Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-28, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2014síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 4 I 28. apríl 2014 Vildi steingja Páll Gregersen helt í fjør summar, at trupulleikin við vantandi undirtøku millum seljararnar fyri uppboðssøluni saman við støðugt versnandi roknskapartølum tá var vorðin so stórur, at hann á einum nevndarfundi í FMF, sum var hildin á sjálvum Sjómannadegnum í Klaksvík í august, skjeyt upp at steingja uppboðssøluna í verandi líki, og at ráfiskaseljararnir síðani keyptu hana fyri at byrja av nýggjum. Uppskotið fekk tó ikki undirtøku frá hvørki ráfiskaseljarunum ella hinum nevndarlimunum. Uppboðssølan hevði 340.000 krónur í halli í 2012, og roknskapurin fyri 2013, sum verður almannakunngjørdur seinni í ár, fer at vísa eitt hall, sum er fleiri ferðir størri enn tað í 2012. - Eg var og eri ikki samdur við hini í nevndini um at koyra víðari, sum støðan er, men eg tapti tann dystin, og eg boyggi meg fyri meirilutanum. Eg ivist tó í, um FMF hevur nakra framtíð í verandi líki. Í mínum heimi er hetta ein spurningur um antin-ella. Annaðhvørt standa seljararnir saman um uppboðssøluna og eisini keypararnir, sum ikki sjálvir eiga skip, ella er at gevast. Sjálvir eru vit heldur ikki so ágrýtnir at standa nærum einsamallir og verja borg longur, meðan viljin at brúka uppboðssøluna generelt bara minkar. Til dømis vóru vit fyrr skjótir og ringdu og skeldaðu keyparar, sum keyptu beinleiðis frá skipunum. Men tað nyttar onki longur, sigur Páll Gregersen. Neyðug uppboðssøla Hann vissar tó um, at hóast hann hevur mælt til at lata FMF aftur í verandi líki, so vil hann avgjørt hava eina uppboðssølu. – Uppboðssølan tryggjar kapping um rávøruna, prísgjøgnumskygni, og ger tað møguligt hjá smærri virkjum at vera til. Tí vil tað verða eitt stórt bakkast fyri føroysku fiskivinnuna, um uppboðssølan fer fyri bakka. Tá verður støðan í veruleikanum verri, enn hon var, áðrenn FMF varð stovnað í 1992. Tí í gomlu skipanini undan uppboðssøluni var tað hóast alt ein prísásetingarnevnd, ið ásetti prísirnar. Uttan uppboðssølu verður als onki gjøgnumskygni í prísásetingini. - Men fortreytin fyri at hava eina upp­ boðs­sølu, sum gevur meining, er altso fyrst og fremst, at leysu seljararnir standa saman, og at leysu keypararnir konsekvent brúka uppboðssøluna. Tað er tó heldur ikki nóg mikið, tí eg haldi, at tey vertikalt integreraðu virkini og skipini eisini skulu verða við so ella so, tí tey brúka uppboðssøluna óbeinleiðis og njóta gott av henni. Allir aktørarnir mugu vera við til at gjalda fyri eina væl virkandi upp­boðssølu, sigur Páll Gregersen. Hann heldur tó ikki, at politiska skipanin aftur skal gerast ein aktivur viðleikari við til dømis at lóggeva fisk um uppboðssøluna. – Nei, eg ynski eina vinnu í fríari kapping og vil ikki tvinga nakran at brúka upp­boðs­ søluna, sum ikki vil brúka hana, sigur stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu. Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu og nevndarlimur í Fiskamarknaði Føroya, hartar bæði ráfiskaseljararnar og sínar egnu starvsfelagar á keyparasíðuni fyri ikki at standa saman um uppboðssøluna. - Fortreytin fyri at hava eina uppboðssølu, sum gevur meining, er altso fyrst og fremst, at leysu seljararnir standa saman, og at leysu keypararnir konsekvent brúka uppboðssøluna, sigur hann Í dag virkar Fiskavirkið bara saltfisk. Nógv tann størsti parturin fer til spanska og italska marknaðin. Seinastu árini hevur ársframleiðslan ligið um 4000 tons, men í ár vónar leiðslan at koma upp á 5000 tons