Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 97 - 25. mai 2004 C M Y K 30 Nr. 97 - 25. mai 2004 31 Enski tíðindamaður- in, Jim Hurren, er í hesum døgum á Før- oyavitjan. Greinar um føroyskan fótbólt og føroyska leikvøllir eru endamálið við ferðini hjá fyrikomandi bret- anum FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er ikki gerandiskostur, at útlendingar leita sær til Føroya á fótbóltsferð, men í hesum døgum er bretin Jim Hurren á vitjan á klettunum í hesum ørindum. Jim Hur- ren, ið er tíðindamaður, kom til Føroya fyri góðari viku síðani, og hann skal verða her í nærum tvær vikur afturat. Fekk áhuga fyri Føroyum av tilvild Tað er ikki tí at Jim Hurren, ið vit fingu eitt prát við fyrr í vikuni, hevur fylgt við í føroyskum fótbólti í so langa tíð, at hann nú hevur lagt leiðina hagar. Tvørturímóti greiður fryntligi bretin frá, at tað var mest sum av tilvild, at hann yvirhøvur kom fram á nakrar upplýsingar um Føroyar og føroyskan fótbólt seinasta heyst. Jim Hurren, ið er free- lance tíðindamaður, skrivar fast nakrar greinar fyri eitt enskt tíðarrit, ið kallast Stadium and Arena Mana- gement. Hetta er rættuliga sermerkt blað, tí tað inni- heldur næstan bara tilfar og greinar um leikvøllir og áskoðaraviðurskiftir við meira. Av somu orsøk hevur hetta stóran áhuga hjá Jim, og eitt kvøldið hann sat framman fyri telduni og leitaði eftir myndum av ym- iskum fótbóltsvøllum á al- netinum, kom hann fram á eina serliga mynd. Á mynd- ini sá Jim ein fótbóltsvøll, sum sá út til at liggja mitt úti í sjónum. Hann gjørdist forvitin eftir at finna út av, hvar hesin vøllurin var, og skjótt fann hann fram til, at talan var um vøllin í Mið- vági. Hetta var so byrjanin til áhugan fyri Føroyum og føroyskum fótbólti, greiðir Jim Hurren frá. Føroyskur fótbóltur er eisini áhugaverdur fyri bretar Millum føroyingar er áhug- in fyri enskum fótbólti ovur- honds stórur, og tí hevði tað neyvan vakt ans, um ein føroyskur tíðindamaður fór til Onglands at gera ymiskt tilfar um enskan fótbólt. Men at ein enskur tíðinda- maður kemur til Føroya at skriva greinar um føroyskan fótbólt, sum bretar skulu lesa, tykist eitt sindur øvugt. Men Jim Hurren heldur so ikki, at talan er um spill av tíð. Hann sigur, at hóast tað kanska ljóðar eitt sindur løgið, so er tað eisini áhuga- vert hjá bretum at lesa um fótbólt í øðrum londum. Eisini teimum smáu. Á ferð síni í Føroyum fer Jim Hurren fyrst og fremst at skriva greinar til tíðar- ritið, Stadium and Arena Management, men hann fer allarhelst eisini at skriva fyri tey meiri kendu fót- bóltsbløðini "4-4-2" og "When Saturday comes". Greinarnar til hesi bæði bløð fara, í mun til áður- nevnda tíðarrit, at snúgva seg um sjálvan fótbóltin í Føroyum og føroyskar leikarar. Sum dømi um áhugan fyri Føroyum nevnir Jim Hurren, at so skjótt hann nevndi fyri blaðstjóranum á Stadium Arena and Mana- gement, at hann kundi hugsað sær at farið til Før- oya at skriva um føroyska fótbóltsheimin, fekk hann stuðul frá hesum til at fara avstað. Er ovfarin av høga støðinum Síðani bretski tíðindamað- urin kom til Føroya, hevur hann verið til fleiri fót- bóltsdystir. Millum annað var hann farna vikuskifti og hugdi at dystinum millum HB og VB í 1. deild, og millum AB og Royn í 2. deild. Eisini nýtti hann størsta partin av næst seinasta vikuskifti í Gundadali, har hann hugdi at teimum mongu dystun- um, ið har eru millum ym- isk ungdómslið úr øllum landinum. Jim Hurren sig- ur, at hann er púra ovfarin av, hvussu høgt støðið er á fótbóltin í Føroyum, og ser- liga heldur hann støðið á ungdómsliðunum verða serstakliga høgt í mun til fólkatalið í Føroyum. Hóast hann bert hevur havt áhuga fyri føroyskum fótbólti í gott og væl eitt hálvt ár, so hevur Jim Hurr- en longu fingið eitt gott innlit í fótbóltsheimin her á landi. Undir samrøðuni nevnir hann ofta fleiri leik- arar við navni, og millum annað vísti hann seg at hava rættuliga stóran kunnleika um Toda Jónsson. Ein annar leikari, ið Jim Hurren kemur inn á, er ungi Ingi Højsted, sum er sátt- málabundin við enska stór- felagið Arsenal, sum teim- um flestu kunnugt júst hev- ur vunnið enska meistara- heitið uttan at tapa ein dyst alt kappingarárið. Jim Hur- ren greiðir frá, at hann herfyri vendi sær til Arse- nal, í vón um at hann kundi fáa eina samrøðu við Inga, men hetta var ógjørligt, tí boðini úr enska felagnum vóru, at eingin sleppur at tosa við okkara ungdóms- leikarar. Ein blanding av arbeiði og ítrivi Tað er ikki bert av arbeiðs- orsøkum, at Jim Hurren hevur leitað sær hagar. Hann sigur, at um hann bert var her í arbeiðsørindum, so steðgaði hann einans tríggjar dagar ístaðin fyri tríggjar vikur. Men av tí at ferðin er minst líka nógv eitt privat ítriv, er steðgurin langur. - Mær hevur altíð dámt væl at vitja óvanlig støð, sigur bretski tíðinda- maðurin. Meðan hann steðgar her á klettunum, hevur Jim Hurren leigað sær ein bil, og við hesum roynir hann at koma so nógv runt á oyggj- unum sum gjørligt. Hós- dagin var hann til dyst í Gundadali millum B36 og NSÍ, og eftir dystin gjørdi hann eina samrøðu við Jens Martin Knudsen. Útbúgvin tónleikari Hóast Jim Hurren arbeiðir sum free-lance tíðindamað- ur, so hevur hann eina heilt aðra útbúgving. Fyrikom- andi maðurin úr Nort- hampton er nevnliga út- búgvin á hægri lærustovni sum klassiskur tónleikari við percussions sum sínari sergrein. Hann er eisini framvegis virkin á hesum øki, og millum annað starvast hann okkurt um tríggjar mánaðir um árið sum tónleikari hjá the Eng- lish National Ballet. Tann 3. juni fer Jim Hur- ren av aftur landinum, men er tað onkur, sum vil seta seg í samband við hann og møguliga greiða honum frá um okkurt áhugavert í før- oyska fótbóltsheiminum, so ber til at senda honum ein teldupost á jimhurren@postmaster.co. uk, og so svarar hann fegin. Ovfarin av støðinum - Tað er eisini áhugavert hjá bretum at lesa um fótbólt í øðrum londum. Eisini teimum smáu londunum, heldur Jim Hurren Mynd: Álvur Haraldsen 31 Pedagogar Vit søkja eftir tveimum pedagogum Ein pedagog 30 tímar og ein pedagog 35 tímar um vikuna frá 1. juli ella 1. august 2004. Søkir ongin pedagogur verða hjálparfólk sett. Vit eru ein glaður og humoristiskur starvsfólka- bólkur, Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur. Børnini eru í aldrinum 3-7 ár. Á hvørjari stovu eru 17 børn. Tey 6-7 ára gomlu eru í stovu fyri seg. Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni • Kann arbeiða sjálvstøðugt • Er røkin, nærlagdur og álítandi • Nýhugsandi og ígongdsetandi Løn sambart sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Byrj- unarstig 10. Er hetta tú, so send okkum eina umsókn við av- riti av prógvi og møguligum viðmælum til okk- um áðrenn 9. juni 2004. Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við leiðaran, tlf. 317878. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 24. mai 2004. Barnagarðurin á Konmansmýru Undirvísari Søkt verður eftir yrkislærara til útbúgvingar innan el- og maskinøkið, at undirvísa handverkslærling- um, SIT- og HT-næmingum. Førleiki Ynskiligt er, at umsøkjarin er útbúgvin innan maskin- og el-økið. Maskinmeistaraprógv og ar- beiði sum el-innleggjari í minst 2 ár er ein fyri- munur. Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Tekniska Lærarafelag, lønartalva I og II. Tikið verður við starvinum 9. august 2004 Spurningar Áhugaði kunnu fáa meir at vita við at venda sær til Rúna Heinesen, skúlastjóra Freist Umsókn skal sendast skúlanum í seinasta lagi 9. juni. Umsókn sendast: Tekniski skúlin í Klaksvík Postrúm 20 FO-700 Klaksvík