mánadagur 28. apríl 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
ítróttur
Tróndur Arge – Gøta
Tað var einki at taka feil
av, tá Finnur Justinussen
stutt fyri tíð bleiv spældur
leysur móti málinum hjá KÍ.
Seinasta steypavónin á hes
um sinni stóð at bresta, tí
Finnur Justinussen hevur
funnnið máltevið aftur.
Støðan er 2-0 og KÍ hevur
roynt sítt, men sjáldan er tað
vandamikið
frammanfyri
málinum hjá Geza Turi.
Finnur Justinussen leggur
sær bóltin til rættis við
bringuni og skjýtur hann í
málið til 3-0.
Fjórðingsfinalan
mill
um Víking og KÍ er avgjørd.
Víkingur hevur enn eina ferð
kós
móti
Løgmanssteyp
inum, sum teir hava vunnið
tríggjar ferðir síðani GÍ og
LÍF løgdu saman í 2008. Teir
eru tvífaldir steypavinnarar,
og hava framvegis møguleik
an at vinna Løgmanssteypið
fyri triðju ferð upp í slag.
Víkingur í umstilling
Sjálvur dysturin var ikki væl
spældur, men tað vóru nøkur
áhugaverd taktisk ting at
halda eyga við. Víkingur
hevði heilt klárt eina ætlan
um at trýsta KÍ liðið heilt
upp á hálvuni hjá teimum,
men komu klaksvíkingar
burtur úr fyrsta trýstinum,
so bakkaði restin av Víkinga
liðnum heilt aftur í egnan
brotsteig.
Hetta skapti tvær støður.
Ein støða var, at Víkingur
vann bóltin og royndi seg
við mótálopi, ella umstilling,
sum tað eisini verður kallað.
Tað eydnaðist á góðari leið,
men skotini frá millum ann
að Halli Hansson rakti ikki
málið.
Ein onnur óneyv skot
roynd, hesa ferð frá Filip
Djordjevic, endaði fyri føtur
nar á Finni Justinussen,
sum aftaná tríggju minuttir
kundi prika bóltin í málið til
1-0.
Hin støðan var, at KÍ
spældi seg inn á hálvuna hjá
Víkingi, sum bakkaði undan.
Tað
endaði
við
onkrum
hissini innleggi, sum Atli
Gregersen og Súni Olsen ikki
høvdu stórvegis trupulleikar
av.
Tíðliga í seinna hálvleiki
kom Víkingur upp á 2-0, tá
Geza Turi setti gongd í eitt
skjótálop. Tað endaði við, at
Hanus Jacobsen sendi bóltin
upp í málhornið, eftir upp
spæl í høgru.
Víkingur fekk løn fyri
allar
málroyndirnar
teir
høvdu og skjóta álopsspælið.
Tannleyst KÍ álop
Tveir dystir upp í slag hevur
KÍ spælt við tveimum fram
herjum. Tað hevur eydnast
væl og liðið hevur vunnið
báðar
dystirnar.
Í
gjár
riggaði einki við tveimum
framherjum. Víkingur hevði
tamarhald á miðjuni, har
Atli Danielsen og Ndende
ikki megnaðu at verja fyri
Víkinga álopunum, og megn
aðu heldur ikki at seta nakað
í gongd.
Størsti trupulleikin hjá KÍ
í fyrra hálvleiki var, at liðið
kom ikki fram til nakrna
líkinda møguleika. Hvørki
Páll Klettskarð ella Rodrigo
Silva fingu nakað burturúr,
meðan
Henry
Heinesen
hevði ein óhepnan dag á
høgra vongi. So var bara
Hjalgrím Elttør eftir, sum
royndi sítt frá vinstra vongi.
Í seinna hálvleiki skifti
Eyðun
Klakstein,
venjari
hjá KÍ, til 4-3-3, har Rodrigo
Silva fór á vinstra vong og
Hjalgrím Elttør var tann
fremsti av trimum mið
vallarum. Tað tóktist rigga
væl betri. Liðskiparin var
eisini um reppið at javna, tá
hann royndi seg við skoti,
sum Geza Turi akkurát fekk
beint á stongina.
Ólukku tíð fyri KÍ, so
kom Víkingur upp á 2-0 bara
minuttir seinni. Hetta var
ein spann av køldum vatni
so beint í andlitið á KÍ, sum
hevði ringt við at fóta seg
aftur. Spælið var nú á eini
góðari leið, men Víkingur
hevði eisini dystin júst har
teir vildu.
KÍ hevur í Jonas Flindt
Rasmussen, Sørmundi Kalsø,
Ndende og Atla Danielsen
eitt sterkt grundarlag fyri at
verja, men í gjár stóð verju
partinum ikki sterkur.
Víkingur klókari
Í landskappingini vunnu
KÍ og Eyðun Klakstein á
Sigfríða
Clementsen
og
Víkingi.
– Eitt ella annað stað, so
haldi eg at vit kunnu siga, at
teir klóku vunnu í dag. Um
vit siga at Eyðun var klókari
enn eg seinast, so javnaðu vit
út aftur í dag, sigur Sigfríður
Clementsen, sum ikki hevur
roynt at tapt í steypakapp
ingini við Víkingi enn.
Víkingur hevur ikki tapt
í steypakappingini síðani
2011. Tað stendur við enn
og tað gera málini hjá Finni
Justinussen
eisini.
Hann
hevur nú skotið fýra mál í
tveimum dystum.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Løgmanssteypið
Tannleyst KÍ lið endaði í
steypafellinum hjá Víkingi
(1-0) 3-0
1-0: Finnur Justinussen 8.
2-0: Hanus Jacobsen 49.
3-0: Finnur Justinussen 90.+2.
Dómari: Lars Müller
Víkingur Geza Turi - Sámal Jákup Joensen
(Heðin Hansen, 83.), Atli Gregersen, Súni Olsen,
Erling Jacobsen – Hallur Hansson, Hans Jørgen
Djurhuus – Sølvi Vatnhamar, Hansus Jacobsen,
Finnur Justinussen – Filip Djordjevic
(Ingi Sørensen, 60.)
KÍ Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen,
Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø ■,
Tórur Justesen (Heðin á Lakjuni, 46.) – Henry
Heinesen (Heðin Klakstein, 83.), Atli Danielsen,
Ndende Adama Guéye, Hjalgrím Elttør – Rodrigo
Silva (Ísak Simonsen, 72.), Páll A. Klettskarð
Vánaligar málroyndir, skjótálop og málnøsin hjá Finni Justinussen tryggjaðu í gjár, at stolta
steypasøgan hjá Víkingi heldur fram, meðan KÍ 15. árið á rað ikki vinnur Løgmanssteypið
Myndir: Álvur Haraldsen