Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-28, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2014síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 nr. 4 I 28. apríl 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Bindur grótgarðar og steinar Føroyska náttúran og heimlongsulin er drívmegin og íblásturin hjá Ann Højgaard Slot, sum altíð tekur útgangsstøði í føroysku náttúruni Marjun Dalsgaard nkuntíð sæst, hvar íblásutrin kemur frá, onkuntíð sæst tað als ikki aftur. Tað er ymiskt, hvussu ein skapandi ferð endar, men hon byrjar altíð í føroysku náttúruni. Ann Højgaard Slot er búsitandi í Århus, har hon hevur verkstað og handil. Handilin eitur Heimkaer og sum navnið sigur, skapar hon við íblástri úr Føroyum. – Bara at koma heim og kenna tí føroysku luftina setur nøkur ting í gongd, sigur Ann, spurd um, hvussu føroyska náttúran gevur henni íblástur. Hon hevur búð í Danmark í nógv ár, og hevur ongar ítkøiligar ætlanir um at flyta aftur til Føroya. Allar vørur eru bundnar og snið og mynstur stava frá motivum úr føroysku náttúr­uni. Eitt nú turriklæði við skelja­ mynstri, pútur við laðaðum grótgarðum, men eisini mynstur har tað ikki sæst aftur, at íblásturin kemur frá føroysku náttúruni. Long mannagongd – Eg byrji til dømis við eini strikutekning av onkrum, sum eg havi gjørt úti í føroysku náttúruni. So leggi eg litir á, og tað kann vera ein long mannagongd, har tað, sum eg skapi, broytist alla tíðina. Í hesu menningini geri eg fleiri royndir við tógvi og ymiskum tráði, seti tað saman á ymiskan hátt og bindi ella hekli á ymiskan hátt. Soleiðis tekur tað spakuliga skap, intil eg hugsi, at her er nakað sum riggar, sigur Ann. Tær mest kendu vørurnar, sum hon selur, eru helst púturnar við grótmynstri – ein vøra har føroyska motivið gongur rættuliga týðuliga aftur, og tað eru ikki bert føroyingar, sum fáa nakað burtur úr tí. – Summi síggja tað beinanvegin, og tá eg greiði frá søguni, halda tey, at tað er sera áhugavert. Onnur síggja nøkur onnur ting í tí – til dømis sandsteinar, og tað er eisini heilt fínt, sigur Ann. Hon hevur altíð brúkt føroysku náttúruna, sum útgangsstøði, men ikki tí donsku, hóast hon hevur búð í Danmark, síðan hon var blaðung. – Tað er møguliga ein háttur at arbeiða við sakninum av heimlandinum uppá, men tað veit eg ikki, sigur hon. Bind ein stein Ann Højgaard Slot er útbúgvin tekstil­design­ ari frá Design­skolen Kolding, og hevur mill­um annað undir­víst á Nordisk Strik­ symposium í Føroyum. Fyri at eggja skeið­lut­ tak­ar­unum at hugsa nýskapandi, og fyri at fáa tey út í nát­túr­una, skuldu tey binda ein stein. – Á henda hátt fer ein skapandi menn­ing í gongd, og vit komu burtur frá uppskrifts­tank­ anum, har tú fylgir einum ávísum mynstri. Tankin var júst at hugsa nýtt og annarleiðis og royna nøkur ting, sum tú annars ikki vildi roynt, um tú fylgdi einum mynstri, sigur Ann Højgaard Slot. Steinarnir vórðu síðani lagdir út í náttúruna, og har hóskaðu teir so væl inn, at skeiðsluttakararnir lótu teir liggja, ístaðin fyri at taka teir við. Við handlinum Heimkaer kann Ann gera tað hon helst vil, hóast, at tað kann vera tungt í byrjanini. Vørurnar eru gjørdar úr til­fari úr góðum kvaliteti, og hon gongur høgt uppí, at tær verða framleiddar undir røttum viður­skiftum. Hon hevur valgt at framleiða vørur­nar í Herning, har einasti danski bindi­ verk­staðurin er í dag. Framleiðir í Herning – Eg kundi framleitt okkurt bíligari stað, men mær dámar væl tað samskifti, sum eg havi við tey, ið binda fyri meg í Herning. At kunna koyra hagar og vera ein partur av fram­ leiðsluni og fylgja við, sigur Ann. Til­farið er dýrt í forvegin, og tí verða vørurnar í dýrara endanum, so hon heldur ikki, at nøkur orsøk er til at spara á júst hasum um­ráð­num. Púturnar kosta umleið 1.100 - 1.400 krónur, tí nógv tógv er í teimum, av tí at tær eru bundnar á ein serligan hátt. Fyllan er somu­leiðis nattúrlig dúnfylla, og tað er av týdningi, at tað er av djórum, sum hava haft tað gott, sigur Ann Højgaard Slot. – Eg eri vís í, at tað finst ein marknaður til mína vøru – eg eri við at finna hann, sigur hon. Hon hevur júst sent nakrar vørur til Íslands eftir at hava verið har saman við 12 øðrum føroyskum sniðgevum. Vørurnar verða fyri tað mesta seldar í handlinum í Århus. Harumframt selir hon frá fimm øðrum støðum í Danmark og hevur eina webshop, har nakrar av vørunum fáast. Í Føroyum selir hon vørur gjøgnum Östrøm og er í holt við at mvg skráseta seg í Føroyum, so hon kann selja gjøgnum aðrar handlar. O Bind ein stein. Fyri at koma burtur frá siðbundnu tonkunum, sum fylgir eini uppskrift, setti Ann skeiðsluttakarar á Nordisk striksymposium at binda ein stein. Hon nýtir altíð íblástur frá føroysku náttúruni, men sjálv menningin av vøruni broytist so nógv undir viðgerðini, at tað er ikki altíð, at tað sæst aftur í beinleiðis skapinum Ann Højgaard Slot er útbúgvin cand. design.tekstil frá Designskolen Kolding. Hon hevur verkstað og handilin Heimkaer í Århus. Her bindur, heklar og skapar hon sínar vørur hvønn dag. Umframt egnu sniðgivnu vørurnar selir Ann bindiuppskriftir, sum hon sjálv hevur gjørt til danskar uppskriftsbøkur og vikubløð. Einaferð um mánaðin heldur hon bindicafé og livir av at undirvísa, gera bindiuppskriftir og at selja tær vørurnar, sum hon sniðgevur í merkinum Heimkaer. Sum navnið sigur, eru vørurnar sera nógv tengdar at hennara røtum í Føroyum, og íblásturin kemur fra føroysku náttúruni. Umframt egnu vørur, selir Ann vørur frá føroysku sniðgevunum: Minimalisma, Steinum, Fosaa, Osmund Olsen, By Metzdorff og Ella Sloan í handlinum Heimkaer. Handilin Heimkaer liggur á Nørregade 40, 8000 Århus. Harumramt kunnu vørurnar hjá Ann keypast í 1+1 tekstil, Grønnegade 41, 8000 Aarhus C. Nord Craft i Nordkraft, Kjellerups Torv 1, 9000 Aalborg, Nordatlantisk Hus, Nordatlantisk Promenade 1, 5000 Odense C og Tante Grøn, Vestergade 7, 5000 Odense C. Fakta