mánadagur 28. apríl 2014síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 4
I
28. apríl 2014
ollmarkið er 300 krónur við porto,
tá tú situr í Føroyum og keypir á
netinum. Tað merkir, at tað als
ikki loysir seg hjá føroyingum at
keypa á netinum. Elsa Bech er
sniðgevi, búsitandi í Svøríki, men
flestu av hennara kundum búgva í
f Føroyum. Hon er bangin fyri, at
tað kann vera ringt hjá kundum
at gjøgnumskoða prísirnar á
netinum, tí tollmarkið í Føroyum er so lágt,
at tað kemur tollur á alt. Haraftrat verður
avgjald fyri handfaring av pakkanum lagt á
frá Posta. Sostatt kann ein kundi koma út fyri
at keypa eitt turriklæði fyri 300 krónur, men
enda við at gjalda 600 krónur.
– Hetta er ein stórur trupulleiki hjá mær, tí
tollmarkið er so lágt, at mínir kundar kunnu
næstan einki keypa uttan at fara upp um
tað. Hvat kanst tú fáa fyri 299 krónur í dag?
Kanska eina T-shirt, sigur Elsa. Hon heldur,
at tollmarkið átti at ligið á umleið 2.000
krónum.
– Nógv tann stórsta sølan hjá mær er um
vegis netið, men nethandil til Føroya kanst tú
ikki hava nógv av, um ikki tollmarkið hækkar,
sigur hon.
Umframt netið verða hennara vørur seldar
gjøgnum Sirri í Føroyum. Síðst í maj letur Elsa
Bech handil upp í Malmø, og hon droymur
um at lata ein handil upp í Føroyum eisini.
Fyrsta kollektiónin
Eftir at hava fingið tvey børn á rað, hevur Elsa
Bech verið á barsil í nøkur ár, og er nú aftur
til arbeiðis við fullari megi. Hon hevur gjørt
sína fyrstu kollektión og hevur verið á messu,
har stórur áhugi hevur verið fyri klæðunum
hjá henni, fortelur Elsa Bech
– Eg kenni tað, sum nakrar hurðar lata
upp fyri mær nú, og havi góðar vónir,
sigur Elsa.
Fyri fyrstu ferð fæst hon einans við at
sniðgeva pløgg, og hon kennir, at fyritøkan er
við at takað rætta skap. Vørurnar verða fram
leiddar í Litavia, og tað er eitt samstarv, sum
hon er fegin um.
– Fyrr gjørdi eg alt sjálv, men eg eri komin
har til nú, at eg einans brúki tíð uppá at snið
geva, og tað er tað rætta fyri meg, tað er tað,
sum eg skal gera, sigur Elsa Bech. Hon hevur
fyrr bundið nógv av vørunum sjálv, men er
farin heilt burtur frá at binda.
– Tað tekur sera langa tíð at binda, og eg
kann ikki gera alt tað sjálv, sigur hon. Hon
hevur altíð bundið nógv, og hevur eisini
funnið nógvan íblástur í at binda, eins og tað
at leita eftir rætta toynum kann geva henni
íblástur.
– Eg gangi nógv á toymessur. Um eg finni
eitt klæði, sum eg havi hug til at arbeiða við,
byrja hugskotini at taka skap, alt eftir, hvat eg
haldi toyi egnar seg til, og hvat eg havi hug at
blanda tað saman við, sigur hon.
Íblástur í tí føroyska
Klæðini frá elsabech eru ein blanding af
ráðum og femininum.
– Ofta blandi eg tað ráða og tað eleganta
ella tað feminina. Eg royni at gera mínar
vørur í einum passformi, so nógv kunnu
brúka tað, og vil gjarna hava, at har er
nakað fyri øll, sigur Elsa. Eins og hinir snið
gevararnir, greiðir Elsa frá, at hon fær íblástur
í Føroyum.
– Tað ráða er kanska serliga nakað, sum
kemur frá tí føroyska. Fjøllini, mjørkin og
sjógvurin umboða hetta ráða, sum eg so
blandi saman við tí mótsatta – tí bleyta og tí
eleganta, sigur Elsa. Føroyska bakgrundin er
avgerandi fyri hennara skapandi menning,
heldur hon.
– Mamma bant nógv, og eg havi altíð
bundið nógv eins og eg havi klipt og málað
og veri von at skapa. Eg dugdi ikki at seyma
tó, men tað var eg púra erlig um, tá eg var til
upptøkuroynd á designskúlanum, sigur Elsa.
Á skúlanum lærdi hon tó at seyma. Tað
hevur mangan verið hart arbeiði, men tíðin
har hon situr langar nætur og framleiður sjálv
er av. Hon ger tað mesta við tekingum og á
teldu, og so sendir hon tað til litavska sam
starvsfelagarnar, sum seyma klæðini.
Gott samstarv
Samstarvið við framleiðararnar riggar væl
og eingir trupulleikar eru við samskiftinum,
sigur Elsa Bech. Hon hevur fyrr nýtt framleið
arar í Indien, men tað vóru oftari trupulleikar
við at skilja hvønn annan tá, sigur hon.
Hóast at tey, sum seyma, eru langt
burturi, er samskiftið lætt og hon kennir, at
veitararnir í Litavia eru við í menningini av
vørunum.
– Hjá mær byrjar tað við, at eg fari á
messu. Har finni eg toy, sum eg havi hug at
brúka. Eg blandi ofta ymisk materialir saman,
og alt eftir, hvat eg finni, byrjar plaggið at
taka form. Eg sendi síðani eina tekning til
veitararnar í Litavia, og tey senda so tað
seymaða klæðið aftur, greiðir Elsa frá. Soleiðis
verður arbeiðið gjørt nakrar ferðir, inntil hon
er nøgd, og hon setir so plaggið í framleiðslu,
til dømis 50 pløgg av hvørjum.
– Samskiftið er munandi lættari í dag við
maili og iPhone, har tað er lætt at taka eina
mynd, tá ein skal greiða frá, hvat ein meinar
við, so eg upplivi ongan trupulleika. Tvørtur
ímóti haldi eg, at vit skilja hvønn annan sera
væl, sigur hon.
Nakað til øll
Elsa leggur seg eftir at gera snið, sum nógvum
dáma.
– Eg sniðgevi til allar aldursbólkur og
vil gjarna hava nakað til øll, sigur hon. Hon
hevur áður sniðgivið tilhoyr til klæðir í størri
mun. Eitt nú turriklæði, húgvir og so fram
vegis. Men hesum er hon farin burtur frá,
eins og hon er farin burtur frá at binda. At
hava eina heila kollektión við samanhangi í er
nakað nýtt, og hon er sera spent uppá hetta.
At lata ein handil upp ger tað lættari at
selja, og hon droymir um at lata ein upp í
Føroyum eisini.
– Tá eg havi ein handil, kann eg framleiða
beinleiðis í handilin. Har er einki millumlið,
og tað er nógv tann lættasti mátin at selja upp
á, sigur Elsa Bech.
Teir flestu av hennara kundum eru í
Føroyum, men tað er ringt at selja gjøgnum
netið til Føroya. Tað er ofta lættari hjá henni,
at taka vøru til Føroya, gjalda toll av henni og
selja hana í Føroyum.
Trupult at selja til Føroya
Elsa bech er í holt við at
fáa eina fyritøku upp at
standa í Svøríki, har hon
býr. Nógv teir flestu
av hennara kundum
búgva í Føroyum, men
tað er trupult at selja
til Føroya, sigur hon
Marjun Dalsgaard
T
Elsa Bech stendir fyri merkinum
elsabech. Hon sniðgevur klæðir, sum
hon selir á netinum, men hon fer har
aftrat at lata ein handil upp á Malmö
á Kockumsgatan 2, Davidshall Torg.
Elsa Bech er útbúgvin á Columbine
Skolen í Keypmannahavn og hevur
haraftrat eina útbúgving sum design
teknolog á KEA í Keypmannahavn.
www.elsabech.dk
Fakta