mánadagur 28. apríl 2014síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 4
I
28. apríl 2014
ið Statoil á odda verður leitað
eftir olju í føroysku undirgrund
ini í vár og summar. Fyrst skal
brunnurin Brugdan-2 borast
liðugur, og í summar skal níggj
undi brunnurin, Súlan/Stelkur,
borast. Íløgur fyri okkurt um
hálvaaðru milliard krónur í
leitanini eftir svarta gullinum.
Men er føroyska samfelagið til
reiðar, um so er at oljufeløgini raka við olju
í stórum nøgdum? Um elefanturin verður
funnin, fyri nú at halda seg til oljumálið.
Runavík hevur síðstu árini lagt seg eftir
at gerast føroyska oljuhavnin. Og nú leitanin
eftir olju nærkast, sæst tað aftur á olju
bryggjuni, har privata fyritøkan Atlantic
Supply Base heldur til. Oljulóggávan ásetir,
at allur flutningur av útgerð og fólki skal fara
um føroyskan bryggjukant ella føroyskan
flogvøll.
– Hetta má man undir ongum umstøðum
broyta. Missa vit bryggjukantin, so kunnu
vit gloyma alt um eina føroyska oljuvinnu.
Tá missa vit skjótt alt á gólvið, ljóðar boð
skapurin frá Eli Lassen, stjóra í Atlantic
Supply Base.
Mikukvøldið í síðstu viku var Eli Lassen
við á kjakfundinum í Løkshøll um oljuvinnu
og hvussu vit sum samfelag eiga at fyrireika
okkum til vinnuna. Meðan stjórin hevði ein
praktiskan innfalsvinkul til kjakið, so valdi
búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum ein
meira yvirskipaðan og teoretiskan innfals
vinkul.
– Steðga vit ikki negativu ávirkanina av
hollendsku sjúkuni, ið ein oljuvinna kann
hava við sær, so kann oljuvinnan kvala aðrar
vinnur, sum missa sítt kappingarføri, ljóðaði
boðskapurin frá Johnny í Grótinum.
Johnny í Grótinum hevur áður ført fram
í samrøðu við Sosialin, at ásetingarnar um
at krevja alt um føroyskan bryggjukant og
líknandi politisk inntriv fyri at skapa fleiri
arbeiðspláss í oljuvinnuni kunnu vera bein
leiðis skaðilig. Boðskapurin fekk misjavna
móttøku í Løkshøll.
– Eg havi hug at tala ímóti búskaparfrøð
ini. Eftir mínum tykki eiga vit at seta okkara
egnu treytir, og brúka føroyska arbeiðsmegi
og serfrøði allastaðni, har tað ber til, sigur
Magni Arge.
Frammanfyri okkurt um 100 áhoyrarum
teknaði formaðurin í Oljuvinnufelagnum
eina mynd av føroyskum vinnulívi, ið hevur
megnað sera væl at flyta seg inn í olju
vinnuna, hóast eingin olja enn er funnin í
rakstrarverdum nøgdum í føroyskum øki.
– Síðstu umleið 14 árini er áhugin fyri olju
vinnu øktur munandi. Í dag eru føroyingar
við í oljuvinnu kring allan knøttin, hóast vit
enn onga olju hava funnið her hjá okkum. Tí
eru umleið 1000 størv í oljuvinnuni ídag, sigur
Magni Arge.
Pengarnir
Sambært útrokningum hjá búskaparfrøðing
inum Magna Laksáfoss vil ein komandi olju
vinna kasta okkurt um 600 nýggj arbeiðspláss
av sær.
– Lønarinntøkurnar eru bara ein pinka
lítil partur av samlaðu inntøkunum frá
oljuvinnuni. Ávirkanin á samfelagsbúskapin
kemur tí nærum bara frá skattinum, ið verður
lagdur á oljuvinnuna, sigur Magni Laksáfoss.
Sambært roknistykkinum hjá Magna
Laksáfoss vil landskassin fáa 4,5 milliardir
krónur í skattum og avgjøldum, og inntøkan
vil eftir fáum árum økjast upp í einar níggju
milliardir.
– Hvat hendir við landskassanum, um
føroyskir politikarar fáa eini 8-9 milliardir
afturat at spæla við um árið, spurdi Magni
Laksáfoss áhoyrararnar í Løkshøll.
Búskaparfrøðingurin, ið sjálvur er fyrr
verandi løgtings- og landsstýrismaður, sigur
seg ikki hava nógva tiltrúgv til búskapar
grunnin, soleiðis sum hann sær út ídag.
– Eg var sjálvur við í arbeiðnum at gera
Búskapargrunnin, og var sera vónbrotin, tá
sitandi stýri valdi at tøma grunnin. Tað skapar
ikki júst álit, sigur Magni Laksáfoss og sipar
til inntøkurnar frá makreluppboðssøðuni
á sumri í 2011, sum fyrst vóru fluttar inn í
Búskapargrunnin, men síðani tiknar úr aftur
grunninum eftir løgtingsvalið sama ár.
Eisini Johnny í Grótinum vísir á týdningin
av einum sterkum búskapargrunni.
– Vit eiga at brúka Norra sum fyrimynd.
Har søgdu tey rættuliga tíðliga í tilgongdini
fram móti eini oljuvinnu, at hetta tilfeingið
er fólksins ogn. Út frá hesi felags fatan legði
man til rættis oljugrunnin, sum hevur bæði
búskaparligar eins væl og etiskar meginreglur,
ið tryggja at oljuríkidømið kemur komandi
ættarliðum til góðar, sigur Johnny í
Grótinum.
Fleiri enn 5000 milliardir krónur eru í dag
í norska oljugrunninum, og tí er hvør norð
maður í dag millióningur. Men reglugerðin
fyri oljugrunnin ásetir, at norska samfelagið
kann bara brúka fýra prosent av avkastinum
hjá grunninum hvørt ár. Bara hesin lítli
parturin av avkastinum kann fara beinleiðis
inn á fíggjarlógin, til raksturin av samfelag
num.
Javnstøðan
Sambært eini kanning hjá Oljuvinnufelagnum
eru umleið 1000 føroyingar í starvi í olju- og
frálandavinnu kring heimin. Bara trý prosent
av teimum eru kvinnur.
– Sjálvandi hevur tað týdning at fáa
javnstøðu inn í hesa vinnuna, sigur Katrin
Kallsberg, sum samstundis ásannar, at tað
kann vera ein trupul uppgáva.
Forkvinnan í Javnstøðunevndini vísir á
altjóða kanningar, sum siga at í heimshøpi
eru bara 7,8 prosent av arbeiðsmegini í
oljuvinnuni kvinnur.
– Somu kanningar vísa eisini, at olju
arbeiðarin í meðal er yvir 50 ár og fer vænt
andi á pensjón innan 10 ár. Tað setir krøv
til rekrutering. Altjóða oljufeløgini tykjast
eisini vera tilvitað um, at eitt javnari kynsbýti
á arbeiðsplássinum gevur betri úrslit, sigur
Katrin Kallsberg.
Hon ásannar, at tað kann vera ein av
bjóðing at kveikja áhugan millum gentur fyri
teimum lærugreinum, ið vanliga krevjast fyri
at fáa góð størv í oljuvinnuni.
– Men tað er upplagt at fremja serlig átøk,
ið skulu kveikja henda áhuga. Tað verður eitt
nú gjørt í Bretlandi, og royndirnar eru góðar,
sigur Katrin Kallsberg.
Meðan vit bíða eftir elefantinum
Vinnan tykist vera til reiðar til eina oljuvinnu, meðan politiska skipanin haltar aftaná.
Tað var ein av niðurstøðunum á kjakfundi í Løkshøll, hildin meðan fyrsta oljuútgerðin til
royndarboringarnar í vár og summar kom upp á land hjá Atlantic Supply Base í Runavík
Jón Brian Hvidtfeldt
V
Magni Arge, Eli Lassen, Johnny í Grótinum, Magni Laksáfoss og Katrin
Kallsberg umrøða avbjóðingar við eini komandi oljuvinnu. Javnaðarflokkurin
á Fólkatingi skipaði fyri kjakfundinum í Løkshøll í síðstu viku
Ongastaðni er dreymurin
um eina komandi oljuvinnu
so sjónligur sum í Runavík.
Á oljubryggjuni hjá Atlantic
Supply Base stendur útgerð
klár at flyta út á Brugdan-2