mánadagur 28. apríl 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Starvsfólk
í óvissu
it hava eina sera vánaliga
nevnd. Nevndin arbeiðir
yvirhøvur ikki fyri okkum og
enn minni, at hon lurtar eftir
okkum. Tað ber slett ikki til
at hava uppboðssølu við bara
tveimum fólkum. Tað hava vit –
bæði vit, sum eru koyrd, og tey,
sum eftir verða – sagt allatíðina,
men nevndin letst ikki um vón.
Oskar Joensen, uppboðssøluhaldari, er
bersøgin um støðuna á hansara arbeiðsplássi,
Fiskamarknaði Føroya (FMF), har hann hevur
starvast seinastu góðu 20 árini.
Í februar var hann eitt av trimum starvs
fólkum, sum vórðu søgd úr starvi vegna
sparingar. Tey arbeiða tó øll enn, tí upp
sagnartíðin er ikki úti.
– Fyri meg kann tað gera tað sama, tí eg
fari at eldast, so mín tíð fer at styttast, men
tað er ikki líkamikið fyri Fiskamarknaðin og
hini starvsfólkini, sigur Oskar Joensen.
Tódnaður hópur
Um somu tíð, sum hann, Elin Lamhauge og
Ann-Britt Johannesen, sum báðar eru sølu
umsitingarfólk, vórðu søgd úr starvi, segði
Jens Christian Olsen, stjóri, seg eisini úr
starvi. Tískil tódnar starvsfólkahópurin eftir
einum hálvum ári úr sjey niður í bara tvey, tá
uppsagnartíðin hjá teimum uppsøgdu rennur
út við endan av september.
Tey bæði, sum verða eftir á Fiskamarknaði
Føroya, eru Høgni Hansen, uppboðssølu
haldari og virkandi leiðari, og Oddma
Osmundardóttir, bókhaldari.
Eisini tey eru ørkymlað um støðuna, og
at tað tekur so langa tíð hjá nevndini at taka
eina avgerð um, hvat man ætlar. Millum
annað er ongin stjóri enn settur í staðin fyri
Jens Christian Olsen, sum á pappírinum enn
er stjóri, hóast hann langt síðani er farin í
annað starv sum deildarleiðari hjá Taks.
– Eg haldi heldur ikki, at tað ber til at
koyra hetta her við bara tveimum fólkum. Tá
uppboðssølan er – og hon kann onkrar dagar
taka fleiri tímar – sita bæði bundin av henni
og kunnu als ikki órógvast av øðrum, sigur
Høgni Hansen, ið bleiv virkandi leiðari, tá
Jens Christian Olsen fór.
Gjalda beinanvegin
Oddma Osmundardóttir, hitt hepna starvs
fólkið, ið slapp undan at fáa uppsagnarskriv í
februar, sigur tað sama.
– Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu
vit skulu fáa hetta at hanga saman, tá vit
bara verða tvey. Tað verður torført at halda
tænastustøðið tá,.
Hon, sum er bókhaldari, vísir á, at tey á
Fiskamarknaðinum altíð hava lagt sera stóran
dent á at flyta peningin til seljaran innan eina
viku. Eisini hava tey gjørt sær ómak at veita
skipunum nógvar tænastur, til dømis avgreiða
ymisk vørugjøld til havnir, rinda gjøldini
til trygdargrunnin, rinda limagjaldið hjá
útróðarbátunum til teirra felag o.s.fr.
Elin Lamhauge hevur verið í sínum starvi
síðani 1995 og Ann-Britt Johannesen síðani
2006. Tær siga, at tær fegnar høvdu hildið
áfram í størvunum, um viðurskiftini annars
vóru í lagi, tí arbeiðsplássið og arbeiðshýrurin
har eru framúr. Tað eru tær báðar og hini trý
øll samd um.
Vónin livir
Og kanska kunnu tey uppsøgdu starvsfólkini
hava grundaðar vónir um at verða biðin aftur
í starv. Bæði tí øll eru samd um, at starvs
fólkahópurin ikki fær minkað so nógv, sum
lagt er upp til, um uppboðssølan skal kunna
rekast á skilagóðan hátt, og ikki minst tí
útlitini til betri tíðir eru vorðin nógv bjartari,
síðani starvsfólkini fingu uppsagnarskrivini í
februar.
– Eg havi ongantíð væntað, at FMF fór at
lata aftur, men tað sá ikki pent út fyrr í ár.
Nú eri eg bjartskygdur. Tað sá út til, at bæði
útróðrurin og trolfiskiskapurin á landleiðini
vóru á gravarbakkanum, men nú koma
trolbátarnir inn fullir upp undir lúkur, og
útróðrarbátarnir fáa eisini fisk. Línuskipini
royna undir Íslandi nú, og hjá teimum gongur
eisini væl, staðfestir Høgni Hansen.
V
Tað ber ikki til at reka uppboðssøluna við bara tveimum fólkum, staðfesta starvsfólkini
á Fiskamarknaði Føroya avgjørd. Tey fýlast á passivitet og atgerðarloysi í nevndini
Ingolf S. Olsen Myndir: Álvur Haraldsen
Oskar Joensen,
uppboðssøluhaldari, hevur
starvast hjá FMF í gott 20
ár. Hann er sera bersøgin í
skotsmálinum, hann gevur
nevndini í felagnum: – Vit
hava havt eina sera vánaliga
nevnd, sigur hann
Oddma Osmundardóttir, bókhaldari,
vinstrumegin, hevur verið í starvi hjá
Fiskamarknaðinum síðani 1996, og hon er
kedd um støðuna, nú tríggir av hennara
starvsfelagum hava fingið sekkin vegna
sparingar. Tað er kensluliga hart, og hon
óttast eisini, hvussu gerandisdagurin fer
at verða, tá hon sjálv onnur skal klára alt
arbeiðið. - Eg dugi ikki at ímynda mær,
hvussu vit skulu fáa hetta at hanga saman,
tá vit bara verða tvey. Tað verður torført
at halda tænastustøðið tá, sigur hon.
Høgrumegin er tað Elin Lamhauge,
søluumsitingarfólk, sum var millum
tey óhepnu, ið fekk uppsagnarskriv.