Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 4 I 28. apríl 2014 ikudagin 2. mars 2011 bórust tey tíðindi, at Súni Schwartz Jacobsen legði frá sær sum stjóri í BankNordik, har hann hevði verið í starvi síðani 1. februar 2006. Orsøkin til, at hann fór úr stjórastarvinum í BankNordik, var at hann tríggjar mánaðir seinni skuldi taka við sum stjóri í hinum stóra bankanum, Eik Banka, og tað gjørdi hann tann 25. mai 2011. At skifti fara fram í føroyska banka­ heiminum, er kanska ikki so løgið, tí hann hevur sína avmarkaðu stødd. Men skifti á ovastu rók eru ikki so vanlig, tí Súni er einasti føroyingur, sum hevur verið stjóri í tveimum føroyskum bankum, fyrst BankNordik og síðani Eik Banka. Og samstundis er Jørn Astrup Hansen forrestin einasti danskari, sum hevur verið stjóri í tveimum føroyskum bankum – sum eisini eru teir báðir stóru føroysku bankarnir. – At eg havi skift frá einum banka til annan, er nokk ikki tann størsta broytingin, tí fyri meg hevur tað stóra skiftið heldur verið, at eg fór frá at vera grannskoðari til at vera bankastjóri. Gamaní, hevði eg míni 16 ár sum grannskoðari nógv við bankar at gera, millum annað sum ráðgevi í bæði Føroyum og Danmark, umframt at hava revi­derað bankar, men sjálvur at standa á odda fyri einum banka, er nakað heilt annað, sigur Súni Schwartz Jacobsen, sum vit hitta á stjóraskrivstovuni í Eik-bygning­ inum yviri við Strond í Havn. Men at lívsleið hansara lagaði seg so­ leiðis, sum hon hevur gjørt tað, hevur eftir hans­ara tykki fyri ein stóran part staðist av til­vild, tí hetta er ikki nakað, hann hevur lagt sær til rættis, at tað skuldi verða so ella so. Tvørturímóti heldur hann, at tað fyri tað nógva hava verið onnur, ið hava givið honum møguleikarnar, og so hevur hann tikið av. Ymsir krossvegir – Tað hevur verið soleiðis, at brádliga kemur ein nýggj støða, har tú stendur við ein kross­ veg og skalt velja, hvørja leið tú vilt halda. Tá er tað ikki altíð, at tað gongur beint fram, men at tú heldur velur at taka eitt sving til høgru ella vinstru, og soleiðis hevur tað verið hjá mær, sigur hann og nevnir eitt dømi um, hvussu onnur mestsum hava sett út í kortið fyri hann. – Tá eg fór á HF við Gøtugjógv, so var tað ikki akkurát nakað, eg hevði ætlað mær, tí bøkurnar blivu ikki nógv gloppaðar í barna­ skúlanum í Klaksvík ella realskúlanum í Fugla­firði. Men pápi ein vinmann hjá mær helt so, at um eg fór á HF, fór vinmaðurin kanska við, og soleiðis bleiv tað. Upp á tann mátan búnaðist mín lestrartíð spakuliga, tí undan tí hevði eg ikki havt nakran serligan hug til bøkur og lestur yvirhøvur. Eftir lokið HF-prógv við Gøtugjógv lá leiðin til Havnar, har Súni Schwartz Jacobsen fór á handilsskúla í eitt ár, áðrenn hann so arbeiddi á flakavirkinum Nyki á Toftum í eitt ár, og so fór niður til Dan­ markar á handilsháskúla. – Eg hevði slett ikki ætlað mær at farið grann­skoðaravegin, men ætlaði heldur at lesa almennan búskap, men eisini har fluttu tingini seg mestsum av sær sjálvum, so eg fór í holt við cand.merc.aud., sum – Eg havi altíð arbeitt tað, sum er neyðugt, og tað er tað. Hinvegin kann eg saktans eisini hava frí, og eg dugi væl at slappa av. Men eg havi ikki so stóran tørv á at skula fara út, tá eg havi frí, tí eg í tí dagliga síggi nógv fólk, sigur Súni Schwartz Jacobsen, sum er forstjóri í bæði Eik Banka og TF Holding, og gjarna tosar nógv í telefon, tá fundir annars ikki fylla álmanakkan Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen Forstjórin ongantíð ordiliga frí framhald... Profilurin: Súni Schwartz Jacobsen