mikudagur 23. apríl 2014síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 46 · 24. apríl 2014
15
VIKUSKIFTI
seldur á uppboði. Teir kundu kosta nokk so
fitt. Magin varð nýttur til kík, eins og kálvar
eisini vórðu nýttir til hetta endamál. Hetta
var áðrenn boyur vóru komnar.
Eg havi tvær ferðir verið í grind í Viðvík.
Fyrru ferðina kom kortini einki burtur úr.
Veðrið øtlaði, og vit máttu seta upp á Kirkju.
Eina aðru ferð vit fóru í grind í Viðvík var
lágættarbrim í Hattarvík. Vit fóru so yvir til
Kirkju og læntu bát har. Hetta tók sína tíð, og
vit vóru ov seinir til drápið. Hetta var ein lítil
grind, men vit fingu tó eitt sindur av grind
heim við okkum.
Jarðarmóður í Fugloy
Læknahjálp kundi vera sera avsíðis. Stóð á
mátti læknabátur koma úr Klaksvík, men
tað tók sín hálvan triðja tíma at sigla úr
Klaksvík til Fugloyar. Men jarðarmóður var
fast á oynni. Seinni gjørdist tað vanligt, at
barnakonurnar fóru til Klaksvíkar at eiga. Har
eru øll okkara børn fødd.
Jarðarmóðirin æt Inga Maria Olsen f. 1888,
ættað úr Svínoy. Hon búði á Kirkju og var
jarðarmóður í Fugloy í 50 ár. Hon var gift við
Martinus Rasmussen.
Undan telefonini vórðu grindaboð glaðað
av Svínoynni. Staðið, har teir glaðaðu, vísti,
hvar grindin var. Telefonin kom fyrr til
Svínoyar enn til Fugloyar. Var nakað átrok
andi varð róð til Svínoyar at ringja! Tað
gjørdu kirkjumenn eisini.
Konfirmeraður og so...
Eg bleiv so konfirmeraður í Klaksvík í 1938,
har eg eisini gekk til. Hetta tók 14 dagar.
Prestur var tann kendi N.J. Rasmussen. Vit
vóru seks konfirmantar úr Fugloy, fimm
gentur og ein drongur. Tá var einki meira
gjørt burtur úr konfirmatiónina, soleiðis
sum gjørt verður í dag. Tað ráddi bara um at
sleppa sær út aftur til Fugloyar sum skjótast
mánamorgun.
Eg búði á Stongunum hjá mostur míni,
Margrethu, sum var gift við Aksel hjá Húsa
Póli, kendur frá Lítlubeding saman við beiggj
anum Poul.
Poul átti bil. Hetta var ógvuliga forkunnugt,
tí tá vóru ikki meira enn einir fimm bilar í
Klaksvík. So eg slapp onkran biltúr, hetta var
sera spennandi. Kona Poul var Hanna, ættað
úr Norðragøtu.
Tá eg so var konfirmeraður var at taka
hond í øllum heimaarbeiði í bygdini. Tað var
nógv at taka hond í sum hoygging, velting
og torv. Men so var eisini at fara í bát. Men í
1943, tá eg var 19 ár, fór eg til skips. Hetta var
við tí fyrsta Skálaberg, har tann gamli Mortan
í Hvannasundi var skipari. Hann var góður
at vera við. Poul Juel í Grótinum var maskin
meistari. Tá merkti man ikki so nógv kríggið,
sum tað hevði verið fyrru árini.
Vit vóru á ísfiskaveiðu undir Íslandi. Tað
var ikki so nógvur toskur at fáa, tað var mest
upsi. Roynt var eisini at fáa flatfisk. Hesin
gav góðan prís í Bretlandi. Manningin mundi
vera einir 20.
Tann 23. mars 1944 hendi ein syrgilig
vanlukka við Skálabergi. Hetta var túrin
aftaná, at eg var við. Teir fingu eina fylling,
og Tummas Hansen úr Leynum var raktur av
snodlulínini, fór á sjógv og fekst ikki aftur.
Tað var roynt at bjarga honum við at blaka
honum bjargingarkransar, men tað eydnaðist
ikki. Hetta var ógvuliga syrgiligt. Konan sat
eftir við 15 børnum. Summi av teimum vóru
tó tilkomin.
Eg var eisini niðri við at selja í Aberdeen,
og aftaná søluna fóru vit til eitt litið pláss at
taka kol.
Eg var tveir túrar við Skálaberg í 1943 og
tveir í 1944.
Í 1948 var eg við Esther hjá teimum á Segl
húsinum. Vit vóru á Suðurlandinum við snøri.
Eg var við tveir túrir, men fór ikki við tann
triðja, tá var eg heima og hoyggjaði. Martin
Heinesen var skipari.
Annars plagdi eg eisini at rógva út i Klaks
vík við Eystnes. Vit royndu eisini eftir kalva
undir Íslandi um summarið.
Annars merktu vit einki til kríggið í Fugloy
uttan minur. Eg var eina ferð nærindis, tá ið
ein mina brast. Hetta var kortini so mikið frá
bygdini, at eingin stórvegis skaði hendi. Okk
urt flogfar kundi síggjast viðhvørt.
Tað leikaði meira á í teimum stóru pláss
unum, og nógv fólk rýmdi út á bygd, har
tað var tryggari. Tað komu eisini fleiri út til
okkara, enntá úr Sørvági.
Jólaskipið í 1941 vistu vit um, um vit sóu
tað ikki, tað var afturundir bygdini. Minnist
bara dagin eftir, at hann lækkaði, og tá sóust
rekar inni á víkini. Men Hattarvík er ikki
rekapláss, so einki kom á land.
Ættin
So giftist eg í 1949 við Olgu. Eg var 25, og hon
var 23 ár. Hon doyði í 1994.
Olga var úr Svínoy, men hon var nógv úti
í Hattarvík hjá ommu síni í Útistovu beint
við hjá okkum, so tað var ikki so langt at
fara. Tað var annars nokk so nógv samband
millum Fugloy og Svínoy. Tað vóru eisini
fleiri giftur millum oyggjarnar. Tað var lætt
at koma ímillum við báti.
Mamma mammu var Malene Clemine úr
Útistovu í Hattarvík, og pápin var Johannes
Sivert Petersen. Tey búðu fyrstu árini í
Hattarvík, har tey elstu børnini vóru fødd,
men tey fluttu so til Svínoyar.
Olga áttu 10 systkin, tey vóru Hans Elias
f. 1925, Fridolga Jørgina f. 1927, Jákup f. 1929,
Karsten Engelbrecht f. 1931, Peter Michael f.
1933, Jørmund f. 1935, Herluf f. 1926, Sigga
Christina f. 1938, Mary f. 1942, Ásly Jensa
f. 1942.
Míni systkin vóru Johan Jacob f. 1925,
Mourentius Rensustein f. 1926, Algot f. 1927, Leon
f. 1929, Frida Malena f. 1930 og Gilbert f. 1937.
Mamma doyði í 1951 og beiggin, Gilbert,
datt oman sama ár.
Hann var farin í Skorðarnar at fleyga.
Her datt hann oman. Kamar Klein, sum fyri
kortum er deyður, var saman við honum.
Hann plagdi onkuntíð at greiða frá hesi
hending, tá hann hevði orðið í Betesda. Líkið
kom ikki aftur. Gilbert gjørdist bert 14 ár, so
hetta var sárt.
Tøkk til Símun
Hetta var so endin á hesi frásøgnini hjá Símun.
Vit takka honum so miriliga fyri hetta íkastið
hann hevur latið til at lýsa sína heimbygd og
oyggj, sum er ein perla í Føroyum.
Komandi partur:
Komandi fríggjadag verður
fyrsti partur av frásøgn av Kirkju.
Símun hevur nógvar myndir av sínum á sambýlinum á
Heygnum, har hann býr. Her er tað abbasonurin Hallstein,
sum hevur medvirkað til hesa frásøgn, saman við síni Sáru
Tyrlupallurin hevur gjørt tað munandi meira liviligt í Fugloy
Símun situr undir tvíburunum Sjúrði og Kertin
Símun Gullaksen. Hann eigur 23
abbabørn og 25 langabbabørn
Veiða við snaru var nokk so vanlig