mánadagur 28. apríl 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
T
að sømir seg lítið at ganga við gron, bara
tí úrslitini av eini atkvøðugreiðslu gingu
tær ímóti. Men kanska kundi ein opin
atkvøðugreiðsla loyst upp fyri hesum
Vit sóu tað, tá fótbólturin handaði
sínar virðislønir í heyst, og aftur leygarkvøldið
fingu vit prógv um tað sama. At liðið, sum vann
mest á vøllinum, als ikki var stóri sigursharrin, tá
heiðurslønirnar vórðu lætnar á gallakvøldinum.
Hálvar og heilar ákærur um avtalað spæl og
tilvitað ikki at atkvøða fyri nøkrum meistara verða
skotnar avstað í illsinniglepsum, tí nøkur feløg halda
seg vera fyri vanbýti, og helst er hetta er serføroyskt
fyribrigdi av jantelógini, sum her ger seg galdandi.
Ella kanska bara eru tað berini, ið tú ikki rakk, sum
nú vóru súr kortini.
Mest av øllum, so er hetta ein vanvirðing av
teimum, sum vunu heiðurslønirnar. Tí so ella so er
heta eisini ein ákæra um, at tey av órøttum hava
vunnið sær heiðurin. Tú kanst altíð kjakast, um
vinnarin var tann rætti, og um onkur annar fekk
færri atkvøður, enn viðkomandi hevði uppiborið.
Men tú kanst undir ongum umstøðum lasta tí, sum
nú einaferð kom á pallin at taka ímóti virðislønini.
Ein avleiðing av hesi smáborgarligheit var, at
Miðlahúsið í fjør heyst valdi at almannakunngera
atkvøðurnar til fótbóltsvirðislønirnar. Tað steðgaði
kanska ikki øllum atfinningum, men tað ger tað
í øllum førum greitt, hvør hevur atkvøtt fyri
hvørjum, og bara tann opinleikin í sjálvum sær er
við til at steðga keðiliga kjakinum um óreglusemi í
atkvøðugreiðsluni.
Meiri
luta
verja
Ítróttar klumman
Jákup Mørk
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur
E. Jensen
Eg brotni ongantíð
Tróndur Arge
Á veg í sjúkrabilin var Jens
Joensen tó ikki í iva um, at
hann var brotnaður á fyrsta
sinni.
– Eg var hundrað prosent
sikkur upp á, at eg hevði
brotið fótin, greiðir Jens
Joensen frá.
Tað var í fyrra hálvleiki
av longdu leiktíðini, at Jens
tveitti seg fyri eitt skot hjá
Arnbirni Hansen. Ólukkutíð
fyri Jens, so lendi hann
skeivt og beklaði. Omaná tað
heila, so lendi Arnbjørn eisini
á fótinum.
– Eg havi verið út fyri
nógvum í mínum lívi, men eg
brotni ongantíð, sigur Jens
Joensen, sum síðani bankar
undir borðið fyri góða eydnu.
Í fjør var Jens út fyri
líknandi skaða, tó í arbeiðis
samanhangi. Tá gekk tvær
til tríggjar vikur, so var Jens
aftur á vøllinum.
– Eg vóni, at tað verður
í mesta lagi ein mánaði til
eg spæli aftur, men tað er
sjálvandi ringt at meta um,
sigur Jens Joensen at enda.
EB/Streymur vann dystin
4-3, eftir at NSÍ var á odda
heili 3-0 í seinna hálvleiki.
trondur@sosialurin.fo
Tað sigur Jens Joensen, sum í gjár mátti berast av vøllinum
í fjórðingsfinaluni móti EB/Streymi. Jens er kendur sum
ein harður spælari, sum ikki er bangin fyri at tveita seg í
eina takling, tá onnur helst høvdu hoppað uppum
www.b36.fo:
Bæði á og uttanfyri vøllin økjast stigini í heilum. Í góðveðrinum í Fuglafirði
vunnu vit ein knúsandi 5-2 sigur
www.eb-streymur.fo:
EB/Streymur og steypakappingin hoyra saman! Tað hava vit hildið
seinastu nógvu árini, og tað hildu vit eisini áðrenn dystin í dag. Men sum
dysturin leið fóru vit at ivast stórliga, áðrenn seinastu 11 minuttirnir aftur
vendu alt á høvdið!
www.if.fo:
Tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbólti hjá ÍF í ár, tað hava tveir teir
seinastu dystirnir víst okkum. Seinasta dystin vísti ÍF fram úr góðan fótbólt
við at vinna 3 - 0 á so góðum liði sum EB/Streymi, meðan vit í dag vóru
aftanfyri við trimum málum í hálvleikinum móti B36 – heilt óvæntað.
www.nordlysid.fo:
KÍ kvinnurnar mistu stig á heimavølli í dag og tað hendir ikki ofta. Hinvegin
var tað eisini KÍ, sum kundi vera glaðast fyri, at tað endaði við javnleiki
www.in.fo:
Toppskjúttarnir vóru væl upplagdir. Arnbjørn Hansen skoraði hattrikk, og
Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen skoraðu 2 mál í part
www.hb.fo:
Ein frálíkur sigur á grannunum fyri vestan, sum merkir at vit eru við í
pottinum, tá lutakast verður um hálvfinalurnar. Stórt rós til okkara fyri
góðan hugburð, stríðsvilja og gott spæl, sum tryggjaðu okkum sigurin
www.ab.fo:
“Handan dystin áttu vit at vunnið”. Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC
Argjum, aftaná at B68 fór avstað við teimum trimum stigunum á Toftum í
dag. “Vit domineraðu allan dystin og høvdu fult av kjansum. Problemið var
bara, at bólturin fór ikki inn
Heimasíðurnar skriva:
Lutakastið verður í 3-2 í kvøld Lutakastið til
hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða í 3-2
sjónvarpssendingini hjá Kringvarpinum í kvøld. EB/Streymur,
Víkingur og HB eru víðari til hálvfinalurnar, meðan fjórða
fjórðingsfinalan millum B68 og ÍF fyrst í komandi mánaði
Mynd: Pætur Albinus