Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jákup Mørk Leygarkvøldið var høllin á Hálsi í Havn karmur um rimm­ar gallakvøldið hjá hond­bóltinum fyriskipað. Hetta kvøldið hevur síðani 1999 sett eitt stórt og virðiligt punkt­um fyri einum langum hond­bólts­vetri, og 2014 varð so einki undantak í so máta. Á leið 250 uppsnollaðir veitslu­gestir gjørdu sítt til at seta dám á borðhaldið, har bestu avrikini vórðu kosin, og so kanst tú jú altíð kjakast um, hvør átti hvat uppiborið, og um okkurt annað navn kanska skuldi staðið ovast á lista­num. Ivaleyst vóru nógvar diskus­sión­ir um hetta gjøg­n­ um kvøldið, men í aðrar mát­ ar gevur hetta eisini spælar­ un­um møguleikan at hugna sær saman undir heldur øðr­ vísi umstøðum. Eftir borðhaldið stóð Jens Marni Hansen fyri undir­ haldi­num, og tað mundi standa við, til tað aftur fór at lýsa fyri degi. Harpiksið fær nú frið Hondbóltur Hondbóltsárið endaði við rimmar gallakvøldið, har bestu spælararnir á árinum vórðu heiðraðir Ársins lið hjá kvinnum: Eilin Súsanna Hansen VÍF, Rebekka Justinussen StÍF, Kristina Griksaite Kyndil, Bára Hansen Kyndil(Anna Sofía Mohr tekur ímóti), Liljan Djurhuus VÍF, Jacklin Durhuus Neistin, Nikoleta R. Hansen Neistin(Birita Wardum tekur ímóti) og Linda av Fløtum, hjálparvenjari hjá landsliðnum Ársins spælarar: Marius Joensen, sum tekur ímóti fyri Svein Justinussen, og Jacklin Durhuus Ársins málverjar: Mladen Mjerikmacka og Kristina Griksaite bæði úr Kyndli