mánadagur 28. apríl 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nationalisma, eitt virus*
Heri Mohr
Í røðuni til flagdagshaldið
2014 í Havn segði fyrstilærarin
í Nólsoy millum annað, at tað
ikki kann vera rætt, at sam
gongan situr valskeiðið út,
og hann setur sína vón til ein
riðil av mótmælum. ”Kanska
ikki til uppreistur, men tó so,
nakað í tann stíl.”
Vorðið sum profeti og
vón.
Enn einaferð mugu vit
sanna, at nationalisma er eitt
virus, ið vit eiga at ræðast
fram um øll onnur smittu
evni. Í bókini ”Die Welt von
Gestern”
skrivar
Stefan
Zweig
(1881-1942):
”Allur
villskapur hevur herjað mítt
lív: Borgarakríggj og hung
ursneyð, inflatión og terror,
umfarssjúkur og emigratión.
Eg havi sæð hópideologir
vaksa fram og breiða seg: Fas
cismu,
nationalsocialismu,
bolsjevismu og fram um alt
andstyggiliga nationalismu.”
Hann varð jakstraður í
sínum heimlandi, gjørdist
heimleysur og beindi fyri
sær í Brasilia.
Vit skilja millum tjóð
skaparrørslu
íblást
við
lýggjum, mergjaðum kensl
um. ”Hvat kann røra hjarta
streingir”, yrkti Fríðrik Peter
sen í 1878, 25 ára gamal. Hann
yrkti eisini ”Eg oyggjar veit”,
sum var okkara tjóðsangur í
mong ár.
Men vit kenna eisini ta
harðrendu, kensluavskeplaðu
nationalismu, sum kann for
koma landi og fólki.
Í roynd og veru er bert
ein heilivágur móti national
ismu: vanligt vit og skil! Og
her koma heim og skúli inn
í myndina.
Í hesum døgum (meðan
flaggdagshaldið fór fram á
Vaglinum) stara fólk í Europa
ræðslusligin
og
máttleys
spyrjandi í gosheitum heimi:
fer tað sálarleysa national
ismuvirusið at útloysa triðja
og – um tað skuldi verið nak
ar uggi – kanska seinasta
heimsbardagan?
Í tí sekterisku røðuni segði
fólkaskúlalærarin eisini, at
okkara flaggsangur átti at
verið sungin til morgunsang
í skúlunum.
Ja, hví ikki! – í 12 ár, frá
1933 til 1945, sungu børn og
vaksin í Týsklandi teirra
flaggsang, Die Fahne hoch,
bæði morgun, dag og kvøld;
men so varð tann sangurin
steðgaður við lóg….
……og allur heimurin lá
í skeljasori, takkað veri
einum kensluleysum virusi í
óstýriligari øði….
Nei, vit eiga at ansa eftir, at
flaggsangurin
ikki
endar
sum fótatraðk.
Okkara
flagg,
Merkið,
sum fyrstu ferð varð vundið
á stong í Føroyum suðuri í
Famjin 22. juni 1919 og okkara
flaggsangur, sum Hans Andr.
Djurhuus yrkti stutt eftir í
1920, hava annað uppiborið.
*Degenererað
tjóðskaparkensla
Ólavur Petersen
Eg eri hvørja ferð takksamur
fyri at vera føroyingur, tá
ein av okkara ikki er at síggj
ast millum okkum longur,
hvussu menn tveita alt frá
sær fyri at leita eftur tí burt
urblivna.
Nú vísir tað seg, at henda
umsorgan
og
samkensla
ikki er galdandi við fólki av
fremmandum
blóði,
sum
sigla og virka undir føroyska
flagginum.
Henda
vanvirðing
av
manninum sum fórst og
teimum, sum eftir vóru um
borð á Anitu, er av slíkum
slagi, at hon skjótt kann
smitta tað allarheilagasta í
føroysku fólkasálini.
Skamm skulu tit løg
tingslimir hava fyri, at tit
brúka hesa vanlukku at
profilera tykkum sjálvi.
Eg vil ikki klóka meg uppá
um lóggávan er nøktandi á
økinum, men alt skal og kann
ikki vera jura.
Ein óvanligur atburður
skal hava svar av hægsta
staði: Løgtinginum.
Føroya løgting átti at
givið reiðarínum hjá Anitu
harraboð um at fáa fiskireið
skapin innanbora og koma í
havn at standa til svars fyri
avvarðandi myndugleikum.
Umboðar Føroya løgting føroysku fólkasálina?
Ein milliard, sum bleiv til 5 milliónir
Jógvan Jespersen
Felagið Nótaskip
Nótaflotin hevur rættiliga
verið í andgletti seinastu
vikurnar. Ávísir búskapar
frøðingar og politikarar siga,
at tað gongst flotanum ov
væl, og tað má tað gerast
nakað við. Tiltøk mugu setast
í verk, so raksturin verður
minni lønsamur.
Á forsíðuni í Sosialinum
4. apríl var yvirskriftin:
Hava tikið yvir eina milliard
úr fiskivinnuni. Hetta vóru
sanniliga stórtíðindi. Ongin
ivi var um, at boðskapurin
var, at privatpersónar hava
stungið eina milliard í lumm
an.
Tað undraði stórliga, at
Kári
Petersen,
búskapar
frøðingur, ið til dagliga tekur
sær av fígging landsins, var
keldan. Tí hvussu lætt kann
hann loyva sær at fara um
veruleikan?
Eg rokni við, at Kári Peter
sen hevur atgongd til rokn
skaparportalarnar, og hevði
hann hugt eftir, so kundi
hann eftir fáum minutt
um staðfest, at limirnir í
Felagnum Nótaskip seinastu
10 árini ikki hava útlutað
vinningsbýti
til
privatu
partaeigararnar. Tað er bara
eitt undantak. Tað er Fram
herji, sum útlutaði 5 mió. kr.
í vinningsbýti í 2012.
Feløgini, sum eiga nóta
skip, eru skipað samtøk.
Eitt partafelag er fyri hvørt
skipið. Móðurfeløgini eiga
allan partapeningin í dótt
urfeløgunum og eru um
sitingarfeløg hjá konsernun
um. Vinningsbýtið er flutt
upp í móðurfeløgini og brúkt
til nýggjar íløgur. Privatu
partaeigararnir kunnu bara
fáa vinningsbýti frá móður
feløgunum, og tað hava teir
ikki fingið hesi árini.
Vinningurin
brúktur til íløgur
Milliardin hjá Kára Petersen
var sostatt bara 5 mió. kr.
Sambært eini greining, sum
grannskoðarafelagið Januar
hevur gjørt av roknskap
unum hjá limunum í Felag
num Nótaskip fyri 5-ára
skeiðið frá 2008 til 2012 var
samlaða úrslitið hjá feløg
unum hesi árini 623 mió. kr.
Í sama tíðarskeiði hava hesi
feløg gjørt íløgur í føroyskt
vinnulív fyri 714 mió. kr.
Hesar íløgur hava í stóran
mun gjørt tað møguligt at fáa
pelagiska tilfeingið til høldar
í Føroyum: Nýggj Norðborg,
djúphavn og frystigoymsla í
Ánunum, nýggjur Christian í
Grótinum, nýggjur Tróndur
í Gøtu, nýggjur Tummas T,
uppsjóvarvirki á Tvøroyri og
nú uppisjóvarvirki í Fugla
firði.
Vøksturin
í
pelagisku
vinnuni krevur harumframt
økta fígging, sum ikki fæst
frá
peningastovnunum.
Reiðaríini hjá nótaskipunum
hava støðugt omanfyri 200
mió. kr. bundnar í goymslum
og debitorum.
Tvær orsøkir til
góð úrslit
Tað eru fyrst og fremst tvær
orsøkir til, at nótaskipini
hava havt góðan rakstur
hesi seinastu árini. Onnur er,
at flotin er rationaliseraður.
Miðskeiðis í 70-árunum vóru
20 nótaskip. Nú er flotin
minkaður niður í 6-7 nýggj og
effektiv skip. Tað hevur víst
seg, at við hesum skipatali
fært tú størsta munin millum
inntøkurnar og útreiðslurnar
av at fáa pelagiska fiskin upp
á land. Tað vil siga, at løn
semið er optimalt.
Hin orsøkin er, at vit
hava havt óvanliga stórar
makrelkvotur seinastu árini
og í 2013 eisini eina óvan
liga stóra sildakvotu. Tað
óvanliga fer at minka, tá
vit aftur gera avtalur. Sum
liður í makrelsemjuni hava
londini avgjørt í 2014 at seta
heildarkvotuna 350.000 tons
hægri, enn ICES mælti til. Frá
2015 hava londini bundið seg
til at fylgja ICES-tilmælinum,
og tí fer kvotan sannlíkt at
minka næsta ár. Men rætt er,
at vit nú eiga ein størri part
av tí, sum er at býta.
Í 2013 ásettu Føroyar
sær eina sildakvotu upp á
17% ella 105.000 tons. Við
sama
prosenttali
í
2014
hevði kvotan minkað niður
í góð 70.000 tons, og tað er
minni, enn kvotan var, tá
hon var upp á tað hægsta í
2009 eftir tí gamla býtinum.
Fiskifrøðingarnir eru samdir
um, at sildakvotan eisini í
komandi árum fer at vera á
einum lágum stigi.
Við
svartkjaftinum
er
støðan tann sama. Kvotan
í 2014 er minni, enn hon var
í 2006-2008. Søgan vísir, at
uppisjóvarkvoturnar ganga
upp og ganga niður.
Vit hava í dag nóg mikið
av fiskiorku í flotanum til at
fiska uppisjóvarkvoturnar. Tí
er avgerandi, at vit ikki økja
um fiskiorkuna, sum summi
mæla til. Tað hevði havt við
sær, at lønsemið versnar.
Bert tvey
upprunalig loyvir
Ein onnur gjøgnumgangandi
atfinning í orðaskiftinum
hevur verið, at tað eru ov fá
reiðarí í pelagisku vinnuni.
Í bólkinum nótaskip eru
bert tvey upprunalig loyvi.
Í 1975 varð givið eitt loyvi
til tann fyrsta Christan í
Grótinum, og í skipapakk
anum hjá Atla Dam í 1984
varð loyvi givið til tann fyrsta
Trónd í Gøtu. Øll hini loyvini,
sum nótaskipini hava í dag,
eru keypt frá øðrum.
Somu búskaparfrøðingar
siga, at málsetningurin í
fiskivinnupolitikkinum má
verða, at tey dugnaligastu
reiðaríini yvirliva. Tað er
væl tað, sum er hent í nóta
flotanum, og tí er torført at
skilja, hví teir hava so ilt av
støðuni.
Landið fær sítt
Í orðaskiftinum fært tú ofta
fatan av, at vinnan onki
gevur aftur til landið. Men
so er ikki. Feløgini rinda
partafelagsskatt av vinning
inum og eisini hevur í nøkur
ár verið ein eykaskattur upp
á 2,5% av avlopinum. Hann
hækkar nú upp í 7 prosent.
Harumframt rinda reiða
ríini tilfeingisgjald av makrel-
og sildakvotunum. Og tann
skrúvan verður táttað hvørt
ár. Í 2011 rindaðu nótaskipini
6 mió., í 2012 hækkaði talið
upp í 42 mió, og í 2013 kom
tilfeingisgjaldið upp á 85 mió.
Tað verður helst upp aftur
hægri í 2014.
Vinningurin, sum hevur
verið eftir hjá reiðaríunum
hesi árini, er allur farin til
nýggjar íløgur. Talan er part
víst um nýtt virksemi, sum
eisini gevur fleiri krónur til
almennu kassarnar.
Hevði landið farið við
øllum
vinninginum,
so
høvdu hesar íløgur ikki verið
gjørdar. So mátti annaðhvørt
landskassin ella útlendingar
gjørt hesar íløgur, sum hava
verið neyðugar fyri at fáa
pelagiska tilfeingið til høldar
í Føroyum.