mánadagur 28. apríl 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jákup av Skarði
Merkið!
Reinur hvítur dúkur,
við reyðum krossmerki
og bláari rond
vildi ynskt, tað stuðlaði undir,
at vit rættu hjálpandi hond.
Soleiðis fullu mær orðini - dagin
eftir at heitt var á meg at bera fram
røðu á flaggdegnum í ár.
Hetta er avbjóðing, ið eg ikki
roknaði við at fáa – men eg vóni, at
eg kann liva upp til tær væntanir
mær eru settar.
Stuttligt, at málið og orðingarnar
broytast til slíkt høvið og hugaligt
at fáa hendan møguleika at leggja
hugleiðingar fram fyri tykkum
øllum.
Ymsir vinklar eru at hugleiða út
frá, nú eg standi her - og vónandi
fara vit hiðani glað, løtt í huga og
kanska við nøkrum spurningum, ið
bera okkum fram.
Merkið fevnir okkum øll. Allar
føroyingar, heima og úti, eins væl
og Merkið eisini rúmar gestum
okkara og fremmandum, ið flutt
eru til Føroya.
Vit rópa eftir at fáa ungu og
útlærdu føroyingarnar aftur til
Føroya. Samstundis standa vit
lutvíst opin fyri at taka ímóti
øðrum, men bert lutvíst, tí vit skulu
enn spyrja danir um loyvi at lata
onnur seta búgv í landi okkara.
Eg vóni, at vit um ikki ov langa
tíð, sjálv eiga rættin at avgera,
hvørji fólk búgva í og mynda
Føroyar. Sjálvsagt eru avmarkingar,
hvussu mong og hvussu nógvar
útbúgvingar rúmast í Føroyum.
Lat okkum finna okkara ”nichur”
og lat okkum seta okkara karmar
upp fyri møguleikunum, vit hugsa
Føroyar rúma og menna okkum øll
frameftir.
Merkið nýta vit at ”branda”
Føroyar, og tí eiga vit at hugsa
okkum væl um, hvussu og í
hvørjum høpi vit nýta Merkið. Vit
mugu við Merkinum á odda svara
fyri tí landi, Merkið umboðar.
Merkið sæst á hátíðardøgum og
sorgardøgum. Merkið fylgir okkum
allar dagar og setir sín fjálgandi
dám á mong høvi og til alskyns
tiltøk. Tí eiga vit at virða og verða
góð við Merkið.
Eg hugsi, at vit kunnu virða
Merkið, við at vit taka tað fram
í ymsum høpi – eisini í skúla.
Vit kunnu leggja dent á, at
flaggsangurin ikki bert verður
sungin í dag, men eisini til
morgunsang. Vit kunnu eisini lata
Merkið verða náttúrligan part í
skúlagongdini, har vit taka tað inn
í støddfrøðina – við øllum vinklum,
víddum og lutfalli, ið roknast
kunnu. Samstundis eiga vit eisini at
hugsa tvørgreinaliga, inn í søguna
og litlæruna.
Men – eins og so mangt innan
skúlans gátt – mugu vit stuðla
undir, at foreldur og samfelag sum
heild eisini taka hendan partin til
sín. Børnini eru lærarum til láns
nakrar løtur í skúlanum. Men
foreldrini eiga børnini og eiga sín
part í lærdóminum, ynskiligur er
at bera næsta ættarliðnum.
Mær rann hugskot í huga,
herfyri, tá ið eg umrøddi við lærara
um hendan tjansin eg hevði fingið.
Fyrsta hon nevndi var, at í lítlari
bygd stóðu flaggstengurnar so
vakrar á rað og tað setti serligan
dám at síggja Merkini veitra
mestsum lið um lið.
Nógv
seta
myndir
út
um
føstulávint og grillveitslur. Hugaligt
hevði verið at sæð myndir av
grannaløgum, prýdd við Merkinum,
í ymsum støddum á flaggdegi og
øðrum merkisdøgum.
Eg hugsi ikki, at vit skulu nýta
henda vakra dúk til klædnaprýði
av ymsum slag, men lat okkum taka
dúkin og krossmerkið fram, har tað
hóskar, prýðir og hugnar.
Í sanginum ”Eg var mær og
vitjaði bróður” – sum Símun av
Skarði yrkti –, endar fjórða ørindi
soleiðis:
”Kæri bróðir mín, legg tær í minni,
av vit sjálv eiga lívsneistar øll;
at tað verður eitt bál,
um at hvør mannasál
leggur sín neista til hin sama eld.”
Onkuntíð eri eg ørkymlaður av tí
atburði, okkara ráðandi hava til
veik og eldri í samfelagi okkara.
Hugsi eisini, at hugburðurin til
vanliga fólkið er ikki virðiligur.
Onkuntíð hugsi eg, at nú er
ovboðið. Tá kunnu tankarnir detta
aftur á ynski, at vit finna saman í
eitt harmoniskt samfelag, har vit
stuðla hvørjum øðrum, heldur enn
at hvør einstakur skavar til sín.
Stættarmunur er í Føroyum,
men til slíka løtu sum hesa, standa
allir bólkar saman, og eg hugsi,
at hesir lívsneistar eiga at finna
saman at lýsa upp, hvussu vit
ynskja at hetta landið skal verða.
Tað kann ikki vera rætt, at vit sita
hendur í favn og tigandi bíða eftir,
at samgongan situr valskeiðið út.
Onkur gleps eru í bløðunum,
okkurt prýði á Tinghúsvøllinum
og einaferð var grýtuloks-larmur
uttan fyri Tingið. Men! Eg setti
mína vón til, at mótmælið í Gamla
Kommunuskúlagarðinum
skuldi
verða startskotið til ein riðil
av mótmælum. Kanska ikki til
uppreistur, men tó so, nakað í tann
stíl.
Eg hugsaði, at hetta kundi verða
byrjanin til eina røð av felags
tiltøkum, har vit – føroyingar, og
tað, ið politikkarin fyrst hugsar
um ”stemmarar” – onkursvegna
gjørdu okkara til, at landsins
kosnu fólk funnu aftur á slóðina,
hvørjar Føroyar, ið Merkið eigur at
umboðað.
Veturin er tíbetur farin afturum
og facebook hevur longu fleiri ferðir
víst myndir av einum grønkandi
Føroyum.
Fermingarnar
kring
landið hava eisini hugna. Hugaligt
er at síggja hesi vøkru ungu, ið
lívinum er lagað at verða framtíð
Føroya – hesi skulu mynda tað
land, ið Merkið umboðar frameftir.
Vit vita, at árstíðirnar hava ymisk
tilboð og ymsar avbjóðingar. Latum
okkum njóta hvørja løtu.
Heitið ”Eg var mær og vitjaði
bróður”, fekk heilt aðrar tankar í
gongd, nú vit um páskirnar enn
einafer kundu fylgja kjakinum um
samferðslu millum oyggjarnar.
Enn eru Føroyar ríkaðar við
oyggjum, har fólk búleikast, ið
ikki hava vegasamband. Tað hevur
verið umrøtt ofta, at sjálvsagt skulu
ferjurnar sigla allar dagar í árinum.
Men nú so stórur partur er knýttur
í veganet, tykist at orðaskiftið um
siglingina høgtíðsdagar og undir
verkfalli, missir slagkraft.
At ávisar kommunur samstarva
um
siglingina,
kann
vísa
á
uppbyggjandi samanhald millum
kommunur, men vón mín er tó
enn, at politikkarar finna felags
stev og tryggja oyggjunum góða
samferðslu, tó at tær ongantíð fáa
vegsamband.
Úr seinna ørindinum í sanginum
til flagg okkara – sum Hans
Andreas Djurhuus yrkti –, havi eg
tikið hesi orðini burturúr.
Tær báðar fyrstu reglurnar:
”Har ið merkini veittra, veittri eisini
mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum
fagurt og frítt;”
Og tær tríggjar seinastu:
”Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir av stað.”
Lat okkum eina løtu hugsa okkum,
at vit standa saman – uttan
stættarmun – og hyggja frameftir.
Hvørjar eru Føroyar, ið vit ynskja
Merkið skal umboðað?
Tá ið vit hava sett okkum
spurningin, eiga vit sjálvsagt eisini
at spyrja okkum sjálvi: Hvat kann
EG gera til, at Merkið umboðar
mínar ynskiligu Føroyar?
Tað er einki forgjørt í, at vit
skjóta ein part yvir á landsins
kosnu kvinnur og menn. Tað er
heldur einki forgjørt í, at vit av og
á minna tey á, hvussu vit hugsa
Føroyar. Men! Vit mugu eisini av og
á, taka í egnan barm, heldur enn at
seta okkum við beinunum hægst og
bíða eftir nýggjum valskeiði.
Hugsi tað er hóskandi at enda
við hesum orðunum langabbi
skrivaði:
”So torir hon vága
- av Gudi væl skírd -
at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar mítt land!”
Takk fyri meg
og góðan flaggdag!
Røða til flaggdagshaldið í Havn, 2014