mánadagur 28. apríl 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Reiðari heldur fast um uppboðssøluna
Hálvdan Gudmundsen, reiðari í Sandavági, vil fyri alt í verðini ikki aftur til tíðina áðrenn uppboðssøluna.
Prísgjøgnumskygni og pengar til tíðina eru avgerandi fyri ein støðugan skiparakstur, sigur hann
Orð og myndir: Ingolf S. Olsen
álvdan Gudmundsen, reiðari í
Sandavági, sum ger línuskipini
Eivind og Havbúgvan og
partrolaran Vesturtúgvu út,
harmast støðuna, at talið av
fiskakeyparum er minkað so
nógv, at tað gongur út yvir
kappingina á uppboðssøluni hjá
Fiskamarknaði Føroya (FMF)
á Toftum, men hann vil undir
ongum umstøðum av við uppboðssøluna.
– Eg havi roynt hitt, at ongin uppboðssøla
er, og tað er lítið at ynskja sær. So seint sum
í fjør, tá línuskipini vóru á Flemish Cap og
vit frammanundan høvdu gjørt avtalu við
virkir um at keypa tær lastirnar, sóu vit, hvat
tað inniber at selja beinleiðis til virki uttan
um uppboðssøluna. Gjaldstíðin var upp til
fýra-seks vikur í summum førum, og tað
sigur seg sjálvt, at tað tyngir um raksturin og
serliga likviditetin, tí stórar upphæddir verða
bundnar hjá reiðaríum, sum frammanundan
eru illa sperd. Sambært sáttmálunum skulu
vit jú avrokna manningarnar í seinasta lagi
tvær vikur eftir landing.
– Slíkar trupulleikar hava vit ikki við FMF,
sum altíð avroknar okkum innan eina hálva
viku. Eg byrjaði sum reiðari í ringastu tíð í
1994, og eg havi bara góðar royndir av upp
boðssøluni. Vit selja altíð til hægsta boð, og
vit hava gjøgnumgangandi fingið minst líka
góðan prís sum skipini, ið selja beinleiðis til
virkini, sigur hann.
Hálvdan Gudmundsen leggur tó dent
á, at virkini kortini eiga rós uppiborið, tí
tey yvirhøvur vildu gera avtalu um at taka
ímóti fiskinum av Flemish Cap og lata ein
frammanundan fastlagdan prís, sjálvt um
tey vistu, at túrarnir fóru at verða langir,
og góðskan tískil í vissum førum ikki varð
hundrað prosent.
Standa ikki saman
Ein annar stórur fyrimunur við at selja um
uppboðssøluna er, at tað er so ómakaleyst,
sigur Hálvdan Gudmundsen, tí bert ein er at
avrokna við tá, sjálvt um lastin kanska verður
keypt í smáum av fleiri virkjum.
Hann ásannar, at stóri trupulleikin er
hansara egnu starvsfelagar, ráfiskaseljararnir.
– Vit mugu og skulu standa saman, so vit
ikki missa uppboðssøluna. Men føroyingar
eru tiltiknir fyri ikki at standa saman, og
tíverri vísir tað seg at vera okkurt um tað
tosið, sigur hann.
Vantandi vilji hjá nógvum seljarum at
brúka uppboðssøluna er sostatt ein kleppur
um beinið hjá teimum, sum vilja brúka
hana. Og steinur oman á byrðu er so tann
sannroyndin, at talið av keyparum bara er
fækkað seinastu árini.
Marknaðurin doyði
Eina orsøk til fallandi talið av keyparum og
harvið minkandi kapping heldur hann vera,
at marknaðurin í stóran mun doyði saman við
Fiskasøluni.
– Hon gjørdi eitt veldugt arbeiði. Tað sum
virkaði fyrr, virkar ikki longur, og heimurin
broytist eisini. Ongin arbeiðir til dømis hýsu
longur her heima, og toskurin er fallin nógv í
prísi, sigur sandavágsreiðarin.
Betri útlit
Línuflotin hevur í fleiri ár ligið sera tungt í
sjónum, men nú sær frægari út. Í fjør stuðlaði
Flemish Cap væl undir raksturin, og nú røkist
eisini fyri, at fiskiskapurin undir Føroyum er
við at taka seg upp aftur.
– Vit hava bíða leingi eftir, at vend skuldi
koma í, og nú vænti eg, at tað verður. Tað
manglar bara, at fiskurin av álvara brestir
fyri. Eg vænti eisini, at toskaprísurin fer at
batna, nú toskatíðin í Barentshavinum fer at
vera liðug, so norðmenn gevast at oysa tosk
í ovurhonds nøgdum á marknaðin, sigur
Hálvdan Gudmundsen.
H
– Vit selja altíð til hægsta boð, og vit hava gjøgnumgangandi fingið minst líka góðan prís sum skipini, ið selja beinleiðis til virkini, sigur Hálvdan Gudmundsen,
reiðari í Sandavági. Her er hann á kajini í Miðvági, har teir rigga Havbúgvan til íslandsfiskiskap aftur. Hann hevur ligið í eina tíð
P/f Fossá, har Hálvdan Gudmundsen er reiðari, eigur línuskipini Eivind og
Havbúgvan og partrolaran Vesturtúgvu. Vesturtúgva partrolar við Grønanes,
sum hoyrir til Kósina. Hálvdan Gudmundsen selur sjálvur upsan hjá Vesturtúgvu
til virkini, meðan restin – toskur, hýsa og annað – fer um uppboðssøluna