mánadagur 28. apríl 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
er teoretiska fyrireikingin til útbúgvingina
sum statsgóðkendur grannskoðari. Og eftir
lesturin fekk eg starv hjá KPMG í Aalborg, so
tá helt eg, at nú var eg blivin danskari og at
soleiðis fór tað bara at vera, sigur hann.
– Men tá eg hevði búð í Danmark í ellivu
ár, fekk eina uppringing frá Paula Ellefsen,
sála, sum spurdi meg, um eg ikki hevði hug at
koma til Føroya at arbeiða. Eg mátti siga sum
var, at tað hevði eg slett ikki hugsað nakað
um, tí vit høvdu tað fínt niðri. Men hinvegin,
so passaði tað væl at flyta heim, um tað skuldi
gerast, tí tá áttu vit bara teir báðar synirnar,
harav annar var farin í skúla og hin skuldi í
skúla. Tað bleiv so til tað, at vit fluttu heim í
1996, og síðani hava vit verið í Føroyum.
Endaði í bankanum
Í tíggju ár arbeiddi Súni Schwartz Jacobsen
so hjá Paula Ellefsen og endaði eisini við at
eiga virki saman við honum, og seinni komu
so eisini onnur upp í eigaraskaran, og virkið
broytti navn frá KPMG Pauli Ellefsen til at
eita SPEKT, sum tað framvegis eitur.
– Men so eitt kvøldið í 2006 var banka
stjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, í tele
fonini og var hann rættiliga prátingarsamur.
At vit tosaðu saman í telefonini, var
einki óvanligt, tí eg var grannskoðari hjá
bankanum, men hetta kvøldið vóru ørindini
hjá honum, at teir í bankanum høvdu
umhugsað at fingið ein stjóra aftrat, greiðir
Súni frá.
– Eg helt meg sjálvandi vera ráðgeva
hjá honum, so eg royndi at koma fram við
onkrum nøvnum, sum kundiu hugsast at
komið í kikaran, um so skuldi verið. Men
Janus bleiv við at práta, og til endans kom
so burtur úr honum, at hann dyrgdi eftir at
vita, um eitt stjórastarv kundi verið nakað fyri
meg. Tað hevði eg sjálvandi ikki hugsað um,
tí eg hevði fínt arbeiði sum grannskoðari og
var enntá partnari í virkinum, so eg kundi ikki
bara stinga í sekkin har uttan víðari.
Tað gingu aftur nakrir dagar og so var
Janus Petersen aftur í telefonini og spurdi
Súna, um hann hevði hugsað meira um
hetta, men tað segði hann seg ikki hava gjørt.
Allíkavæl helt hetta fram við prátið í eina
tíð, og Janus koyrdi meira og meira á, og um
ársskiftið 2005/06 var prátið blivið so mikið
ítøkiligt, at nevndarformaðurin í Føroya
Banka, sum var Jóhan Páll Joensen, ringdi til
Súna í somu ørindum.
– Hann visti sjálvandi, at Janus og eg
høvdu tosað saman, so tá tað nú vísti seg at
vera komið so langt, slapst ikki undan, at eg
fór at hugsa meira um málið. Tað endaði so
við, at eg í januar 2006 gjørdi eina avtalu við
nevndina í Føroya Banka um, at eg skuldi
koma inn í bankan sum stjóri, og at Janus
Petersen so bleiv forstjóri, greiðir Súni frá.
Eik upp á tal
Alt gekk skjótt fyri seg, og brátt var arbeiðs
plássið sum grannskoðari á Staravegnum skift
út við stjórasessin í bankanum í Húsagøtu,
beint við SMS í Havn.
– Tað hendi nógv hesi bæði fyrstu árini,
men so fór keðiliga gongdin at merkjast í
2008, og at enda kom so fíggjarkreppan í
2009 og 10. Ikki tí, tað gekk fínt hjá bank
anum, hóast fíggjarkreppan gjørdi um seg
nógvastaðni, men krepputíðirnar merktust
allíkavæl. Vit fingu ikki gjørt alt tað, vit
gjarna vildu, men hildu annars, at vit sum
heild høvdu handlað í tøkum tíma, so bankin
kom væl ígjøgnum tað heila og síðani millum
annað hevur økt um sítt virksemi uttanlands,
sigur Súni Schwartz Jacobsen.
– Hinvegin sóu vit í 2010, at alt gekk ikki
so øgiliga væl hjá størsta kappingarneytanum,
sum var Eik Banki, tí vit fingu fleiri kundar,
sum valdu at skifta. Og í september 2010
bleiv tað jú alment, at Eik Banki koppaði. Tað
ávirkaði sjálvandi nógv í Føroya Banka tá, tí
vit upplivdu eina ávísa flyting av kundum,
sum komu til um tað mundið. Men eg má tó
siga, at allíkavæl blivu teir allarflestu verandi
í Eik Banka, umframt at tað eftirfylgjandi vísti
seg, at nógv komu aftur, tá tað ringasta var
avhasað.
Sum altíð, tá kreppa rakar onkrastaðni,
verður nógv tosað, og meðan teir á heysti í
2010 royndu at fáa Føroya Banka sigldan so
væl millum skerini sum gjørligt, ringdi ein
kenningur til Súna og róði framundir, at nú
bleiv hann sikkurt skjótt stjóri í Eik Banka.
Hetta var ein, sum »veit nokk so væl«, sum
Súni málber seg, men tó hugsaði hann ikki
meira um tað.
– Men um ársskiftið 2010/11 ringdi Gunnar
í Liða, táverandi forstjóri í TF Holding, so
til mín og spurdi í trúnaði, um tað hevði
mín áhuga at gerast stjóri í Eik Banka, um
TF Holding keypti bankan frá Finansiel
Stabilitet. Hví eg bleiv spurdur, veit eg ikki,
men sjálvandi er kanska eitt sindur avmarkað,
hvussu nógvir bankastjórar finnast í Føroyum,
og eins og tað var hent onkuntíð áður,
gjørdist hetta so líðandi eisini ein lokkandi
møguleiki, ásannar Súni.
– Tað endaði so við, at eg fór úr
BankNordik í februar 2011, og ein partur
av avtaluni var so, at eg ikki skuldi byrja
beinanvegin, men brúka tríggjar mánaðir til
at »køla av«, um eg so kann siga. Tað, sum
so bleiv nokk so stuttligt við tí, var ein annar
møguleiki, ið stakk seg upp samstundis, tí eg
var í holt við at taka eina MBA-útbúgving,
sum kundi brúka hesa tíðina uppá at gera
lidna, so eg keddi meg ikki, hóast eg ikki var
til arbeiðis hesar tríggjar mánaðirnar, meðan
eg bíðaði eftir at taka við nýggja stjóra
starvinum.
Enn ein stjórasess
Hetta við at seta seg í stjórasessir, var ikki
heilt avhasað enn, tí eftir at Súni Schwarz
Jacobsen hevði røkt starvið sum forstjóri í
Eik Banka fram til á heysti í 2013, fekk hann
ein fyrispurning frá nevndini í TF Holding,
um hann hevði áhuga fyri at gerast forstjóri í
TF-samtakinum.
– Tað má eg viðganga, at eg heldur ikki
ordiliga hevði sæð komið, men eg valdi so
at taka av, so tí havi eg eisini verið forstjóri
har síðani november í fjør. Og tað merkir
so aftur í veruleikanum, at eg havi tríggjar
forstjórasessir at røkja, tí fyri at kunna vera
forstjóri í TF Holding, má eg í grundini fyrst
vera forstjóri í Ognarfelag Tryggingartakar
anna, so tað er triði sessurin í so máta, tá vit
tosa um at vera forstjóri, sigur Súni, ið ikki
dylur fyri, at tað serliga er eitt, ið ger tað
møguligt at røkja hesar sessirnar.
– Eg havi nógv og gott fólk rundan um
meg, tí bæði í bankanum og tryggingarfelag
num eru vit væl fyri við dugnaligum starvs
fólkum, og hóast uppgávurnar kunnu vera
ymiskar á teimum báðum støðunum, eru vit
før fyri at lyfta tær.
At munur er á tí, sum gerandisdagurin í
Eik Banka fevnir um og so tí, sum merkir ar
beiðið í TF Holding, er nakað, Súni Schwartz
Jacobsen leggur stóran dent á, tí bæði eru
arbeiðsgongdirnar ymiskar, men so sanniliga
eisini fortreytirnar.
– Nú kom eg fyrst í Eik Banka sum for
stjóri, og har hevur uppgávan hjá okkum verið
at bygt bankan upp og styrkt hann, so hann
í dag er væl koyrandi, meðan tað í TF-sam
takinum er heilt øðrvísi, tí tað hevur koyrt í
75 ár og hevur ongantíð verið í trupulleikum.
Vit kunnu siga, at Eik Banki er komin upp á
pláss, meðan TF Holding altíð hevur verið
upp á pláss, sigur hann.
– TF-samtakið fevnir um fleiri organisa
sjónir, og har havi eg ta yvirskipaðu dagligu
ábyrgdina, sum merkir, at eg skal á fleiri
fundir og hugsa um fleiri ting. Eg skal minn
ast til, hvar eg eri, tí har eru jú fleiri áhuga
mál, dóttirfeløg og so víðari, men eg haldi
ikki, at tað er ein størri belastningur sum so,
tí við góðum fólki verða tingini gjørd. Í TF
Holding er talan fyrst og fremst um dagliga
leiðslu og at avtala við teir ymsu leiðararnar,
hvat skal gerast. Í Eik Banka eri eg meira
»hands on«, tá vit tosa um stórar kredittir og
sovorðið, meðan tað í TF Holding meira snýr
seg um at leggja kósina og fylgja tingunum
upp.
Langir dagar
Við so nógvum um oyruni, so sigur tað seg
sjálvt, at arbeiðsdagarnir onkuntíð verða
langir, umframt at tað kanska ikki altíð er so
lætt at finna fríløturnar í nógva meldrinum.
– Eg havi altíð arbeitt tað, sum er neyðugt,
og tað er tað. Eg hugsi ikki so nógv um, hvat
klokkan er, men royni at fáa tað gjørt, sum
skal fáast frá hondini. Vanliga morgnar eri
eg nokk á fótum um ta tíðina, sum tey flestu
eru tað, og so eri eg til arbeiðis klokkan átta
ella hálvgum níggju um morgunin, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
– Men tað er sum heild nokk so flótandi
hjá mær, nær eg havi frí og nær eg eri til ar
beiðis, tí í prinsippinum havi eg ongantíð frí,
men standi við míni arbeiðsábyrgd 24 tímar
um samdøgrið. Og tað verður ofta til tað,
at eru tað ikki fundir, sum fara við tíðini, so
verður tosað nokk so nógv í telefon, og tað
ger seg eisini galdandi í nokk so stóran mun,
tá eg eri heima. So tað er klárt at tað vil vera
ein avbjóðing fyri familjulívið.
Profilurin: Súni Schwartz Jacobsen
Eg havi altíð arbeitt tað,
sum er neyðugt, og tað er tað.
Eg hugsi ikki so nógv um, hvat
klokkan er, men royni at fáa
tað gjørt, sum skal fáast frá
hondini. Vanliga morgnar eri
eg nokk á fótum um ta tíðina,
sum tey flestu eru tað, og so eri
eg til arbeiðis klokkan átta ella
hálvgum níggju um morgunin
framhald...