mánadagur 28. apríl 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hoppidillan
Jákup Mørk
Tað er ymiskt, hvat verður
kravt, um tey nomineraðu
ikki taka við avbjóðingini,
men í allar flestu førum
er tað tó ein biograf-túrur,
sum stendur upp á spæl.
Tá Kringvarpið leygar
dagin tosaði við Johnny
Olsen, sum rekur Atlantis í
Klaksvík, helt hann fyri, at
tey høvdu merkt ein vaks
andi áhuga.
- Eg haldi at fólk hava
gingið
meira
í
biograf
seinastu dagarnar. Og í
fleiri førum er talan um
fólk, sum hava lopið, men
sum so kortini eisini taka
bio-túrin, so hetta hevur
heilt víst ávirkað okkum
positivt, segði Johhny Olsen
við Kringvarpið.
Stjórin í Havnar Bio,
Jákup Eli Jacobsen, er ikki
eins avgjørdur, tá vit settu
honum sama spurning.
- Tað hava gingið nógv
fólk í biografinum seinastu
tíðina, men eg haldi nú
hetta kemst mest av, at vit
hava nakrar góðar sýningar
á løriftinum. Tó havi eg lagt
til merkis, at tað eru nógv
fleiri gávukort seld seinastu
vikuna, enn tað vanliga er
talan um, so har hevur tað
helst ávirkað nakað, sigur
Jákup Eli.
Jákup Mørk
Seinastu vikuna hevur so
nógv tað størsta samrøðu
evnið kring landið verið
flóðaldan av sjókavarum,
sum í stríðum streymi hava
lagt videobrot av sínum
brøgdum út á Facebook.
Fleiri hava ivaleyst hugs
að sítt um, hvat tað er, sum
gongur fyri seg. Um føroyska
tjóðin er rakt av eini kollek
tivari psykosu?
Helgi Rasmussen er sálar
frøðingur, og hann hevur
eisini havt sínar tankar um
tað, sum gongur fyri seg.
Men hann sigur seg ikki
hava nakað einfalt svar upp
á hendan spurningin.
- Visti eg tað, so visti eg
eisini, hvussu tú byrjar eina
hóprørslu – tað, sum danir
rópa massebevægelse.
- Hóast nógv hava gransk
að spurningin, so er tað eing
in, sum kennir svarið uppá,
hvussu tú setir eina slíka
rørslu ígongd. Og vit vita
heldur ikki so frægt, sum
hvør tað var, ið byrjaði hetta
her á landi, sigur Helgi Ras
mussen.
- So ella so inniheldur
hetta tó eina rúgvu av kom
ponentum, sum raka okkum
positivt,
og
onkursvegna
gevur hetta eitt kollektivt
kick. Hetta er jú eitt sindur
vanvittugt, eitt sindur vanda
mikið, eitt sindur samleika
skapandi, har vit eru nakrir
víkingar, sum tora, og á tann
hátt liggur kanska eitt sindur
av hetjudyrkan í hesum. Og
so verður alt gjørt við einum
stórum smíli. Hetta er jú
humor av 1. flokki, og tað er
kanska tað týdningarmesta.
- Her er einki upp á spæl.
Antin gert tú nakað, sum er
stuttligt, ella fært tú eina
fína uppliving við einum vin
fólki, so her er einki at tapa,
sigur Helgi Rasmussen.
- Og so er tað eisini sera
áhugavert,
hvussu
skjótt
hetta er blivin ein dilla. Frá at
vera púrasta ókent, hava fólk
í fleiri dagar nú staðið í bíði
røð á ymsu kajkantunum, og
tá eru tað so nakrar aðrar
mekanismur, sum traðka
inn. Tá kunnu vit royna at
seta meira og minni klók
orð á tað: Samleikaskapan,
hetjudyrkan og annað, sum
eg nevni omanfyri. Og sjálv
andi er tað eisini nakað av
bólkatrýsti, har tú ert ein
kyllingur, um tú ikki ert
við. Men tað er ikki har, at
gátan liggur. Hon liggur í
spurninginum, hvussu ein
slík rørsla byrjar. Tað er tað
eingin, ið veit. Var ein frymil
fyri hesum, so vóru helst
fleiri marknaðarfólk, sum
langt síðani høvdu gjørt sær
dælt av tí, sigur Helgi Ras
mussen.
Týðandi nei-sigarar
Helgi vísir samstundis á, at
tað í eini slíkari mongdar
rørslu er sera týðandi, at vit
eisini hava nøkur, sum ikki
eru við.
- Vit hava sæð eitt nú
Heðin Mortensen og Kaj Leo
Holm Johannesen boðað frá,
at teir ikki tíma hetta, og tað
er fínt. Tá hava vit nakrar
markørar í samfelagnum,
sum tora at siga nei. Hevur
tú ikki tað, so er talan um
nakað heilt annað, har eing
in torir at steðga tí, sum
meirilutin ger. So partvíst
er hetta eitt sunt tekin, og
samstundis er tað ein for
treyt fyri spenninginum, tá
avbjóðingin verður send víð
ari, sigur Helgi.
Ekspon
entiellur
vøkstur
Sonevnda
pyramidu
bygnaðurin
ber við sær,
at mest sum
alt Føroya
land loypir
á bláman
upp á bara
11 dagar
Í gomlum døgum vóru
tað ketubrøvini, sum
til tíðir floymdu yvir
landið, og við Harlekin-
brøvunum, sum vórðu
send fyri eini 20 árum
síðani, hildu øll seg
hava møguleika at vin
na milliónina. Men við
nýggju sosialu miðlun
um – eitt nú Facebook
– kunnu hóprørslur, sum
vit hava sæð við hoppi-
dilluni, breiða seg við
fúkandi ferð.
Siga vit sum útgangs
støði, at hvør persónur,
ið kavar útí, tilnevnir
tríggjar vinir, og hvør av
hesum ger tað sama,
áðrenn eitt samdøgur
er liðið, so ganga
bara 11 dagar, áðrenn
hvør livandi sál her á
landi hevur lopið. Og
heldur gongdin fram
uttanlands, eru talið
1,6 mió eftir tveimum
vikum. Tá er fortreytin
sjálvandi, at øll taka
við avbjóðingini, og at
tað altíð er ein higartil
ónevndur persónur, sum
fær avbjóðingina.
Væl vitandi, at summ
ir persónar fáa fleiri
tilnevningar, og at ikki
øll taka við avbjóðingini,
so vísir talvan niðanfyri
týðiliga, hvussu skjótt
ein slík hóprørsla tekur
dik á seg í hesum
facebook-tíðum.
Samstundis er hetta
eisini orsøkin til, at
hóprørslan steðgar eins
brádliga, sum hon er
íkomin. Snøgt sagt tí tað
ikki eru fleiri persónar
eftir at tilnevna.
Dagur
luttakarar
1
1
2
3
3
9
4
27
5
81
6
243
7
729
8
2.187
9
6.561
10
19.683
11
59.049
12
177.147
13
531.441
14
1.593.323
Eyka bio-túrar
Føroysku biografarnir kundu neyvan hugs
að sær betri lýsingaherferð enn hana, sum
vit hava sæð seinast tvær vikurnar
Byrjanin er stóra gátan
Eingin veit veruliga, hvat gongur fyri seg, tá ein rørsla av hesum slag byrjar, sigur
sálarfrøðingur um flóðalduna av sjókavarum, sum hevur skolaðum landið seinastu vikuna