mánadagur 28. apríl 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jákup Mørk
Sølvi
hevur
áður
hildið
fyrilestur fyri føroyskum
sjósvimjarum, og hann er
skjótur at staðfesta, at hann
als ikki vil frámæla fólki
henda stuttleika, um tað ger
teimum gott.
- Eg havi havt óføra fragd
av at síggja øll hesi lopini,
sum eru framd seinastu
dagarnar, og eg skilji á nógv
um fólkum, at tey hava
sanna fragd av kensluni, sum
kuldaskelkurin gevur, men
eg vil eisini mæla fólki til at
ansa eftir, sigur Sølvi Winth
er Olsen.
- Tí tað eru sjúkur, sum
kunnu útloysast av skelki
num, sum hetta gevur. Hóast
eg ikki havi merkt nakað til
hjartatrupulleikar
sjálvur,
so eri eg komin somikið til
ára, at eg eri í einum ávísum
vandabólki. Og sjálvur haldi
eg, at tað vildi verið spell, um
eg soleiðis gav mær sjálvum
eina varandi sjúku at dragast
við. Og tað eru eisini aðrar
sjúkur enn hjartasjúkur, sum
kunnu útloysast av hesum,
sigur Sølvi.
Ikki kava
Sølvi leggur áherslu á, at tað
eru tey fæstu, sum ikki tola
hetta, og hann staðfestir, at
tað er ein annar vandi, sum
er nógv meira ítøkiligur enn
sjálvur kuldin.
- Tað er, um fólk kava, og
tað vísir seg at vera ov grunt.
Tá kunnu vit síggja dømi um
fólk, sum gerast lamin, og eg
vil staðiliga heita á øll tey,
sum í hesum døgum leypa
á sjógv, um at gera tað við
beinunum fremst.
Ert tú ikki í beinleiðis
vandabólkinum fyri sjúkum,
so eru tríggir aðrir lutir, sum
skulu havast í huga, tá lopið
verður útí, sigur Sølvi.
- Ansa eftir, at tú kanst
sleppa skjótt upp. Altso at
ein stigi ella líknandi er nær
hendis. Og latið vera við at
svimja langt út.
- Og far ikki einsamallur
á sjógv. Fólk mugu altíð vera
hjástødd, og hesi mugu eisini
vera útgjørd, soleiðis at tey
kunnu traðka til, um tað er
neyðugt.
- Eg skal avgjørt ikki ræða
fólk frá hesum stuttuleika
num. Men tað er umráðandi,
at vit og skil verður nýtt, so
vanlukkur ikki standast av
hesum, sigur Sølvi Winther
Olsen.
Ikki øll tola
kuldaskelkin
Sølvi Winther Olsen, ítróttalækni, biður fólk sum heild
um at hugsa seg um, áðrenn lopið verður á sjógv
Tað er ikki heilt greitt, hvør
veruliga byrjanin til hoppi
dilluna er. Í Canada hava
tey í eina tíð havt sonevnt
Winther Challenge, har fólk
bjóða hvørjum øðrum av í
at leypa í ísakalt vatn.
Á okkara leiðum ert tó
fleiri, sum meta, at hetta
heldur stavar frá neknomi
nation, sum við rúkandi ferð
ferðaðist kring heimin. Her
var avbjóðingin at drekka
eina øl, og gjørdu tey nomi
neraðu ikki tað sama innan
24 tímar, skyldaðu tey ein
kassa av øl.
Í mars mánaði almanna
gjørdi Cult, ið framleiðir
orkudrykkir, at tey leitaðu
eftir
góðu
orkuni
hjá
ungum dønum.
Í
hesum
sambandi
mælti Cult ungum fólki til
at hoppa í kaldan sjógv við
einari Cult-dós í hondini,
meðan tey skuldu rópa
»góð orka vinnur altíð«.
Hetta skuldi sjálvandi tak
ast upp, og restin er søga.
Tó tóku ungu fólkini
ikki
Cult-tilnevningina
til sín. Hinvegin eru fleiri
hundrað fólk farin útí
kaldan sjógv uttan eina
Cult-dós um páskirnar, men
heldur við eini avbjóðing
um bio-billett.. Sum støðan
er nú, er tað ikki líkt til, at
hvørki danir ella føroyingar
hava hug at steðga við
hesum
nýmótans
ketu
brævi í løtuni.
-MáR
Óviss byrjan
Stuðulskav
Við slagorðinum um, at fyritøkur eisini mugu sleppa upp í
part, er Petri Tannklinikk nú eisini vassað á sjógv. Kanska
ikki heilt har, sum tær ikki grynna, men í øllum førum nóg
mikið til at fáa karm. Og hesa ferð kostar tað krónur úr
kassanum, um avbjóðingin ikki verður tikin upp. Boðini frá
Petri eru nevnliga, at tær fyritøkur, sum fáa avbjóðingina,
skulu savna starvsfólkini til ein felagstúr á bláman, ella
eisini skala fyritøkan lata 100 krónur fyri hvørt starvsfólki
til vælgerandi endamál eftir egnum ynski. Og biðið verður
um, at kvittanin verður løgd online á Facebook. Fýra
fyritøkur hava fingið avbjóðingina frá Petri. Nevnliga
Smyril Line, Kvinna, Fríða og VoxPop Radio. Kollektiva
vassanin hjá Petri sæst á Facebook-vangamyndini hjá
klinikkini.
-mørk
Bjóða av
Hoppi-dillan verður nú eisini íðkað sum liðítrótt. Tað má
vera niðurstøðan, eftir at Effo-deildarliðið hjá B36 tók
táttin upp leygardagin. Ferðalagið hevði verið á útferð
undir Hestbjørgunum, og afturkomnir á Gomlurætt hildu
teir, at nú skuldi ein kollektivur drunnur sendast øðrum
felag. Valið fall á TB, og so er spurningurin, um tvøramenn
taka avbjóðingina upp. Lopið hjá B36-spælarunum sæst á
Facebook-vangamyndini hjá B36.
-mørk
Hoppidillan