mánadagur 28. apríl 2014síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 4
I
28. apríl 2014
Bundið í Føroyum
Hóast vørurnar, sum hon sniðgevur, eru
bundnar, og alt arbeiðið tekur útgangsstøði
í binding og føroyskari bindimentan, hevur
Guðrun Ludvig ongantíð bundið nógv sjálv.
Hon bindir prøvar, har hon setir saman tógv
av ymsum slag, men tá hon skal sniðgeva
eina nýggja vøru, hevur hon eina bindikonu
at sær, sum bindir troyggjuna soleiðis, sum
Guðrun sigur, at hon skal binda hana. Meira
enn helvtin av hondbundnu vørunum verða
bundnar í Føroyum. Umleið ein fjórðingur
verður bundin í Peru og ein fjórðingur í
Jordan.
– Vit binda nógv úr alpaca ull, og ístaðin
fyri at flyta ullina til Føroya, verður alt bundið
í Peru, sum verður bundið í hesu ullini, sigur
Guðrun.
Tað er dýrari at framleiða í Føroyum, men
tær vilja gjarna verða við í framleiðsluni,
og kunna fylgja við og tryggja, at alt fer
rætt fram, og at vøran og framleiðslan er
burðardygg og vistfrøðilig, sigur Guðrun.
Hon heldur ikki, at tað er ein trupulleiki
at vera í Føroym og arbeiða her frá. Tó vóru
nógvir byrjunartrupulleikar, fortelur Guðrun
Rógvadóttir.
– Tá vit til dømis skuldu gera eina netsølu
ringdu vit til tollstovuna, men eingin kundi
siga okkum, hvussu vit skuldu bera okkum at,
og soleiðis var tað allan vegin ígjøgnum. Men
vit hava funnið okkara egnu loysnir, og tað
riggar væl nú, sigur hon.
Tað góða við at vera í Føroyum er uttan iva
tað nýskapandi og føroyska sermerki.
– Um Guðrun sat í Milano og sniðgav, so
hevði hon helst mist tað serføroyska eykenni,
sigur Guðrun Rógvadóttir.
Tað er dýrari at senda frá Føroyum, men
har hava tær fingið avtalur í lag Haraftrat er
tað dýrari at ferðast úr Føroyum, men av tí at
Guðrun Rógvadóttir býr í Danmark, kann hon
ferðast bíligari.
– Tað er meira torført, men tað er tað,
sum ger tað annarleiðis. Vit finna alla tíðina
okkara egna hátt at gera tingini uppá, sigur
Guðrun Rógvadóttir.
Tær hava eini 40 bindikonur knýttar at
sær í Føroyum og ávikavist 20 og 20 í Peru og
Jordan. Í arbeiðinum við menning eru eini
7-8 fólk knýtt at fyritøkuni í alt, sigur Guðrun
Rógvadóttir.