mánadagur 28. apríl 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
ítróttur
Fantastisku fótbólts
líkindini úti í Vika. Sjálvt
um tað var kalt, so
kundi fótbóltsveðrið
ikki verið betri.
Áskoðarar, sum
rópa negativt eftir
dómarunum. Serliga
tá teir als ikki hava
hald í sínum kritikki.
um. Tá er dysturin faktiskt
rættiliga javnur, men eg føli
ikki ordiliga, at vit spæla
upp til okkara besta. Tað var
tó gott, at tað eydnaðist okk
um at koma á odda, tí hetta
gjørdi uppgávuna lættari
til seinna hálvleik, segði
Christian R. Mouritsen eftir
dystin.
Hann var tó væl nøgdur
við avrikið eftir steðgin.
– Í seinna hálvleiki er
støðan tó ein onnur. Tá sita
vit á øllum, og eg føli, at vit
hava fult tamarhald á dyst
inum. Vit spæla bóltin væl
runt og halda teimum frá
málmøguleikum, og vit hava
eisini
møguleikar
sjálvir
at avgera dystin, men tað
knýpur eitt sindur at fáa
mál. Men tá vit so fáa næsta
málið seint í dystinum, so er
tað avgjørt, sigur Christian
Mouritsen.
Júst myndin, har HB
kemur á odda tíðliga í dyst
inum fyri síðani at seta seg
á mest sum alt spælið, uttan
á nakran hátt at leypa fram
av, hava vit sæð fleiri ferðir
fyrr í ár. Og Christian R.
Mouritsen ásannar eisini,
at hetta er nakað, sum liðið
hevur arbeitt nógv við.
– Vit hava arbeitt nógv
við at stýra spælinum á
vøllinum, eisini eftir at vit
eru komnir á odda. Eg haldi
eisini, at hetta hevur riggað
rættiliga væl í fleiri dystum,
og hetta kemst serliga av, at
vit eru ótrúliga væl skipaðir
defensivt, og tað blívur sjálv
andi ikki verri av, at vit hava
so nógvar góðar leikarar á
liðnum. Júst hetta ger tað
eisini lættari at varðveita
eitt sovorðið trýst. Men tað
hevur hinvegin eisini kiksað
onkuntíð. Bæði móti B36 og
ímóti Víkingi eru vit komnir
á odda og hava mist sigurin í
seinna hálvleiki, so vit kunnu
gera tað enn betur, staðfestir
Christian R. Mouritsen.
Tað gongur
rætta vegin
Fyri Christian Mouritsen
sjálvan hevur byrjanin upp
á kappingarárið ikki verið
av teimum allarbestu. Hann
var darvaður av skaða í upp
startinum og hevur eisini
fingið onkrar smásnuddir
seinastu dystirnar, sum m.a.
hildu hann uttan fyri móti
Víkingi, men á Argjum í gjár
sá sera gott út hjá sterka
offensiva leikarunum.
– Eg haldi ikki sjálvur, at
tað hevur gingið so væl hjá
mær higartil í ár, sum eg
fegin hevði viljað. Eg havi
ikki verið líka nógv við í
uppbyggjandi
spælinum,
sum eg havi verið okkurt
annað árið, men tað er eis
ini tí, at eg havi mist ein
part av uppstartinum, har
eg havi verið eitt sindur
ávirkaður av skaðum, sigur
Christian R. Mouritsen, sum
tó var nøgdur við innsatsin á
Argjum.
– Eg haldi tó, at tað gekk
á eini leið í gjár. Heðin
(Askham, blðm.) valdi at
flyta meg inn á offensiva
miðvøllin frá byrjan av, so
leiðis at eg kundi vera meira
við í spælinum, og hetta
haldi eg sjálvur riggaði væl.
Eg kendi á mær, at nógv
av tingunum riggaðu væl
ígjøgnum dystin, og eg var
væl við í uppbyggjandi spæl
inum hjá okkum. Eg fann
eisini væl pláss millum verj
una og miðvøllin hjá teim
um, og tað er eitt gott tekin.
Eg haldi tó enn, at tað kann
blíva nógv betri, men eg
kenni á mær, at eg eri á rætt
ari leið, og at formurin er við
at vera har, sigur Christian R.
Mouritsen, sum nú er klárur
til hálvfinaluna í steypa
kappingini saman við lið
feløgunum í HB.
post@sosialurin.fo
Teitur Gestsson 3
Málmaðurin spælir ein fínan dyst.
Hann verður ongantíð veruliga lagdur
undir trýst, men tekur tað, hann skal.
Jógvan Rói Davidsen 3
Hevði ávísar trupulleikar defensivt
fyrstu løtuna av dystinum, men
spældi seg væl upp. Skjótleikin
skapar eisini vandastøður offensivt,
men henda dagin kom ov lítið
burturúr fram eftir.
Jóhan T. Davidsen 3
Stýrir verjuni sera væl og er væl við
í uppspælinum, men ger aftur hesa
ferð ein risastóran feil, sum uttan iva
átti at kosta eitt mál. Slapp tó við
skelkinum.
Rógvi S. Holm 4
Góður innsatsur. Stendur væl
defensivt, er sterkur í nærdystum
og luftdystum og altíð vandamikil í
deyðbóltum.
Pál Mohr Joensen 4
Spældi væl defensivt, men henda
dystin vísti hann eisini góðar dygdir
í offensiva spælinum. Kom væl fram
við og hevði fleiri innlegg. Manglaði
tó eitt sindur av neyvleika.
Fróði Benjaminsen 4
Vinnur nógvar bóltar á miðvøllinum
og dugdi væl at fordeila spælið.
Dýpdarrenningarnar vóru góðar, og
liðskiparin átti helst eisini at fingið
okkurt málið.
Heini Vatnsdal 4
Vísir sína stóru styrki í feltinum við
einum máli. Flytir seg annars væl,
vinnur nógvar bóltar og er altíð
vandamikil, tá HB fer í álop. Gjørdi tó
onkra vandamikla feilavlevering.
René S. Joensen 3
Fekk møguleikan á høgra vongi
og spældi ein fínan dyst. Megnaði
tó ikki veruliga at skapa tað heilt
stóra offensivt, men átti tó at skora
í seinna hálvleiki eftir sera góða
renning.
Christian Mouritsen 5
Besti maður eftir mínum tykki. Flutti
seg væl í rúminum millum verjuna og
miðvøllin hjá AB, og var høvdið aftan
fyri nógvar málmøguleikar. Misti
mest sum ongar bóltar.
Kristin Mouritsen 4
Var sterkur í bandaspælinum, og kom
til fleiri góðar. Skjótleikin var eisini
ein stór avbjóðing fyri AB. Sum heild
ein góður innsatsur.
Andrew av Fløtum 4
Er altíð góður at spæla bóltin niðaná,
og so skapti hann eisini fleiri góðar
støður fyri HB. Umframt hetta
kryddaði hann innsatsin við einum
máli.
Símun Samuelsen 3
Fekk ikki so langa tíð á vøllinum,
men vísti góðar taktir. Er sterkur í
smáspælinum, og so hevur hann eitt
sera gott “drive” fram eftir vøllinum.
Levi Hanssen
Var ov stutt á vøllinum til at gera
nakra meting.
Tróndur Jensen
Var ov stutt á vøllinum til at gera
nakra meting.
Avrik: tøl 1 til 6
AB Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Jógvan
Isaksen, Sørin Samuelsen, Beinir Ellefse
– Jobin Drangastein, Hørður M. Mohr, Kári Nielsen,
Sorin Anghel (Magnus Egilsson, 76.) –
Bárður Olsen (Mikkjal T. Hentze, 66.)
– Karstin Højgaard (Cristian í Garði, 76.)
HB Teitur M. Getsson – Jógvan Rói Davidsen,
Rógvi S. Holm, Johan Troest Davidsen, Pál Mohr
Joensen – Fróði Benjaminsen ■, Heini Vatnsdal
– René S. Joensen ■ (Tróndur Jensen, 89.),
Christian R. Mouritsen (Levi Hanssen, 81.),
Kristin R. Mouritsen (Símun Samuelsen, 76.)
– Andrew av Fløtum
Heili seks av leikarunum í hópinum
hjá AB í gjár hava eina fortíð í júst HB.
Teir seks eru Heðin Stenberg, Sørin N.
Samuelsen, Bárður Olsen, Kári Nielsen,
Hans Jørgensen og Magnus Egilsson.
Savnsmyndir: Álvur Haraldsen
Andrew av Fløtum sleyg HB sigurin fastan
Christian R. Mouritsen
var besti maður á vøllinum