Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-28, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2014síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 4 I 28. apríl 2014 um liður í granskingararbeiði sínum hevur Eyðfinnur Jacobsen vent sær til nevnd og grann­skoðarar hjá Eik-grunn­ inum við sjey spurningum, sum allir snúgva seg um roknskapar­ligu handfaringina av viður­skiftum hjá grunn­ inum. Spurningarnir, sum Eyðfinnur Jacobsen setti, vóru hesir: ■ Hvat er orsøkin til, at Eik Banki varð innroknaður til innara viði? Hvør áseting í ársroknskaparlógini er brúkt sum heimild fyri at innrokna partabrøvini í Eik Banka til innaravirði? ■ Biðið verður um at fáa eitt fulfíggjað og nágreiniligt yvirlit yvir, hvussu allir kapital­ partarnir í tilknýttum og associeraðum virkjum vórðu virðissettir, undir hesum grund­gevingina fyri hvøjrari einstakari virðis­ áseting, og hvør áseting í roknskapar­lógini er brúkt til at áseta einstøku virðini? ■ Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at grunn­urin hevur innroknað goodwill omaná inn­ara virði av Fastogn P/F, tá eginogn felags­ins var grundað á dagsvirði av fastogn felagsins? ■ Hvat er grundarlagið fyri innrokningini av einum positivum úrsliti upp á 2, mió kr. av kapitalpartinum í Fastogn P/F í 2009? ■ Hvat er grundarlagið fyri, at eingin niður­ skriving er gjørd av roknskaparliga virðinum av goodwill upp á 56 mió kr. í samband við íløguna í Notio, og er gjørd nøkur niður­ skrivingarkanning í hesum sambandi. ■ Hvat er grundarlagið fyri innrokningini av útsettu skattaáognini í ársfrágreiðingini fyri 2008 og 2009? ■ Hvat er orsøkin til, at ótryggleikin í sambandi við virðisásetingina av íløgum grunsins ikki er lýstur í leiðslufrágreiðingini. Í granskingarfrágreiðingini upplýsir Eyðfinnur Jacobsen, at hvørki grunnurin ella grannskoðanin ava ynskt at svara spurningunum. Sambært lóg um vinnurekandi grunnar, so skal nevndin í einum grunni lata granskingarfólki upplýsingar, sum mugu metast at hava týdning fyri metingina av grunninum og dótturfeløgum hjá grunninum. Og er hetta krav eisini galdandi fyri nevnd og stjórn í dótturfeløgum. Skráseting Føroya ger tó samstundis vart við, at tað kann verða trupult hjá nevndarlimum og øðrum at svara nevndu spurningum, og kunnu hesi tí ikki krevjast eftir svari. Ósvaraðir spurningar S Skilaleys stýring Í pettinum, sum snýr seg um umsiting av grunninum, vísir Eyðfinnur Jacobsen í fleiri førum á væntandi og til tíðir skilaleysa stýring. Fleiri ferðir verður funnist at vantandi funktiónsskilnaði, og hetta eru viðurskifti, sum grannskoðanin hevur gjørt leiðsluna varuga við. Staðfest verður eisini, at roknskapar­førslan ikki hevur verið muna­góð. Og hóast gjaldførið grunsins hevur verið sera tungt, hevur eingin gjaldførisætlan verið førd. Eyðfinn Jacobsen, advokatur