Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-28, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. apríl 2014síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 4 I 28. apríl 2014 að var hin 25. februar í ár, at garna­skipið Ågot fekk ein stóran skaða, meðan skipið lá við bryggju í Klaksvík við dýrari last av frystum fiski. Skaðin stóðst, tá stóra nóta­skipið Slættaberg rendi bulbustevnið inn í stýriborðssíðu á Ågot og meiðslaði skipið so illa, at ivasamt var, um garna­ skipið yvirhøvur fór at verða umvælt. Eitt stórt arbeiði varð gjørt fyri at halda skip­inum á floti. Skipið lak rættiliga illa, men tað eydnaðist at tetta skipið, soleiðis at tað kundi loysast frá bryggju og takast upp á beding í Klaksvík. 10 miljónir krónur Seinastu tíðina hevur Ågot staðið á bedingini hjá skipasmiðjuni Mest í Havn, sum hevur fingið til uppgávu at gera stóra umvælingararbeiði. Fleiri stálplatur í skrokkinum eru skiftar, men tað, sum higartil er gjørt, er bara ein lítil partur av samlaða skaðanum. Eyðstein Poulsen, reiðari, sigur, at enn er skaðin ikki endaliga uppgjørdur, men hann roknar við, at talan verður um einar 10 miljónir krónur ella so. – Tað er avgjørt ein óynskilig støða hjá okkum at umsita ein so stóran skaða heldur enn at vera úti á fiskifeltinum og fiska. Um­ framt at skipsskrokkurin fekk stóran skaða, knústi stoyturin, sum Slættaberg elvdi til, eisini frystaríið, har bæði kompressarar og rørskipan til frystingina fórust illa, sigur hann. Einki virksemi Eyðstein Poulsen vísir á, at nú Ågot er á beding og neyvan verður liðugur fyrr enn um ólav­søku­tíð, hava teir einki skip, sum kann reka vinnu fyri felagið, meðan Ågot verður umvæld, og tað er ein fíggjarligur missur fyri reiðaríið. – Vit royndu einar tríggjar ella fýra ymiskar møguleikar, men tað eydnaðist okkum ikki at leiga eitt skip eftir slíkum treytum, at tað kundi loysa seg. Tí noyðast vit nú at bíða, til Ågot verður liðug á skipasmiðjuni. Manningin tryggjað Reiðarin vísir á, at reiðaríið hevði eina góða inntøkutapstrygging, sum tryggjar mann­ing­ ina, men eingin trygging er fyri inntøkutap hjá reiðarínum sjálvum. – Vit høvdu raskar menn við Ågot, og onkur teirra hevur fingið aðra hýru, meðan bíðað verður, men tað merkir kortini ikki, at teir missa sína inntøkutapstrygging, sum liggur um einar 900 krónur um dagin, sigur Eyðstein Poulsen. Skaðin á Ågot um 10 miljónir – Tað er ikki optimalt fyri reiðaríið at umsita ein skaða heldur enn at vera úti á fiskifeltinum og fiska, sigur Eyðstein Poulsen, reiðari á garnaskipinum Ågot Orð og myndir: Vilmund Jacobsen T Skaðin, sum garnaskipið Ågot fekk, tá Slættaberg rendi bulbustevnið inn í skipssíðuna, verður umvældur á skipasmiðjuni Mest í Havn Ågot hevur ikki bert fingið sjónligan skaða. Frystaríið er eisini farið í knús av ógvusliga stoytinum, meðan skipið lá við bryggju í Klaksvík