mánadagur 28. apríl 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur Løgmanssteypið
H E S A V I K U N A
Heðin Stenberg 4
Stóð ein sera góðan dyst. Hevði fleiri
góðar bjargingar og fekk ikki gjørt
stórvegis við málini hjá HB.
Jónas Stenberg 2
Rennur nógv og arbeiðir væl, men
tykist sum heild ov ótryggur bæði
offensivt og defensivt.
Jógvan Isaksen 3
Spældi ein fínan dyst. Flytir seg væl
og stýrir verjuni væl, og megnar í
flestu førunum at rudda upp, tá vandi
var á ferð. Átti tó møguliga at steðga
Andrew við seinna málið.
Sørin Samuelsen 3
Stóð væl defensivt, og megnaði
eisini í fleiri førum at rudda væl upp
í vandastøðum. Tók eingi óráð fyri
defensivt, men var samstundis eitt
sindur ótryggur á bóltinum.
Beinir Ellefsen 3
Spældi væl defensivt, har hann hevði
rættiliga gott tak á høgri síðuni hjá
HB. Kom eisini væl fram við í vinstru
síðu, men kvaliteturin var ov lítil á
innleggum.
Jobin Drangastein 2
Arbeiðsinnsatsurin liggur ongantíð
eftir, men sum heild kom alt ov lítið
burturúr. Hann tóktist ikki rættiliga
at føla seg heima á høgra vongi – í
øllum førum ikki í hesum dystinum.
Hørður Mohr 3
Hevði nakað av trupulleikum
defensivt móti sterka HB-
miðvøllinum, men gjørdi tað
hampiligt offensivt. Hevði onkra
skotroynd og slepti sær sum heild
væl av við bóltin.
Kári Nielsen 2
Hevði trupulleikar av smáspælinum
hjá HB, og kom ikki rættiliga til sín
rætt, tá AB var á bóltinum.
Sorin Anghel 3
Var naskur og avbjóðandi fyrstu
løtuna av dystinum, og skapti nakrar
góðar støður í vinstru síðu. Fall eitt
sindur í støði eftir hetta og var heldur
anonymur í seinna hálvleiki.
Bárður Olsen 3
Hevði fleiri góðar deyðbóltar og var
ein av fáu AB-leikarunum, ið var
tryggur á bóltinum. Fekk tó alt ov
lítið av hjálp fram eftir vøllinum.
Karstin Højgaard 2
Arbeiddi væl og rann nógv, men
lítið kom burtur úr nógvu túrunum
fram eftir vøllinum. Fekk ein gyltan
møguleika eftir stórt verjukiks hjá
HB, men royndin var alt ov óneyv.
Mikkjal Hentze 2
Kom inn á offensiva miðvøllinum,
men megnaði ikki veruliga at seta
síni fingramerki á dystin.
Christian í Garði 2
Skapti saman við Magnusi Egilsson
nakað av óróð í HB-verjuni, tá hann
kom á vøllin, men í fleiri góðum
støðum tók hann skeivar avgerðir.
Magnus Egilsson 3
Fekk ikki nógvar minuttir á vøllinum,
men megnaði at skapa nakað av
óróð í HB-verjuni seinastu løtuna av
dystinum.
Avrik: tøl 1 til 6
Teitur Joensen
Tað ljóðar sum ein nógv
spæld, gomul og skøva pláta,
men HB var aftur rættiliga
stórur favorittar, tá liðið var
á vitjan úti í Vika á Argjum
í gjár í fjórðingsfinaluni í
kappingini um Løgmans
steypið.
Men
hóast
liðið
var
roknað sum stórfavorittur,
so sást hetta ikki fyrstu løt
una av dystinum. AB beit
nevniliga heilt væl frá sær
fyrsta 10 minuttirnar, og lið
ið kom eisini fram til fleiri
góðar støður, men lítið kom
hóast tað burtur úr nógvu
støðunum.
Tað var serliga í vinstru
síðu, at tað riggaði væl hjá
AB hesa løtuna. Sorin Anghel
var væl upplagdur, og hann
megnaði í fleiri førum at
koma oman á baklinjuna
inni í brotsteiginum, men
har var ongantíð nakar AB-
leikari klárur, tá rumenin
legði tvørturum.
Men HB kom spakiliga
betur við í dystin, og eftir
eitt korter komu teir á odda
við máli frá Heina Vatsndal,
sum kom at standa væl fyri
í brotsteiginum eftir eitt
hornaspark. Stutt framman
undan hevði HB verið tætt
við at lagt seg á odda eisini
eftir hornaspark, og hesa
løtuna hevði HB havt munin.
Tað, ið eftir var av fyrra
hálvleiki, stýrdi HB, men
hóast hetta, so hevði AB
tær naskastu royndirnar. Í
tveimum førum vóru teir
tætt við at skalla bóltin
í mál. Fyrst eftir eitt frí
sparksinnlegg og síðani eftir
eitt hornaspark, og seint í
fyrra hálvleiki áttu argja
menn at havt javnað, tá
Karstin Højgaard gjørdist
púra leysur eftir ein stóran
feil í HB-verjuni. Áleyparin
brendi tó upp á tað skammi
ligasta, og so var HB á odda í
steðginum.
HB sat á øllum
Meðan dysturin hevði verið
javnur fyri steðgin, so var
myndin ein heilt onnur eftir
steðgin. HB setti seg nú full
komiliga á dystin, og AB
megnaði als ikki at leggja
nakað trýst á HB.
Hvørja ferð argjamenn
royndu at koma niðan á
vøllinum í trýstinum, so
kom HB til góðar støður, og
tað tóktist mest sum bara at
vera ein spurningur um tíð,
áðrenn HB økti um leiðsluna.
Tað gekk tó rúm tíð,
áðrenn hetta hendi, men 10
minuttir fyri leiklok bragd
aði aftur hjá HB, tá Andrew
av Fløtum heldur tilvildar
liga kom at standa væl fyri
í brotsteiginum. Í fyrstu at
løgu rakti hann ikki bóltin,
men í aðru atløgu fekk hann
lagt bóltin millum beinini á
Heðin Stenberg og í málið,
og so var dysturin avgjørdur.
Frammanundan
hesum
hevði HB havt fleiri góðar
møguleikar at økt um leiðsl
una, so tí var tað heilt í tráð
við spæl og møguleikar, at
tað eydnaðist HB at økja um
leiðsluna.
2-0 gjørdist endaliga úrs
litið, og HB hevur tí spælt
seg víaðri til hálvfinalurnar
í steypakappingini.
Góður seinni hálvleikur
Ein av leikarunum, sum
spældi ein sera góðan dyst
fyri HB, var Christian R.
Mouritsen. Hann var nøgdur
við úrslitið, men var ikki
heilt nøgdur við allan dystin.
– Eg eri ikki heilt nøgdur
við fyrra hálvleikin hjá okk
Eftir steðgin hevði HB fult tamarhald á dystinum á Argjum,
sum teir eisini vunnu fult uppiborið. Men í fyrra hálvleiki beit
heimaliðið frá sær og hevði fleiri naskar royndir
í hálv
finaluna
ítróttur
Seinasti sigurin hjá HB í kappingini um Løgmanssteypið var
í 2004. Síðani tá hevur liðið bert fýra ferður leikt seg í hálv
finalurnar, um vit telja árið í ár við, og bert eina ferð hevur tað
eydnast liðnum at vinna seg í finaluna. Hetta var í 2007.
Sostatt eru tað sjey ár síðani, at HB var í steypafinaluni seinast.
(0-1) 0-2
0-1: Heini Vatnsdal 17.
0-2: Andrew av Fløtum 81.
Dómari: Rúni Gaardbo
HB trygt
Heðin Stenberg var aftur í AB málinum, eftir at hann hjálpti júst HB í steypadystinum móti B36