mánadagur 28. apríl 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Føroyskir sniðgevar
og skapandi vinnur
Innan móta og sniðgeving er rákið til
fyrimuns fyri tí eksotiska og serliga tí
norðurlendska. Norðurlendskt er tað heilt
stóra. Føroyskt er in. Tað gevur føroyskum
sniðgevum viðvind á heimsmarknaðinum
Marjun Dalsgaard
øroyar eiga sera evnarík
fólk innan filmslist, tónleik
brúkslist og sniðgeving. Tað
er í heilum, at føroyingar
traðka fram á altjóða pallin
og vísa seg at vera í heims
klassa innan allar møguliga
skapandi vinnur.
Millum bestu sniðgevar,
sum hava vunnið fótafestið
á altjóða pallinum, eru Barbara í
Gongini, ið selur um allan heim og
umsetur fyri milliónir, og Guðrun
& Guðrun, ið somuleiðis hava lagt
heimsmarknaðin undir seg og sum nú av
álvara eru á veg til Tokyo.
Ein undirskóg av smærri kreativum
sniðgevum við nýskapandi verkætlanum
síggja somuleiðis dagsins ljós. Bundnir
steinar, troyggjur til stólar og onnur
nýhugsandi hugskot eru at síggja. Vit
hava tosað við nakrar av sniðgevunum
innan skapandi vinnuna, harímillum
Elsu Bech, sum hevur bústað í Svøríki og
Ann Højgaard Slot, sum býr í Århus og
Guðrun Ludvig í Tórshavn. Tríggir snið
gevar, sum eru ymisk støð á yrkisleiðini.
Íblástur úr Føroyum
Allar hava tær tað til felags, at Føroyar
virkar sum ein drívmegin, íblástur
ella frírúm, har skapandi megin fær
fríar ræsur. Arbeiðið við sniðgeving
er ein ferð í fleiri stigum við ymiskum
royndum við litum, strukturi og toyi.
Íblásturin er kenslur og upplivingar
úti í verð og heima – og ofta í møtinum
millum mótsetningarnar. Eitt nú
mótsetningarnar millum støð, sum
Tórshavn og New York, ella toy, sum
blondur og ull, ella tað kann vera
heimlongsulin og alsk til
Føroyar hjá teimum, ið
er búsitandi uttanlanda.
Mótsetningar, ið møtast,
kontrastir, ið verða settar
saman, møtið millum tað
harða og tað bleyta við
rót í føroyskari mentan,
føroyskari bindimentan,
føroyskari rávøru og
føroyskari náttúru
er felagsnevnarin, tá
hesir føroysku snið
gevararnir arbeiða.
Tær marknaðarføra seg
sum føroyskar, og tær
marknaðarføra Før
oyar við hvørjum luti,
sum tær framleiða.
Tó er ikki altíð lætt
at hava við Føroyar at
gera. Tollur, GATT-
tollur, avgreiðslu
avgjøld frá posta
og aðrar forðingar
standa í vegin hjá
teimum smáu, sum
royna at fóta sær. Ofta
ein frummskóg av
ørkymlandi reglum,
sum ein, sum brúkar
sína orku upp á skap
andi megina hevur ilt við
at gjøgnumskoða.
F
Vinna hevur prátað við føroyskar
sniðgevar, sum eru ymisk støð á
yrkisleiðini, har endamálið er at
sleppa at liva av tí, sum teimum
dámar allar best at gera
Tað norðulendska er in fyri tíðina og Føroyar eiga nakrar av teimum størstu
norðurlendsku sniðgevunum. Guðrun & Guðrun og Barbara í Gongini
eru saman við fýra íslendskum og trimum grønlendskum sniðgevum í
hesum døgum valdar út til eina listaframsýning í Frankfurt, har myndir
eru gjørdar við útgangsstøði í teirra søgu og verki. Myndin er úr bókin
Weather Diaries og heitið er »Barbara í Gongini, The Others«