mánadagur 28. apríl 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 4
I
28. apríl 2014
Fiskamarknaður Føroya (FMF) var stovnaður 24. september 1992.
Stovnararnir vóru Olaf Olsen, vinnulívsmaður og táverandi landspolitikari,
Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi reiðari og løgtingslimur, Ingvard
Joensen, táverandi stjóri á Tavuni í Leirvík, og Páll Gregersen, stjóri á
Fiskavirkinum í Gøtu. Fyrsti stjórin á FMF var Ditlev Eldevig, sáli.
Tey fyrstu nógvu árini umfataði virksemið bæði uppboðssølu og landing, og
í teimum bestu árunum hava umleið 20 fólk havt sítt starv har. Í 2005 varð
Landingarmiðstøðin skild frá FMF. Starvsfólkahópurin var tá átta. Síðani minkaði
hann spakuliga niður í fimm, og tá uppsøgnirnar í februar, verða effektivar
tíðliga í heyst, verða tey bara tvey starvsfólk í uppboðssølu-fyritøkuni.
Fakta
Prísurin var góður, tá Sosialurin vitjaði
FMF hósmorgunin, meðan uppboðssølan
var. 60 tons vórðu seld. Hýsan fór upp um
20 krónur kilo, toskur 1 endaði á umleið
16 krónum kilo, toskur 2 á 15 krónum
kilo og toskur 3 á 14 krónum kilo.
Oskar Joensen, uppboðshaldari,
minnist tó betri tíðir, tá tað snýr seg
um nøgdir: - Telefonsølan kundi vera
300-400 tons, og á gólvuppboðssøluni
(støddar-skildur fiskur, red.) var
tað vanligt við 100 tonsum. Flestu
avreiðingarnar, 456 í tali, høvdu vit ein
dag fyrst í øldini, sigur Oskar Joensen,
sum her stýrir telefonuppboðssøluni
við Ann-Britt Johannesen, sølu
umsitingarfólki, við sína lið.
Høgni Hansen er útbúgvin skipsførari, men
hevur verið við í FMF frá byrjanini. Hann fór
í starv har í januar 1993. Nú er hann virkandi
leiðari. Tó at hann fýlist á passivitetin hjá
nevndini, so hevur hann góðar vónir um
framtíðina, nú fiskiskapurin aftur tykist vera í
menning. – Eg havi ongantíð væntað, at FMF
fór at lata aftur, men tað sá ikki pent út fyrr í
ár. Nú eri eg meira bjartskygdur, sigur hann.
Fiskamarknaður
Føroya á Toftum, hevur
skjótt 22 ár á baki