, so er hon ring!« Ein beiggi Sáru, Jan, var húskallur hjá teim­um, og hann fekk eina harða lagnu. Hann var saman við øðrum farin til bjargar. Hann hevði verið niðri í eini torvu og skuldi so fara í eina aðra torvu. Men áðrenn hann kom niður í hana var línan úti, og teir orkaðu ikki at draga mannin upp aftur. So mátti farast eftir fólki, men tá teir fingu Jan upp aftur var hann í ørviti, sum hann hevði hingið og malið í leysari luft. Um Frammistovu í Norðragøtu kann leggj­ ast afturat, at bóndafólkini har júst eru blivin føroya­meistarar í skerpikjøti! Veturin Tá í tíðini gingu fólk nógv inn til hvørt annað. Samband millum Hattarvík og Kirkju var í høvuðsheitum tey ørindini sum kundu vera. Manglaði okkurt í handlinum í Hattarvík, so kundi vera, at hetta var á fáa á Kirkju. Posthús var í báðum bygdum. Men fekst posturin ikki uppá land í aðrari bygdini, so var gingið ímillum. Høgættin var betri í Hattarvík, og lágættin var betri á Kirkju. Menninir vóru sum aðra staðni burtur um summarið og heima um veturin. Tá var eisini nógv sum kundi gerast. Fyrst eg minn­ist byrjaðu teir at gera veg í bygdini. Teir gjørdu eitt sindur hvønn veturin. Men tað var ikki fyrr enn í 1990-unum, at koyrandi var millum bygdirnar. Um kvøldarnar arbeiddu tey nógv við ull. Rokkur var í hvørjum húsi. Her var nógv at gera, tí hvør skipsmaður skuldi hava 4-6 sett av ullintum klæðum við sær, og ofta vóru fleiri skipsmenn í sama húsi. Seinast í 30-unum vóru nógvar traðir inn­ lagdar. Hetta gav eisini nógv arbeiði at velta og laga garðar um traðirnar. Á jólum plagdu fólka av Kirkju at koma til Hattarvíkar at dansa, og trettanda kvøld fóru hattarvíkingar til Kirkju at dansa. Tað varð dansað í roykstovum. Tað var nokk so tíðliga at vatn varð inn­ lagt. Hetta var hjá okkum í 1910-1912. Her lá tað so væl fyri, at ein kelda var beint við húsini. Grind Tað vóru eisini grindir, men tað var mest inni í Sundi, men eg havi eisini verið fleiri ferðir í Klaksvík í grind. Men drúgt var at sigla. Tað tók minst tríggjar tímar at stima hvønn vegin. Eg minnist serliga eina stóra grind inni í Sundi, hon var 400 hvalir. Báturin, sum eg var við, stimaði tvær ferðir millum Hattarvík og Sund, so nógv grind var at føra. Tá ið komið var út seinnu ferð, var gjálv komið í sjógvin. Vit høvdu tikið í so nógv av grind inn í bátin. Tá vit komu út fyri pallarnar, tók báturin so nógv av sjógvi inn, at rúmið var hálvt av sjógv. Tá sá einki út. Vit máttu tískil skipa grindina upp úti undir Rætt, og vit róðu síðan bátin inn undir gjónna fyri at taka hann upp á land. Eftir at grindin var komin uppá land varð hon býtt. Teir sum høvdu verið í grind fingu ein triðing, og restin var býtt javnt til bygdar­ fólkið. Tað var ikki bara grindin og spikið, sum menn førdu við sær frá grindaplássinum. Tað vóru eisini kúlur, rivjabein, ryggur og hamarstjøl. Spikið bleiv ofta skorið av hamarstjølin og kúluni til at brenna. Hetta var óført at leggja niður yvir ringt torv. Eisini kom magin á hvalinum til høldar og var ofta Símun Gullaksen 5. og seinasti partur Hattarvík, summarið 2013, við útsýni frá úti á Egg