Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgarð Áki Bertholdsen Tann 18 ára gamli maðurin, sum er fyri rættinum í hesum døgum,er ákærdur fyri í alt 10 viðurskifti. Ein av ákærunum er um at hava barnapornografiskt tilfar á telduni. 

 Í samband við hendingina í Norðdepli kannaði politiið teldu­na hjá 18 ára gamla manni­num. 

 Tá varð ein filmur funnin við barnapornografiskum til­ fari, tað tey nevna kategori 2 til­far, har innihaldið vísir meira enn poseringar, men tó ikki ber brá av tvang ella inni­held­ur kynsliga samlegu við vaksin. 

 Fyri at at verða umfatað av lógini um barnaporno, skal barnið á myndunum sýn­ast at vera undir 18 ár. Tað er ofta ógjørligt at finna offurið, og tí er tað ikki at krav at kenna aldurin av barninum. 

 Tann ákærdi hevur greitt frá, at hann veit einki um hend­an filmin, ella hvussu hann er endaður á telduni og hann hevði heldur ongantíð sæð filmin. Hann sigur, at fleiri vin­ menn høvdu loyniorði til teldu­na og tað kann vera onk­ur av teimum, sum hevur lagt filmin á telduna. Hann er somuleiðis ákærd­ur fyri at bíleggja sær 28,5 sentimetrar langan leður­gassa, og hondjørn, úr USA. Hann hevur ikki nakra ser­liga frágreiðing um, hví hann bílegði hetta, men hann sig­ur, at talan var um eitt gott tilboð, sum hann hevði tik­ið av. Hann fekk ongantíð vør­ ur­nar, tí tollvaldið legði hald á hana, men ákærin vísir á, at vørurnar vórðu bílagd­ar stutt eftir tilburðin í Norð­ depli. Ein onnur ákæra ímóti hon­um er, at hann skal hava havt eina høglbyrsu, har píp­ an varð sagað av. Maðurin greiddi frá, at hann hevði funnið byrsuna í ruskbingjuni hjá IRF í Hvanna­sundi. Tá varð pípan sagað, men hann tordi ikki at brúka byrsu­na, sum hon sá út, so hann sagaði meiri av pípuni. Nýggjársaftan 2012, á mid­ nátt, hevði hann skotið tvey skot við henni, men hann sig­ u­r, at hann skeyt upp í loft. Tá var hann ikki mynd­ug­ ur og hevði sostatt ikki loyvi at skjóta, men hann sigur, at vaks­ið fólk var við og høvdu giv­ið honum loyvi at skjóta. Áki Bertholdsen - Eg varð illa argaður í skúlanum. Maðurin, sum er skuld­sett­ur fyri dráps­ roynd ímóti fýra fólkum í Norð­depli síðsta summar, hevði tað alt annað enn huga­ligt í skúlanum. Á rættarfundinum í gjár varð hann biðin at greiða frá barnaárinum og tá fortaldi hann, hvussu illa happaður hann hevði verið at kalla alla skúla­ gongd­ina. Hann var lítil og klæntrasligur og tískil eitt lætt offur hjá teimum størru dreingjunum, segði hann. Hann segði eisini, at hann hevði ikki sagt nøkr­ um av teimum vaksnu frá, tí hann stúrdi fyri, at so fór tað bara at verða enn verri. - Eg varð stongdur inni í skápum og rendur niður í ruskspannir, greiddi hann frá í rættinum í gjár. Teir plagdu eisini geva honum trapputúrar, tað var at taka í beinini á hon­ um og draga hann nið­ur ígjøgnum trapp­ur­nar. Teir høvdu eisini skotið hann við einum kúlu­revolvara, sum skeyt plast­kúlur. Tað gekst honum held­ur ikki serliga væl í skúlanum og prógv­ið, hann fekk úr fólka­skúla­ num er vána­ligt. Tá ið hann kom úr skúla­num, hevði hann havt ymisk arbeiði. Hann hevði eisini verið í hand­ verk­ara­læru, men gavst, tí hann og stjórin kláraði ikki upp. Hann fór rættiliga tíð­ liga at drekka illa og held­ ur sjálvur, at hann var alkoholikari, tí hann kun­ di ikki lata vera at drekka. Men tá ið hann var ávirk­aður, var hann ”nokk so nógv uppi at koyra”, sum hann málbar seg, tí hann fekk ikki sitið stillur. Tað var rættiliga tíð­ liga, at hann fór at missa minn­ið, tá ið hann drakk, ella dekk ”black out”, sum hann málbar seg og tað hen­di, hvørja ferð, hann drakk. Áki Bertholdsen Tað verður ikki fyrrenn langt inni í næstu viku, at vit fáa at vita um maðurin, sum er ákærdur fyri rápsroynd í Norðdepli, er sekur ella ósek­ ur. Rættarmálið ímóti manni­ num byrjaði mánamorgunin og tað er longu nú greitt, at greitt, at rættarmálið fer at taka tað mesta av tveimum vik­um. Tilsamans er maðurin skuld­settur fyri 10 lógarbrot, har hann hevur játtað seg sek­an í summum. Men álvarsamasta málið er, at hann er ákærdur fyri at hava roynt at drepa fýra fólk í Norð­depli sunnumorgunin 14. juli í fjør Men í hesum sambandi nokt­ar hann seg sekan, tí hann sigur, at hann minnist einki frá hesum vanlukkuliga sunnu­morginum, tá ið fýra fólk vórðu álopin og illa særd í Norðdepli. Nógv vitni Mánadagin legði ákærin teknisk prógv fram í máli­ num og í gjár varð ákærdi mað­urin avhoyrast, har hann fær høvi at greiða frá sín­ari søgu. Dagurin í dag, hósdagurin og fríggjadagurin, skulu brúk­ast til at avhoyra vitni í og tilsamans eru eini 14-15 vitni, sum skulu avhoyrast. Talan er um politistar, offr­ini og onnur, sum hava sæð og hoyrt nakað, ið hevur sam­band við ógvusligu hend­ ingina í Norðdepli, ella fólk, sum kenna til viðurskiftini hjá tí ákærda. Ákæruvaldið hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiðið at endur­skapa hendingini við sjónleikarum og tann film­ urin verður eisini vístur í rættinum. Ákærin sigur, at ein stór­ur partur av málinum verður, at hon fer at vísa, at ógerningurin var tilætlaður. Eitt, ákærin hevur ført fram í hesum sambandi, er, at tá ið maðurin varð hand­ tikin, vórðu klæðini illa blóð­dálk­að og royndir hava stað­fest, at talan er um blóð fra onkrum av folkum, sum vórðu stungin og skorin. Hinvegin var hann gull­ reinur um hendurnar og sam­stundis eru einir handsk­ ar funnir Hon ætlar eisini at av­ hoyra vitni, sum kunnu greiða frá, hvørjar orsøkir tann ákærdi kann hava havt til at fara so ógvusliga til verka. Verjin hjá tí ákærda mót­ mælti og helt ikki, at eitt vitni, sum ikki var til staðar, kundi siga nakað um eina møguliga orsøk til ógern­ ingin Dómur í næstu viku Mánadagin fara ákæri og verji so at taka samanum og týsdagin verður eingin rættar­fundur. Mikudagin skulu teir 12 nevn­ing­ar­nir fyri seg sjálvar at taka støðu til um ákærdi er sek­ur ella ikki. Koma nevningarnir til ta niðurstøðu, at maðurin er sekur, fáa bæði ákæri og verji høvi til at siga sína hugs­an um, hvørja revsing, er hósk­ andi at hann fær. Og síðani skulu nevningarnir og dóm­ ari so aftur fyri seg sjálvi at áseta revsingina. Tað er fullkomiliga ógjør­ ligt at siga, hvussu langa tíð, nevningarnir hava um at taka støðu til ákærurnar, tí talan er um eitt rættiliga umfatandi mál. Illa happaður í skúlanum Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli, hevði tað ikki gott í skúlanum ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND Meiri enn ein vika til dómurin fellur Tað fer at taka tvær vikur at avgreiða rættarmálið ímóti mannin, sum er ákærdur fyri drápsroynd í Norðdepli Veit ikki hvussu hann fekk barnaporno á telduna Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd, er eisini ákærdur fyri at hava barnaporno á telduni, men tað kennir hann einki til Norðdepil Meira á síðu 12