Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus 34 ára gamla Jacklin Dur­ huus, sum hevur verið ein av profilunum í føroyskum hondbólti í nógv ár eftir hond­ini, hevur kanska fram um tær flestu í ár tikið ábyrgd á sínum egna liði. Nevni­liga í Neistanum, har brot­ið var upp úr nýggjum eftir at einmansherurin Bar­ bara Brauer er farin av landi­ num. Jacklin hevur í stóran mun tikið ábyrgd av støðuni og roynt nógv frá egnari hond, og saman við royndum hennara hevur hon verið ein lyklaleikari hjá Neistanum, sum endaði á triðja plássi og harvið gjørdist júst ov stutt til at spæla seg í FM- finaluna. Kom óvart á Jacklin Durhuus, sum er úr hondbóltsbygdini Vest­ manna, men seinastu árini hevur spælt hondbólt í høvuðs­staðnum, hevði als ikki væntað at verða kosin ársins leikari og hon við­ gong­ur, at tað kom óvart á hana. - Ja, tað kom tað sjálvandi. Hetta er ikki nakað, ein væntar at vinna, og tá ið eing­in verður tilnevndur, er ilt at meta um. Eg hevði ikki hugs­að um ársins leikara, men tað lá kanska meiri upp til ársins áleypara, metir Jacklin. Hetta er fyrstu ferð hon vinn­ur heiðurin sum ársins leikari, men hon hevur ilt við at siga, at hetta hevur verið hennara allarbesta kapp­ ingar­ár. - Eg veit ikki, um hetta hevur verið besta árið. Eg eri ikki nøgd við triðja pláss­ ið, men persónliga hevur tað verið fínasta slag og eitt gott kappingarár hjá mær. Tað kemst av tí, at tað hev­ ur ligið meiri á herunum hjá mær, nú vit hava mist nakrar leikarar. Tað liggur í mær at taka ábyrgd og royna mítt frægasta, sigur Jackl­in vísandi til serliga Bar­baru Brauer, sum ikki hev­ur verið við í ár, og Marju­na Danberg, sum bara hevur verið við lítlan part av kappingarárinum. Umhugsar framtíðina Jacklin heldur ikki, at hon kann brúka sjálva heiðurin sum besti leikari í Føroyum til so nógv. - Eg haldi ikki, at eg kann brúka hann til so nógv. Eg kann liva upp á tað í nakrar dag­ar og so fara í gongd aft­ ur, sigur Jacklin og fangar seg sjálva í orðunum um at hon fer í gongd aftur. Hon er nevni­liga ikki púra vís í um hon yvirhøvur fer í gongd aft­ur við hondbóltin. - Eg havi ikki tikið støðu enn. Hetta hevur verið eitt stræv­ið ár, og eg føli, at eg eri vorð­in eitt ár eldri. Eg føli, at eg framvegis kann fylgja við, men eg má brúka nógva tíð til tað nú eg eri komin upp í árini. Hinvegin er tað kanska keðiligt at gevast, tá ið ein júst er valdur til ársins leikara, sigur Jacklin, sum – um tað verður – heldur fram í Neistanum. - Um tað verður, so verður tað við Neistanum. Eg fari so ikki at brúka meiri tíð upp á hondbóltin, enn eg framm­ an­undan havi gjørt, so at koyra til t.d. Vestmanna er úti­lokað, sigur Jacklin. Vil hava gott lið Neistin hevur havt út­ lendsk­an leikara á vitjan í ár, sum ætlandi skal betra um skotstyrkina nú Neist­ in hevur verið eitt ár utt­an Barbaru Brauer, sum gav Neista­num væl betri møgu­ leik­ar enn liðið hevur havt í ár við egnum tilfari. Jacklin Dur­huus viðgongur, at fram­tíð hennara er tengd at hvussu gott liðið fer at vera næs­ta ár. - Tað er tað, sum eg bíði eft­ir. Eg vil vita, hvussu liðið sær út næsta ár, tí eg tími bara at vera við á toppinum og vil hava eitt gott lið, sig­ ur Jacklin Durhuus at enda vísandi til støðuna um hvussu nógv Neistin velur at styrkja seg til komandi kapp­ ing­ar­ár. Kári Nielsen: Jacklin leggur eftir málinum Jacklin Durhuus: Liggur í mær at taka ábyrgd Hondbóltur - Tað liggur í mær at taka ábyrgd og royna mítt frægasta, sigur Jacklin Durhuus, sum nú er vorðin 34 ára gomul og bara ætlar sær at halda fram við hondbólti, um Neistin hevur eitt kappingarført lið næsta kappingarár Kári Nielsen metir evnini hjá Jacklin Durhuus vera ógviliga góð. - Hon er ein drívmegi á liðnum hjá Neistanum og hon hevur ein vinn­ara­ mentalitet langt yvir tað vanliga, sigur Kári, sum síðani lýsir sjálv hond­ bólts­evnini hjá Jacklin. - Hon er ágangandi í sínum spæli, leggur eftir málinum og spælir ikki nógv tvørtur um sum kvinnur ofta gera tá ið á stendur. Hon er ógvi­ liga málsøkjandi og er kropsliga væl fyri. Hon gagn­nýtir samstundis sínar gávur øgiliga væl, met­ir Kári. albinus@sosialurin.fo Jacklin Durhuus t.h. og Kára á Dunga umboð fyri Inni