mánadagur 28. apríl 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Fráfarandi stjórin er vónbrotin
Jens Christian Olsen væntar eina positiva vend fyri Fiskamarknað Føroya, nú fiskiskapurin tykist
batna, men hann heldur ikki, at politiska skipanin hevur víst serligan áhuga í at tryggja kapping um
fiskin, tí øll lógarásett krøv um at selja um uppboðssøluna eru tikin burtur. Hann er vónbrotin av
politisku skipanini og teimum mongu seljarunum og keyparunum, sum leypa uppboðssøluna um
Orð og mynd: Ingolf S. Olsen
est er, um vinnan sjálv finnur
út av at brúka uppboðssøluna,
men henni er ikki lív lagað í
ringum tíðum, um ongi krøv
yvirhøvur eru til aktørarnar
í vinnuni um at brúka hana.
Tað heldur Jens Christian
Olsen, fráfarandi stjóri á Fiska
marknaði Føroya – einasta upp
boðssøla av ráfiski í landinum.
Ein av hansara seinastu og truplastu upp
gávum í stjórasessinum var at siga trimum
av fimm starvsfólkum úr starvi. Orsøkin var
útlitini til stórt hall í 2013 omaná hallið á
340.000 krónur, sum var úrslitið í 2012.
Roknskapurin fyri 2013 er ikki almennur
enn, og Jens Christian Olsen vil ikki út við
úrslitinum fyrr enn tað hendir, men tað er
greitt, at hallið verður størri enn í 2012.
Krøv mugu setast
Í fyrsta lagi má vinnan – fiskaseljararnir –
standa saman um uppboðssøluna fyri at
tryggja, at krambúðin hevur nakrar vørur at
selja, men fráfarandi stjórin heldur eisini,
at gongdin seinastu árini bera prógv um, at
tað eisini er neyðugt við lógarkrøvum, um
politikararnir ynskja kapping um rávøruna.
– Síðani 2005 hevur niðurgongd verið
í fiskivinnuni, tá tað snýr seg um botn
fiskin, og eftir 2008 hevur talan verið um
veruligt bakkast. Orsøkin er bæði heims
fíggjarkreppan, ið hevur elvt til prísfall, og
vánaligur fiskiskapur. Samstundis er talið av
keyparum støðugt minkað seinastu nógvu
árini, og alt hetta hevur havt við sær, at
mongdin av fiski, sum verður handlað um
uppboðssøluna bara er minkað. Men heldur
enn at virka fyri framhaldandi kapping um
rávøruna og príssgjøgnumskygni hevur
politiska skipanin slept øllum teimum krøv
unum og ásetingunum, sum fyrr hava verið
fyri at tryggja hesa kappingina, sigur hann.
Lítil politiskur áhugi
Her sipar Jens Christian Olsen millum annað
til gomlu krøvini um, at skipini skuldu selja
ein part av veiðuni um ein føroyska upp
boðssølu – við øðrum orðum Fiskamarknað
Føroya – og at óvirkaður fiskur ikki mátti
flytast av landinum, uttan at hann fyrst hevði
verið um uppboðssøluna.
– Nú eri eg bjartskygdur aftur, tí nú sær
út til, at fiskiskapurin tekur seg upp aftur, so
meira kemur upp á land. Men trupulleikin
er, tá lítið er av fiski. Frammanundan verður
meginparturin av botnfiskinum jú seldur
beinleiðis til virkini, sum sjálvi eiga ein stóran
part av heimaflotanum, og alt ov nógv av
hinum skipunum leypa eisini uppboðssøluna
um, og brúka hana bara til at miða seg eftir
viðvíkjandi avreiðingarprísinum. Tí eru krøv
um at selja um uppboðssølu serliga tiltrongd
í niðurgangstíðum, men politiski áhugin at
stuðla undir kappingina er bara minkaður,
sigur fráfarandi stjórin á Fiskamarknaði
Føroya.
Seljarar svíkja
Hann dylir ikki, at hann er vónbrotin av
teimum fiskaseljarunum – reiðaríunum – sum
ikki eru partar av flakavirkjum, men sum
kortini leypa uppboðssøluna um og heldur
gera fastar søluavtalur við virki.
– Allir siga seg ynskja uppboðssøluna og
halda hana hava alstóran týdning, sum ongin
kann vera fyri uttan. Men hjá nógvum knípur
tað bara við at brúka hana til annað enn ein
hentan mátistokk fyri, hvønn prís skipini
kunnu krevja í beinleiðis sølu til virkini, stað
festir Jens Christian Olsen.
Hann skilir eisini sera væl, at tey flestu
vilja hava, at uppboðssølan er til, tí hann ivast
ikki í, hvørjar avleiðingarnar verða, um Fiska
marknaður Føroya skuldi komið í eina so
svára kreppu, at uppboðssølan helt upp at.
– Fiskurin hevði verið seldur, áðrenn hann
varð fiskaður, og vit høvdu aftur sæð stórar
mongdir av fiski farið óvirkaðar av landinum,
uttan at føroysk virki høvdu havt møguleika
at bjóða upp á hann. Skipini høvdu ongan
prís fingið fyri smáar nøgdir av annars dýrum
fiski, til dømis steinbíti og tungu. Ongin
hevði vitað, hvat prísurin átti at verið, og tey
smærru virkini, ið ikki eru girað til at keypa
heilar lastir, høvdu ikki hórað undan, sigur
Jens Christian Olsen.
Reellur prísur
Hann ásannar tó, at uppboðssølan ikki kann
metast sum ein púra objektiv skipan, har tað
bert eru marknaðarkreftirnar, ið áseta prísin.
– Sjálvandi slepst ikki undan avtalaðum
spæli, tá aktørarnir fáa fyrimun av tí, og tað
kemur helst eisini fyri hjá teimum, ið keypa
á uppboðssøluni. Men proformasølurnar,
ið vit sóu nógv av fyrr, eru verri enn so til í
sama mun longur, tí mannagongdirnar eru
broyttar, so pengarnir altíð verða fluttir bein
leiðis til skipið, sum selur, og ongan annan.
Samanumtikið ivisit eg ikki í, at prísirnir á
uppboðssøluni eru reellir í dag, og tað er
altso einasta óhefta prísnoteringin, vit hava,
staðfestir Jens Christian Olsen.
Hann segði seg fyrr í ár frá sum stjóra á
Fiskamarknaði Føroya og er longu farin í
annað starv hjá Taks.
B
Jens Christian Olsen, fráfarandi stjóri á Fiskamarknaði Føroya er bjartskygdur aftur, nú fiskiskapurin hjá heimaflotanum tykist menna seg. – Men trupulleikin
er, tá lítið er av fiski. Frammanundan verður meginparturin av botnfiskinum seldur beinleiðis til virkini, sum sjálvi eiga ein stóran part av heimaflotanum, og alt
ov nógv av hinum skipunum leypa eisini uppboðssøluna um, og brúka hana bara til at miða seg eftir viðvíkjandi avreiðingarprísinum, sigur hann