mánadagur 28. apríl 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Seljarar
snúlta upp
á uppboðs
søluna
áll Gregersen, stjóri á Fiskavirk
inum í Gøtu, var ein av ídnastu
fortalarunum at sleppa burtur
úr høpisleysu, stuðulsstýrdu
fiskivinnuni og var í 1992 við til
at stovna Fiskamarknað Føroya
(FMF) og harvið skapa fría
kapping um rávøruna millum
fiskakeypararnar.
Undantikið byrjanartrupul
leikar, sum altíð vilja vera, gekk tað væl við
uppboðssøluni ta fyrstu tíðina, tá tey flestu
skipini enn vóru leys av virkjunum. Men
síðani tók tann sonevnda vertikala integra
sjónin – tað at skip og virki hoyra saman – dik
á seg, og uppboðssølan fekk trupulleikar.
Seljarar svíkja
Tey fyrstu árini, eftir at fiskurin kom aftur
eftir djúpu kreppuna í 1990-árunum, var
trupulleikin kanska ikki so stórur, tí tá var
so nógvur fiskur, at tað var nóg mikið til øll
virkini, tó at prosentparturin av samlaðu
veiðuni, sum fór um uppboðssøluna, minkaði.
Men tá so fiskiskapurin eisini av álvara
fór at svíkja fyri 8-10 árum síðani, vuksu
trupulleikarnir. Og tað er ikki vertikala
integrasjónin einsamøll, ið sambært Páll
Gregersen hevur skyldina.
– Tað er ein stórur trupulleiki, at nógvir
seljarar, eisini skip, ið annars eru leys av
virkjunum, ikki brúka uppboðssøluna, men
hava fastar avtalur við ávís virki um at landa
har. Tað líkist svartasta ongum, at seljararnir
ikki standa betri saman, sigur hann.
Hann kennir betri enn nakar annar,
hvussu uppboðssølan virkar, tí hann hevur
sitið í nevndini frá fyrsta degi, tá FMF varð
stovnað 24. september í 1992, og hevur keypt
at kalla hvønn stert um uppboðssøluna,
sum virki hansara, Fiskavirkið í Gøtu, hevur
framleitt síðani.
- Høvuðstrupulleikin er, sum eg síggi
hann, at vit ríða á tveimum hestum og
hava bæði fría uppboðssølu og vertikala
integrasjón. Virkini brúka uppboðssøluna
sum indikator, tá tey áseta sínar prísir til
egin skip, og tað sama gera tey leysu skipini,
sum siga seg vilja hava uppboðssøluna, men
selja hvørja last beinleiðis til virkini. Tey
brúka uppboðssøluna, men sleppa undan at
gjalda fyri at reka hana, so eg haldi ikki, tað
er ov nógv gjørt av at siga, at tey snúlta upp á
skipanina, sigur Páll Gregersen.
Seljari og keypari rinda hvør síni
0,75 prosent av avreiðingarvirðinum í
avgreiðslugjaldi til FMF, tá teir selja og keypa
um uppboðssøluna.
P
Ráfiskaseljararnir standa ov illa saman um at brúka uppboðssøluna. Og tá stórur
partur av flotanum afturat hesum hoyrir til virki, sum skipini selja beinleiðis til, er
torført at hava eina vælvirkandi uppboðssølu. Tað heldur stjórin á Fiskavirkinum í
Gøtu, sum var við til at stovnseta Fiskamarknað Føroya og hevur sitið í nevndini síðani
Ingolf S. Olsen Myndir: Álvur Haraldsen
Fiskavirkið í Norðragøtu er ein gomul familjufyritøka, sum í dag er partur
av einum samtaki, ið eisini eigur alifyritøkuna Luna og smoltstøðina
Fútaklett vesturi í Vágum. Umleið 70 fólk arbeiða á Fiskavirkinum