mánadagur 28. apríl 2014síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
nr. 4
I
28. apríl 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Eik-grunnurin:
Óvissa um revsiábyrgd
Í øllum teimum viðurskiftum, sum granskingin hjá
Eyðfinni Jacobsen umfatar, verður í meira og minni
kontantum vendingum staðfest, at brot eru framd á
lóggávuna, sum Eik-grunnurin hevur at virka eftir
Jákup Mørk
nntá staðfestir Eyðfinnur
Jacobsen: »...er tað somuleiðis
mín fatan, at nevndin áleggjast at
rinda endurgjald sambært §44,
stk. 1 í lógini um vinnurekandi
grunnar, um so er, at grunnurin
hevur staðfest tap orsakað
av vánaligu umsitingini av
grunninum.«
Felags fyri allar parts-niður
støðurnar í granskingini er tó, tørvandi
fígging hevur við sær, at tað ikki er møguligt
at kanna nærri, um vánaliga umsitingin hevur
elvt til tap hjá grunninum.
Skal endurgjaldskrav reisast, er fremsta
kravið, at eitt tap skal staðfestast. Tað hevur
eftir øllum at døma ikki borið til at útvega
játtan, soleiðis at granskingararbeiðið kann
gerast liðugt, og tí fær Eyðfinnur Jacobsen,
sum er biðin um at gera granskinina, ikki
staðfest eina møguliga endurgjaldsábyrgd.
Tann spurningurin sleppur at hanga
ósvaraður.
E
Innara virði
Innara virði vísir bókaða
virði fyri hvørjar 100 krónur
í partapeningi. Innara virði
endurspeglar soleiðis bókaða
eginpeningin í fyritøkuni,
sum talan er um.
Søluvirði
Søluvirði er tað, sum kann
fáast við at selja partabrævið
í fríum handli. Í mun til innara
virði kann í ávísum førum vera
trupult at áseta neyvt søluvirði,
um eingin handil fer fram.
Men er partabrævið skrásett á
keypsskála, er kursurin neyvt
tað, sum fæst við at selja
partabrævið í fríum handli.
Útsettur skattur
Útsettur skattur er ein skatta
byrða, sum framkemur, tí virðir í
einum felag ikki verða uppgjørd
á sama hátt roknskaparliga og
skattliga. Soleiðis er talan um
skatt, sum fellur til gjaldingar
fyrr ella seinni, men sum í rokn
skapinum er »útsettur«. Er talan
um negativa útsetta skattabyrðu,
skal hendan bert ognarførast,
um tað reelt kann roknast við,
at felagið seinni fær ágóða av
hesum. Við øðrum orðum, at
felagið væntandi kemur at hava
yvirskot, soleiðis at ein negativur
skattaágóði kann gagnnýtast.
Goodwill
Goodwill er úttrykk fyri meir
virðinum í eini fyritøku í mun til
tað, sum bókaðu virðini vísa, og
framkemur ofta, tá partabrøv
verða keypt fyri meira enn
innara virði. Roknskaparliga
verður goodwill avskrivað yvir
ávíst áramál, men fortreytin
fyri hesum er, at aktivini, sum
goodwill stavar frá, kasta meira
av sær enn avskrivingar, ið verða
framdar. Er hetta ikki støðan,
eigur at kannast, um neyðugt er
at niðurskriva virðið á goodwill.
Fakta
Lánveitingar
Ein partur av granskingararbeiðinum hjá
Eyðfinni Jacobsen hevur verið at eftirkanna
tær lánveitingar, sum Eik-grunnurin hevur
góðkent og latið. Endamálsorðingin hjá
grunninum fevnir ikki um útlánsvirksemi,
men kortini eru fleiri lán veitt.
Í granskingini endurtekur advokaturin
fleiri ferðir, at grunnurin ikki sæst hava
fingið loyvi frá grunnamyndugleikanum til
at taka avgerð um at veita lánini.
Tey størstu av hesum eru:
■ 26. mai 2008 hevur grunnurin veitt lán
upp á 100 mió EUR til tveir íslendskar
kundar í sambandi við teirra keyp av
partabrøvum í Kaupthing Banka.
■ 9. desember 2006 hevur grunnurin veitt
lán upp á 40 mió kr. til P/F Thor.
■ 4. juli 2007 hevur grunnurin veitt lán
upp á 27 mió kr. til Vagn Andersen við
fleiri, og at veita ábyrgd mótvegis BRF-
kredit á 97 mió kr.
■ 20. juni 2008 hevur grunnurin veitt lán
upp á 25 mió kr. til P/F Notio, sum skuldi
seta partapening í Føroya Fiskavirking.
■ 3. september 2008 hevur grunnurin veitt
lán upp á 10 mió EUR til FDI Invest
■ 18. november 2008 hevur grunnurin
keypt lán upp á íalt 55 mió kr. frá Eik
Banka. Lánini vóru latin til Kista og Exista.
Granskingin er ikki gjørd liðug, tí fíggingin
til hetta ikki er játtað. Grannskingin hevur
tí ikki staðfest, um lánveitingarnar hava
verið orsøk til tap hjá grunninum.