Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-28, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 nr. 4 I 28. apríl 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Ynskja at lata handil upp í Tokyo øroyar var ikki mest upplagda staðið at búgva fyri ein ungan sniðgeva, sum arbeiðir mitt í móta­meldrinum. Men eins og nógvir aðrir føroyingar, var Guðrun Ludvig komin í ta støðu, at hon skuldi velja, um hon skuldi flyta heim aftur til Føroya, ella um hon skuldi vera búgvandi uttan­ landa. Hetta var júst tá Guðrun og Guðrun av álvara fóru undir sítt virk­semi, men børn og aðrar umstøður talaðu fyri at flyta heim, og soleiðis bleiv tað. Nú sær tó út til at ein gamal dreymur um at lata ein handil upp í Tokyo, kann gerast veruleiki. Guðrun og Guðrun selja nógv í Onglandi, USA og Italien men mest til Japan. Millum annað selja tær í mest virðismettu sølu­mið­ støðuni í Japan, Isetan. – Vit selja nógv mest til Japan, tað er okkurt við samansetingini av ráðum og bleytum materialum, sum japanarum dámar sera væl – eisini tað eittsindur »skeiva« sniðið, ella tað óvæntaða, sigur Guðrun Ludvig, ið er tann, ið arbeðir við snið­gev­ ingini. – Hetta er so stuttligt, tí hetta er ein av okkara upprunaligu dreymum – tað var at lata ein handil upp í Tokyo. Enn hava tær ikki tosað um, hvussu hetta skal geras í praksis, tí Guðrun Rógvadóttir býr í Keymannahavn, haðani hon ferðast nógv til Milano, New York og París, meðan Guðrun Ludvig býr í Føroyum, og ferðast av og á, men ikki líka ofta. Hon hevur tørv á friðinum, sum hon fær í Føroyum, og tað er ein av fyrimununum við at búgva í Føroyum. Føroyar er frírúmið Hóast, at tað ikki var lætt at taka valið um at flyta til Føroya tá, er tað eyðsæð, at fyrimunir eru við at búgva í Føroyum, heldur Guðrun Ludvig. Hon hevur tørv á friðinum, tá hon skal arbeiða skapandi. Hon trekkir seg aftur og arbeiðir í sínum egna heimi, og hevur tørv á at sleppa undan alt ov nógvum, sum kann ávirka hana og geva henni nýggj hugskot. Nakrar ferðir um árið ferðast hon saman við Guðruni Rógvadóttir til New York, París ella Milano, og hon hevur líka stóran tørv á at koma út í verðina, sum at vera í Føroyum. – Tað er nokk í møtinum við stórbýirnar, at eg fái íblástur. Kontrastin millum Havnina og New York til dømis. Eg kann ikki seta fingurin á, akkurát, hvat tað er, men tað er kanska ein kensla eg fái, tá eg gangi í býnum, ella eri til eina listaframsýning, sigur Guðrun Ludvig. Hon fær íblástur fá arkitekturi, list og í møtinum millum mótsetingarnar. Men tá hon er í eini skapandi proses, hevur hon tørv á at sleppa undan alt ov nógvum inputtum, sum geva nýggj hugskot. – Eg má hava frið til at fylgja mínum egna spori. Tá ið eg búði í Keypmannahavn til dømis, var tað sum um tað alla tíðina komu nýggj hugskot til mín, og arbeiðið fór í allar ættir, sigur Guðrun Ludvig. Føroyska bindimentanin er grundleggjandi fyri hugskotið aftanfyri Guðrun og Guðrun. Stjørnu­troyggjan, sum er vorðin vøru­merkið hjá Guðrun & Guðrun, varð gjørd við bein­ leiðis rót í gomlu føroysku bindi­mynstr­unum og teimum materialum og litum, sum tey gomlu arbeiddu við. Stjørnutroyggjan komin fyri at vera – Tað er eingin ivi um, at stjørnutroyggjan er komin fyri at vera, og hon er okkara vøru­ merki. Eg havi hana altíð við í einari nýggjari kollektión og hugsi um, hvussu hon kann broytast. Tað haldi eg er øgiliga stuttligt. Hesu ferð havi eg gjørt ryggin í einum øðrum tógvi, greiðir Guðrun frá. Stjørnutroyggjan er nakað heilt serligt, og hon er vorðin ein klassikari. – Fólk koma inn og siga, at nú hava tey slitið sína stjørnutroyggju upp, og nú vilja tey hava eina nýggja. Tað haldi eg er ótrúliga deiligt, tað vísir, at fólk dáma hana, og hon er komin fyri at vera, sigur Guðrun Ludvig. Hon heldur at tær kunnu tola, at føroyingar binda troyggjuna sjálvir. – Eg haldi, at man má síggja hetta sum eitt herðaklapp, men sjálvandi, um tað hevur vinnu­ligt endamál, er tað ólógligt, sigur hon. Tað var av tilvild, at stjørnutroyggjan varð kend um allan heim í seriuni, Forbrydelsen. Guðrun & Guðrun vóru á messu, og við eitt hoyra tær ein sigur: Det er trøjen! Ein kvinna kemur síðan og spyr, um tey kunnu brúka troyggj­una til ein seriu, men hetta er ikki bara sum at siga tað. Kollektiónin var ikki úti enn, so tær vistu ikki reiðiliga. Tey fingu so hesa einu troyggjuna, og tær hugsaðu ikki meira um tað, fyrr enn tær sóu troyggjuna í sjón­ varpinum, greiðir Guðrun Ludvig frá. F Tað eru longu nógv ár síðani, at Guðrun & Guðrun skrivaðu sítt navn millum snið- gevar í altjóða høpi. Fyritøkan flytir seg alla tíðina, og nú eru tær báðar farnar í holt við tann upprunaliga dreymin, nemliga, at lata upp ein handil í Japan Marjun Dalsgaard Guðrun & Guðrun: List, arkitekturur og mótsetningurin millum Havn og stórbýir, sum hon ferðast til, er íblásturin hjá Gurðuni Ludvig, men tá hon skal arbeiða við sniðgevingini hevur hon tørv á friði, og tá er Føroyar eitt frírúm