mánadagur 28. apríl 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur Fótbóltur Løgmanssteypið
Hilmar Jan Hansen
Tríggjar ferðir var Arnbjørn
T. Hansen á rætta staðnum
til røttu tíðina, og tað skuldi
vísa seg at gerast munurin á
EB/Streymi og NSÍ, tá liðini
fyri aðru ferð í eina lítla
viku møttust við Margáir
og plássið í hálvfinaluni í
kappingini um Løgmans
steypið stóð upp á spæl. EB/
Streymur vann 4-3 eftir um
dyst og er áttanda árið á rað
í hálvfinaluni í steypakapp
ingini!
Tá Arnbjørn og liðfelagar
nir vaknaðu, vóru bara einir
tólv minuttir eftir av dyst
inum. Fyrst minkaði Niels
Pauli Danielsen um munin
við einum dundurfluktara,
áðrenn Arnbjørn fyrst bleiv
leysur innan fyri verjuna hjá
NSÍ og síðani eftir eitt inn
kast saksasparkaði bóltin í
málið til 3-3 og umdyst!
Dysturin hevði annars
verið javnur at byrja við,
men gestirnir vóru næskari
og eisini meira avgjørdir,
tá týðandi bóltar skuldu
vinnast, og mitt í fyrra hálv
leiki bragdaði fyrstu ferð, tá
samanspælt úti í høgru síðu
endaði við, at bólturin kom
innfyri og endaði hjá Árna
Frederiksberg, sum smekk
aði til í málið.
Síðani gjørdi Klæmint A.
Olsen um seg við tveimum
skallarum, øðrum beint fyri
stegðin og hinum eitt korter
inn í seinna hálvleik, og so
var NSÍ á odda 3-0. Og áðrenn
EB/Streymur nakrantíð av
álvara kom í nánd av at fáa
mál, kundi NSÍ havt skorað
bæði eina og tvær ferðir…
Fimm minuttir inn í um
dystin, sum mátti spælast
eftir 3-3 javnleikin í vanliga
dystinum, gjørdi Arnbjørn T.
Hansen vart við seg við sín
um triðja máli, ið fullførdi
hansara reina »hat-trick«, tá
hann í tveimum atsóknum
fekk sent bóltin í NSÍ-málið
enn einaferð til 4-3, sum eis
ini bleiv endaliga úrslitið.
Okkurt serligt
Eftir dystin kundi høgri
bakkur
hjá
sundalags
monnum, Jónas Þór Næs,
staðfesta, at hann nú hevði
fingið sjón fyri søgn, at EB/
Streymur er eitt steypalið
úr serligum tilfari: – Ja, teir
siga, at okkurt serligt er við
steypakappingini
og
EB/
Streymi, og tað fekk eg so
at føla hesaferð upp á tann
góða mátan, segði hann.
Jónas ásannaði, at tað sá
ikki gott út hjá EB/Streymi
í fyrra hálvleiki og væl inn í
seinna hálvleik, tí spælið var
ov vánaligt, men afturfyri
var tað ótrúliga stuttligt at
sleppa at venda dystinum
soleiðis.
– Sjálvt um vit ikki hava
spælt væl, havi eg ongantíð
følt tað, sum at dysturin
var liðugur í ótíð, tí har eru
kvikir menn frammanfyri,
sum altíð kunnu skora eitt
mál upp á smáar kjansir. Vit
eru altíð við, og tíbetur bleiv
tað hesaferð til okkara fyri
mun, segði hann og viðgekk,
at tað kundi verið endað
heilt øðrvísi:
– Tá tað var 3-0, fór Egil
fram í álopið, men longu tá
kundi NSÍ gott fingið okkurt
mál aftrat og vunnið dystin,
tí teir høvdu stórar kjansir,
áðrenn vit komu í gongd.
Men so fekk Niels Pauli
hatta málið, sum kveikti vón
hjá okkum og nervar hjá NSÍ,
og tá vendi dysturin. Tað var
heilt fantastiskt!
Betri báðar ferðir
Var frøin stór á sundalags
monnum
eftir
fjórðings
finalusigurin, vóru gestirnir
úr Runavík tilsvarandi vón
brotnir, tí teir vóru á sigurs
kós so leingi og skuldu havt
lukkað dystin, áðrenn EB/
Streymur nakrantíð kom í
gongd.
– Skuffilsið er sjálvandi
øgiliga stórt, tí vit høvdu tað
í pottinum, tá vit vóru á odda
3-0 og høvdu tamarhald á tí
heila, so vit fyri tað saktans
kundu verið frammanfyri
við enn fleiri málum, stað
festi
hjálparvenjarin
hjá
NSÍ, Helgi L. Petersen, eftir
dystin.
– Nú standa vit við ong
um, og tað er øgiliga keðiligt.
Teir kastaðu alt eftir okkum,
bókstaviliga,
við
sínum
longu innkøstum inn til Pól
Jóhannus Justinussen, og
so høvdu teir Arnbjørn T.
Hansen har, sum avgjørdi
tað í dag. Tað sá ikki gott út
hjá teimum, men nú eru teir
í hálvfinaluni, og tað er flott.
Hóast tapið eftir um
dystin í gjár, heldur Helgi
seg kunna staðfesta, at NSÍ
nú í tvær 90 minuttir á rað
hevur spælt javnt ímóti EB/
Streymi, uttan at standa
nakað aftanfyri – heldur
tvørturímóti:
– Vit hava verið klárt betri
enn teir báðar dystirnar,
og tað kunnu vit taka við
okkum. Men teir eru í hálv
finaluni og tað eru vit ikki,
so tað kunnu vit bara iðra
okkum um. Eg haldi tó, at
vit taka okkum fram fyri
hvønn dyst, so alt sær ikki
bara svart út allíkavæl, segði
Helgi L. Petersen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Arnbjørn avgjørdi alt
(0-2) 3-3
4-3 (eftir umdyst)
0-1: Árni Frederiksberg 22.
0-2: Klæmint A. Olsen 45.
0-3: Klæmint A. Olsen 66.
1-3: Niels Pauli Danielsen 79.
2-3: Arnbjørn Hansen 81.
3-3: Arnbjørn Hansen 89.
4-3: Arnbjørn Hansen 95.
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur René Tórgarð – Jónas þór Næs,
Egil á Bø ■, Marni Djurhuus, Gert Hansen
(Rógvi E. Nielsen, 78. ■) – Høgni Madsen,
Niels Pauli Danielsen, Pól Jóhannus Justinussen ■
– Gunnar Zachariasen (Leif Niclasen, 61.),
Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
NSÍ Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens
Joensen (Debes Danielsen, 96.), Per Langgaard,
Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen ■, Sjúrður
Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 103.) – Andy Olsen
(Meinhard Olsen, 115.), Jann Martin Mortensen,
Árni Frederiksberg ■ – Klæmint A. Olsen
Hóast EB/Streymur var við undirlutan meginpartin av dystinum ímóti NSÍ, kendu
sundalagsmenn sína vitjunartíð, og teir kundu prísa seg lukkuligan fyri at hava
Arbjørn T. Hansen í sínum parti, tí hann vann teimum dystin og hálvfinaluplássið
Jens Joensen í miðverjuni
hjá NSÍ var so óheppin at
koma fyri, tá Arnbjørn T.
Hansen hjá EB/Streymi
skoraði avgerandi málið í
dystinum, at hann mátti út
á børu og í røntguna. Seint í
gjárkvøldið komu tó boð um,
at hann hevði keikt fótin og
ikki brotið hann, sum fryktað
varð fyri av fyrstan tíð
Mynd: Pætur Albinus
Myndir: Álvur Haraldsen