mánadagur 28. apríl 2014síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Roknskapurin
var blóð
skeivur
granskingingini, sum Eyðfinnur
Jacobsen hevur gjørt av Eik-banka,
framgongur greitt, at Eik-grunnurin
als ikki hevur hildið seg til ásetingarar
í ársroknskaparlógini, tá grunnurin lat
roknskap gera.
Serliga eru tað partabrøvini í Eik
Banka, sum vórðu skeivt virðissett, og
meðan tað í 2007 viðførdi eina eginogn,
sum var væl minni, enn hon átti at
verið, so avleiddi hetta ovurhonds
stórar vantandi niðurskrivingar í 2008.
Álit til alemnningin
Ársroknskaparlógin er saman við grann
skoðanarátekningi garanturin fyri, at rokn
skapir fyri fyritøkur, grunnar og onnur rokn
skaparskyldug verða settir upp eftir ávísum
leisti. Lóggávan tryggjar, at móttakarin
– tann, ið hevur tørv á at lesa roknskapin –
hevur nakrar greiðar reglur at ganga eftir, tá
metast skal um roknskapin.
Grannskoðanarátekningin er váttanin
fyri, at nevndin hevur sett roknskapin
upp í samsvari við galdandi lóggávu, og at
týðandi feilir ikki eru í roknskapinum. Hevur
grannskoðanin ikki givið orsøk til suppler
andi upplýsingar ella fyrivarni, er talan um
sonevnda blanka átekning. Hendan merkir,
at grannskoðarin samdur við leiðslu og nevnd
í, at roknskapurin lýkur øll krøv til góðan
roknskaparsið. Ein blonk átekning merkir
eisini, at roknskapurin er settur upp við fram
haldandi rakstri fyri eyga.
Granskingin hjá Eyðfinni Jacobsen vísir tó,
at roknskapirnir hjá Eik-grunninum innihelt
fleiri skeivleikar, sum samanlagt tátta í tvær
milliardir.
Innrokningin av Eik Banka varð gjørd til
innara virði, sum svarar til tað, ið partabrøvini
eru verd sambbært roknskapinum. Tað er tó
ikki altíð, at hetta hevur so nógv við sjálvt
søluvirðið at gera, og her krevur roknskapar
lóggávan, at kann eitt søluvirði staðfestast, so
skal hetta brúkast. Eik-Banki var skrásettur
á virðisbrævamarknaðinum, og tí kundi ein
neyvur søluprísur lættliga staðfestast, men
hetta valdi leiðslan í Eik-grunninum ikki at
gera.
Í granskiningi av Eik-grunninum vísir
Eyðfinnur Jacobsen á, at íløgan hjá grunn
inum í Eik Banka av røttum skuldi verið
virðissett til søluvirði. Eisini átti grunnurin
um hetta mundið fleiri aðrar kapitalpartar,
sum eisini áttu at verið virðissettir til sølu
virði heldur enn innara virði.
Eisini vísir Eyðfinnur Jacobsen á, at saml
aði koncern-roknskapurin hevur skeivleikar,
tá talan er um útsettan skatt og um virðis
setan av goodwill.
Høvdu hesi viðurskfiti verið uppgjørd,
soleiðis sum roknskaparlóggávan ásetur,
hevði roknskapurin fyri Eik-grunnin víst eitt
hall upp á 2,4 milliardir í 2008. Roknskapurin,
sum varð latin skrásetingini, vísti eitt hall upp
á 425 mió kr.
Talvurnar, sum verða vístir her á síðunum
eru úr frágreiðingini hjá Eyðfinni Jacobsen,
og vísa tær ávirkanina, sum omanfyrinevndu
rættingar høvdu havt á ársúrslit og eginogn
fyri Eik-grunnin.
Eingin klokka ringdi
Vórðu tær broytingar, sum roknskaparlóg
gávan ásetur, framdar, tá roknskapurin fyri
2008 varð innlatin, so er lítil ivi um, at fleiri
alarm-klokkur høvdu ringt.
Roknskapurin hevði tó eina blanka
átekning frá grannskoðaranum. Og grunna
eftirlitið góðtók roknskapin sum innkomnan,
uttan at nøkur viðmerking varð gjørd yvir
høvur. Enntá kundi grunnurin á vári í 2010
veita milliardatrygd vegna Eik mótvegis
Finansiel Stabilitet. Ein trygd, sum neyvan
kundi verið veitt, um roknskapurin varð
settur upp í tráð við roknskaparlóggávuna,
ella um Finansiel Stabilitet hevði lagt orku í
at gjøgnumganga roknskapirnar fyri 2008 og
2009.
Eik Banki – og harvið eisini Eik grunnurin
– fór av knóranum og varð yvirtikin av
Finansiel Stabilitet á heysti 2010.
Í
Hóast ásetingarnar í ársroknskaparlógini púrasta greitt staðfesta, at fíggjarlig
støðisogn skal innroknast við søluvirði, tá hetta er gjørligt, valdi Eik-grunnurin ikki
at fylgja hesum. Avleiðing var, at niðurskrivinar fyri 1,8 milliard ikki vórðu gjørdar
Jákup Mørk
Eik-grunnurin:
Samlað ávirkan á ársfrásagnirnar fyri 2008 og 2009
(Øll tøl í tkr.)
Ávirkan av møguligum rættingum á eginogn grunsins er fylgjandi:
31/12-09
31/12-08
Eginogn sambært ársfrásøgnini
853.083
1.504.578
Møguligar rættingar
- Virðisáseting av Eik Banka P/F til dagsvirði
-362.785
-472.397
- Virðisáseting av Investea A/S til innara virði
-35.325
-278.640
- Meira niðurskriving av Investea A/S í mun til innara
virði vegna vantandi grannskoðaraátekning
-7.713
0
- Niðurskriving av goodwill í samband við Fastogn
-6.219
0
- Niðurskriving av goodwill í samband við Notio
-56.033
0
- Niðurskriving av útsettari skattaáogn
-25.690
-18.195
Møguligar rættingar tilsamans
-493.765
-769.232
Eginogn eftir møguligar rættingar
359.318
735.346
Ávirkan av møguligum rættingum á úrslit grunsins er fylgjandi:
2009
2008
Úrslit sambært ársfrásøgnini
-651.495
-424.602
Møguligar rættingar
- Virðisáseting av Eik Banka P/F til dagsvirði
91.725
-1.621.536
- Virðisáseting av Investea A/S til innara virði
-58.818
-278.640
- Meira niðurskriving av Investea A/S í mun til innara
virði vegna vantandi grannskoðaraátekning
-7.713
0
- Niðurskriving av goodwill í samband við Fastogn
-6.219
0
- Niðurskriving av goodwill í samband við Notio
-56.033
0
- Niðurskriving av útsettari skattaáogn
-25.690
-18.195
Møguligar rættingar tilsamans
-62.748
-1.918.371
Úrslit eftir møguligar rættingar
-714.243
-2.342.973
Talvan vísir, hvør ávirkanin á rakstur
og eginogn hevði verið, um tær
rættingar, sum ársroknskaparlógin
ásetur, høvdu verið framdar.
Umframt tær rættingar, sum eru nevndar í
talvuni, hevði Eik-grunnurin eisini kapital
partar í fleiri øðrum feløgum. Vantandi
fígging hevur við sær, at granskingin
ikki hevur fevnt um eina gjøgnum
gongd av hesum kapitalpørtum. Sum
tað framgongur aðrastaðni á síðuni
hava nevnd og grannskoðan ikki ynskt
at útflýggja hesar upplýsingar.
✔ P/F frá 13. februar 1997 (100%)
✔ Komlpementarselskabet Hotelinvest ApS (100%)
✔ K/S Hotelinvest (100%)
✔ SET P/F (57%)
✔ K/S 26.06.09 (98%) tilknýtt virki
✔ P/F Skálafjarðartunnilin (50%)
✔ DSK A/S (42,5%)
✔ P/F Faroe Cod (21,3%)
✔ P/F Data Quality Systems (20,34%)
✔ P/F Atlantic Fishing (30,6%)
✔ P/F Bitland (22,8%)
✔ Nicurague Business Park (25%)
✔ Nafa (24%)
Kapitalpartarnir
eru hesir: