mánadagur 28. apríl 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 28. apríl 2014 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Pætur Albinus
Sveinur Justinussen hevur
aftur í ár verið ein av undan
gongumonnunum í StÍF og
í fremstu mansdeildini hjá
monnum, har hann, kanska
í størri mun enn nakar ann
ar, hevur tikið nógv í egnar
hendur og verið mest eyð
sýndi leikarin hjá áður so
sigursvanda StÍF, sum tó í
løtuni er við at byggja eitt
nýtt ættarlið við nógvum
ungum leikarum.
Og hvør er tá betri at
ganga á odda enn sjálvasti
Sveinur Justinussen, sum í
einum dysti í ár framdi tað
bragd at skjóta heili 17 mál í
sama dysti.
Óvæntað og tó
Sveinur Justinussen, sum er
vorðin 30 ára gamal, vann
fyri nøkrum árum síðani
heiðurin sum besti spælari
í Føroyum, men at hann fór
at vinna tað aftur í ár kom
heldur óvart á hann.
- Eg hevði ikki roknað
við tí, men eg helt tað vera
møguligt, at eg var ein av
teimum tilnevndu. Eg hevði
ímyndað mær Nicklas Selvig
hjá KÍF ella Filip Jojic hjá VÍF,
sigur Sveinur um hvør hann
hevði vænta fór at verða
kosin besti leikari.
Vit spurdu Svein, hví
hann metir at onnur hava
valt júst hann til at vera
besta leikara í Føroyum í ár.
- Tað mugu vera onkrar
dygdir, eg havi - kanska ser
liga í álopinum. Eg haldi
sjálvur, at eg havi havt nakr
ar heilt góðar dystir, men so
hinvegin nakrar, ið ikki hava
verið serliga góðir har eg
havi verið smáskaddur. Alt
í alt hevur tað verið á góðari
leið og kanska tey hava mett
um heildina, har eg havi
skotið eitt sindur sjálvur og
eisini spælt til hinar, metir
Sveinur.
Tekur ábyrgd
Hann hevur leingi verið ein
av lyklaleikarunum hjá StÍF,
men Sveinur kennir á sær, at
hann serliga í ár hevur havt
stóra ábyrgd.
- Ja, tað er blivið til tað. Nú
eri eg ein av teimum royndu
og komin hartil, at eg má
taka ábyrgd. Soleiðis hevur
tað verið í nøkur ár, men í
ár meir enn áður, tí vit hava
nógvar ungar á liðnum og
teir royndu mugu vísa vegin,
sigur Sveinur og nevnir eitt
nú Marius Joensen og Borgar
Danielsen.
Sveinur
hevur
eisini
vunnið sær drúgvar royndir
uttanlands. Hann hevur í
fleiri ár verið partur av før
oyska landsliðnum, og fyri
10 árum síðani var hann og
royndarvandi í tvær vikur
við Viborg HK, har Ulrik Wil
bek vildi síggja hann eftir
frálíkan
landsdyst
ímóti
Noregi.
Heldur fram
Hóast Sveinur er vorðin 30
ára gamal, so metir hann,
at hann enn hevur nógv at
geva.
- Tað verður uttan iva í
StÍF, at eg haldi fram, og tað
ætli mær í nøkur ár afturat.
Tað haldi eg, at eg havi í mær.
So leingi tað er stuttligt, so
haldi eg fram, og eg dugi
ikki at ímynda mær at spæla
aðrastaðni enn í StÍF, sigur
Sveinur, sum at enda fær
spurningin hvat hann kann
brúka heiðurin sum besti
leikari í Føroyum til.
- Eg veit ikki um eg kann
brúka hann til so nógv, men
tað er stuttligt og eitt prógv
um, at ein hevur gjørt tað
gott. Frameftir kann eg ikki
brúka hann til so nógv, men
tað er altíð stuttligt at fáa
ein heiður, sigur Sveinur
Justinussen at enda.
albinus@sosialurin.fo
Kári Nielsen:
Sveinur
ger síðu
menninar
góðar
Kári
Nielsen,
sum
er
landsliðsvenjari hjá mans
landsliðnum, hevur ógvu
liga rósandi orð at bera
nýklakta Føroya besta
hondbóltsspælara.
- Sveinur er ein fan-
tastiskur spælari eftir
føroyskum viðurskiftum.
Tað, sum er við honum
fram um aðrar bakkar,
er, at hann eisini ger
síðumenn sínar góðar.
Hann hevur eitt fantast
iskt skot, gott yvirblikk og
dugir væl at meta um nær
hann skal skjóta og nær
hann skal spæla bóltin,
sigur Kári, sum minnist
Svein
sum
eyðsýndan
longu sum 18 ára gamal,
men at skaðar mangan
hava spælt honum eitt
puss.
Kári hevur ilt við at
peika á veikleikar hjá
Sveini, men:
- Hann er lítillátin
maður, og tað kann vera
bæði gott og minni gott.
Minni gott, tí hann kundi
sett seg meiri ígjøgnum.
Annars hevur hann verið
illa skaddur, so fysikkurin
hevur
tarnað
honum.
Annars eru dygdir hans
ara bæði góðar og breiðar,
sigur Kári Nielsen at enda.
albinus@sosialurin.fo
Sveinur Justinussen:
Eg má taka ábyrgd
Hondbóltur - Nú eri eg ein av teimum royndu og komin hartil,
at eg má taka ábyrgd, sigur Sveinur Justinussen hjá StÍF, sum um
vikuskiftið fyri aðruferð varð kosin at vera besti leikari í Føroyum
Marius Joensen t.v.,
sum tekur ímóti fyri
Svein Justinussen og
Thomas Juul S. Thomsen
handar fyr Vestpack