mánadagur 28. apríl 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hoppidillan
Jákup Mørk
Jón Bjarnason sigur fyrst og
fremst, at hann als ikki vil
mæla fólki frá at leypa á sjógv,
tí hann hevur ongan hug at
taka stuttleikan frá fólki.
Men hann leggur afturat,
at vit mugu nýta vit og skil,
og honum dámar tað als ikki,
um talan er um drukkin fólk
ella smábørn, sum fara á
blámann.
- Vit hava nakrar mekan
ismur í kroppinum, sum gera,
at vit tola kulda. Men fyri
tað fyrsta, so rigga hesar als
ikki hjá fullum fólki. Og fyri
smábørn er galdandi, at tey
hava eina stóra kropsflatu í
mun til vektina, og tí kólna
tey nógv skjótari, enn vaksin
fólk gera.
Og kólnar kroppurin bara
eitt sindur, so er stórur vandi
á ferð, sigur Jón Bjarnason.
- Bara kropshitin fer eini
tvey stig niður, so koma vit í
støður, har vit missa førleika
at brúka armar og bein. Og
kanst tú ikki tað, so sigur tað
seg sjálvt, at tú ert í vanda
fyri at drukna. Og fellur
kropshitin niður á 32 stig, so
missir tú vitið.
- Og tú skalt minnast til,
at tað gongur øgiliga skjótt
at missa kropshita, tá tú
ert í køldum vatni. Í mun
til kalda luft, so tekur tað
bara 1/32 part av tíðini at
køla kroppin í køldum vatni.
Vanliga verður sagt, at tað
er 50% møguleiki hjá einum
vanligum manni at svimja 50
metrar í køldum sjógvi, utt
an at fáa hypotermia, sum
tað eitur, tá kroppurin gerst
ov kaldur. Tað gongur bara
ein minuttur ella so, áðrenn
kroppurin gerst ov keldur,
og hjá einum fullum persóni,
har
vanligu
verjumekan
ismurnar ikki rigga, kann
spurningurin væl verða um
sekund, áðrenn tað gongur
galið.
- Og so vil eg sjálvandi
eisini heita á fólk um at lata
vera við at loypa á sjógv, um
tað er myrkt. Tað sigur seg
sjálvt, at tá verður trupult
hjá øðrum at leita eftir tær,
um illa vil til. Tað er logikkur
fyri likkur, sum vit taka til,
sigur Jón Bjarnason.
Jákup Mørk
Um vikuskiftið sóust onkra
staðni bíðirøðir uttan fyri
vertshús. Og bíðirøðirnar
vóru altso ikki fyri at sleppa
inn á vertshúsið, men fyri at
sleppa at leypa á blámann.
Og hetta er nakað, sum tey
ikki eru heilt álvulig við á
politistøðini.
- Eg má siga, sum er, at eg
krympið tærnar viðhvørt.
Serliga er tað, tá fólk kenna
seg trýst til at gera tað. Og
so er spurningurin eisini,
hvussu eitt nei verður virt
hjá teimum, sum eggja til
at leypa, sigur Halgrím
Hansen, vaktleiðari á politi
støðini í Havn.
Spurdur,
um
íkomna
hoppidillan gevur løgreglu
ni eyka arbeiði við at halda
eyga við fólki, sigur Hall
grím, at tað ger hon ikki.
- Vit Hava ikki lagt seg
eftir hesum sum serstakt
fyribrygdi. Men vit vita
sjálvandi, at hetta er nakað,
sum rørir seg, og vit eru
eisini til reiðar at seta inn,
um tað gerst neyðugt. Hetta
er tó nakað, sum hendir um
alt landið, og tí er vónleyst
hjá okkum at halda eyga
við øllum, sigur Hallgrím
Hansen.
Hann leggur tó dent
á, at tað serliga eru tvey
viðurskifti – myrkur og rús
drekka – sum gera, at hann
kann óttast eina vanlukku.
- Tað ger tað sjálvandi
eyka trupult, um nakað er
áfatt, meðan myrkt er. Tá
er nógv verri at leita, og tí
kann vera truplari at fyri
byrgja eini vanlukku.Og
sjálvandi er tað ikki nakað
gott hugskot, um fólk eru
rúsað, tá tey ætla sær at
leypa, sigur vaktleiðarin.
Hann vil tó á ongan hátt
frámæla fólki at loypa á blá
mann.
- Eg haldi bara, at fólk
skulu hugsa seg væl um.
Undir
skipaðum
viður
skiftum, so er hetta eingin
trupulleiki, og ikki minst er
týdningarmikið, at tú ikki ert
einsamøll ella –mallur. Tá ein
skal filma, so eru sjálvandi
minst tvey til staðar, men tú
kanst eisini yvirmeta, hvat
ein einsamallur persónur
kann gera, um illa ber til,
sigur Hallgrím Hansen.
Óttast vanlukku
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tey tíbetur ikki hava merkt nakað til hoppi-
bylgjuna, men hann viðgongur, at tey viðhvørt krympa tær á politistøðini
Hóskvøldið sóust nógv fólk uttan fyri Glitnir í Havn. Og tey
tóktust altso ikki at vera á veg inn í barrina
Mynd: Remi á Kamarinum
Kølna sera skjótt í vatni
Jón Bjarnason, svimjivenjari,
telist sjálvur millum teirra, sum
hava lopið á blámann. Men hann
leggur áherslu á, at fólk mugu
ansa sær, tá hetta verður gjørt